fo-farpahc-test
Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC
Language | Faroese |
---|
Project | FarPaHC |
---|
Corpus Part | test |
---|
Annotation | Arnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C. |
---|
View options
Tags:
Javascript seems to be turned off, or there was a communication error. Turn on Javascript for more display options.
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Og andin segði við meg, at eg ikki skuldi ivast í at fara við teimum. Í ferðini við mær vóru eisini hesir seks bröðurnir, og vit komu inn í húsini hjá manninum. Og hann segði okkum frá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa inni í húsi sínum og siga: ' Send boð til Joppe og heimta Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann skal tala orð til tín, sum tú skalt verða frelstur við og alt hús títt.' Men alt fyri eitt eg tók at tala, fell heilagi andin á tey eins og á okkum í fyrstuni. Tá kom eg at minnast á orð Harrans, at hann segði: ' Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda.' Um nú so er, at Guð hevur givið teimum somu gávu sum okkum, sum trúðu á Harran Jesus Krist, hvör var tá eg, at eg skuldi vera mentur at forða Guði?' Men tá ið teir hoyrdu hetta, sissaðust teir, og teir lovaðu Guði og sögdu: ' So hevur Guð tá eisini givið heidningunum umvending til lívs.' Tey, sum nú vóru spjödd um av teirri trongdini, sum stóðst av Stefani, fóru allan vegin líka til Fönikíu og Kýpern og Antiókiu og talaðu ikki orðið til nakran uttan bert til Jödar. Men teirra millum vóru nakrir menn frá Kýpern og Kýrene, og tá ið hesir somu komu til Antiokíu, talaðu teir eisini til Grikkar og boðaðu gleðiboðskapin um Harran Jesus. Og hond Harrans var við teimum, og eitt stórt tal, sum tók við trúgv, vendi um til Harrans. Men tíðindini um tey komu fyri oyruni á kirkjuliðinum, sum var í Jerúsalem, og tey sendu Barnabas avstað til Antiokíu.
Download XML • Download text
• Sentence view • Dependency trees