fo-farpahc-test

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttest
AnnotationArnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C.

Javascript seems to be turned off, or there was a communication error. Turn on Javascript for more display options.

indexsentence 40 - 50 < sentence 51 - 61 > sentence 62 - 72

eru vit öll her til staðar fyri ásjón Guðs fyri at hoyra alt tað, sum tær er boðið av Harranum.' Men Pætur læt upp munn sín og mælti: ' Av sonnum skilji eg , at Guð ger ikki mannamun; men í einum og hvörjum fólki er tann, sum óttast hann og innir rættvísi, honum væl toknaður. Hitt orðið, hann sendi Ísraels monnum, hann boðaði gleðiboðskapin um frið við Jesusi Kristi, hann er harri yvir öllum, hitt orðið vita tit um, sum farið er út um alla Júdeu, men tók seg upp í Galileu aftan á tann dópin, sum Jóhannes prædikaði, söguna um Jesus úr Nasaret, hvussu Guð salvaði hann við heilagum anda og kraft, hann sum gekk umkring og gjördi væl og gröddi öll, sum vóru illa stödd av djevlinum; at Guð var við honum. Og vit eru vitni um alt tað, sum hann gjördi bæði í Jödalandi og í Jerúsalem, hann sum teir eisini tóku av lívi, við tað at teir hongdu hann á eitt træ. Hann reisti Guð upp triðja dagin og læt hann opinberast, ikki fyri öllum fólkinum, men fyri vitnunum, sum áður vóru vald út av Guði, okkum, sum ótu og drukku við honum, eftir tað at hann var risin upp frá deyðum. Og hann beyð okkum at prædika fyri fólkinum og at vitna, at hann er tann, sum av Guði er skilaður til sum dómari yvir livandi og deyðum. Honum bera allir profetarnir tann vitnisburð, at ein og hvör, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld.' Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fell heilagur andi yvir öll tey, sum hoyrdu orðið. Og hinir trúgvandi, sum umskornir vóru, allir teir, sum vóru komnir við Pæturi vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva heilaga andans varð úthelt eisini yvir heidningarnar; at teir hoyrdu tey tala í tungum og hálova Guði. tók Pætur til orða: ' Man nakar kunna meina vatnið, so at hesi ikki skulu verða doypt, sum hava fingið heilagan anda eins og vit?'

Download XMLDownload textSentence viewDependency trees