fo-farpahc-test
Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC
Language | Faroese |
---|
Project | FarPaHC |
---|
Corpus Part | test |
---|
Annotation | Arnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C. |
---|
View options
Tags:
Javascript seems to be turned off, or there was a communication error. Turn on Javascript for more display options.
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Og upp aftur aðra ferð kom ein rödd til hansara: ' Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!' Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt fyri eitt varð luturin tikin upp aftur til himmals. Men meðan Pætur nú var heilt í iva um, hvat ið henda sjónin, sum hann hevði sæð, mundi hava at týða, sí, tá hövdu menninir, sum sendir vóru av Korneliusi, spurt upp húsini hjá Símuni og stóðu fyri durunum; og teir rópaðu inn og spurdu, um Símun, sum varð kallaður við tilnavninum Pætur, helt til har. Men meðan Pætur grundaði um sjónina, segði andin við hann: ' Sí, tríggir menn leita eftir tær! Statt nú upp og far oman, og far avstað við teimum uttan at ivast, tí at eg havi sent teir.' Og Pætur fór oman til menninar og segði: ' Sí, eg eri tann, sum tit leita eftir, hvörji eru örindi tykkara, hví eru tit higar komnir?' Men teir sögdu: ' Kornelius, ein hövuðsmaður, ein rættvísur maður, og maður sum óttast Guð og sum hevur gott ummæli hjá öllum Jödafólkinum, hevur fingið tey boðini frá einum heilagum eingli, at hann skuldi heimta teg heim til sín og hoyra, hvat ið tú hevur at siga.' Hann bjóðaði teimum tá inn og gav teimum innivist. Men dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av bröðrunum úr Joppe fóru við honum. Og dagin eftir komu teir til Kesareu.
Download XML • Download text
• Sentence view • Dependency trees