fo-farpahc-test
Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC
Language | Faroese |
---|
Project | FarPaHC |
---|
Corpus Part | test |
---|
Annotation | Arnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C. |
---|
View options
Tags:
Javascript seems to be turned off, or there was a communication error. Turn on Javascript for more display options.
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar. Men ápostlarnir og bröðurnir, sum vóru í Júdeu, hoyrdu, at heidningar eisini hövdu tikið við Guðs orði. Og tá ið Pætur kom niðan til Jerúsalem, átalaðu hinir av umskeringini hann og sögdu: ' Tú ert farin inn til óumskornar menn og hevur etið saman við teimum.' Men Pætur tók undir og greiddi teimum frá öllum tilburðinum, hvörjum eftir öðrum, og segði: ' Eg var staddur í bygdini Joppe og helt bön; og eg sá eina sjón, í tí eg varð frá mær sjálvum: ein lut koma niður, nakað sum ein stóran dúk verða lestan niður eftir teimum fýra hornunum frá himlinum, og hann kom heilt tætt til mín. Og eg stardi á hann og hugdi at honum, og eg sá tá hini ferföttu djórini á jörðini og villdjór og skriðdjór og himmalsins fuglar. Og eg hoyrdi eisini eina rödd siga við meg: ' Statt upp, Pætur, drep og et!' Men eg segði: ' Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð er nakað vanheilagt ella óreint komið mær í munn!' Men röddin svaraði mær aðra ferð av himlinum: ' Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!' Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt varð so aftur drigið upp í himmalin. Og sí, í somu stund stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, sum eg var í, sendir frá Kesareu til mín.
Download XML • Download text
• Sentence view • Dependency trees