fo-farpahc-test
Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC
Language | Faroese |
---|
Project | FarPaHC |
---|
Corpus Part | test |
---|
Annotation | Arnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C. |
---|
View options
Tags:
Javascript seems to be turned off, or there was a communication error. Turn on Javascript for more display options.
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Men ein maður var í Kesareu, Kornelius at navni, hövuðsmaður fyri tí herliðinum, sum kallast hitt itáliska; hann var ein rættuligur maður, sum óttaðist Guð við öllum húsi sínum og gav fólkinum nógvar olmussur og bað altíð til Guðs. Hann sá skilliga í eini sjón okkurt um nóntíð um dagin ein Guðs eingil koma inn til sín og siga við seg: ' Kornelius!' Men hann stardi upp á hann og varð ógvuliga ræddur og segði: ' Hvat er tað, Harri?' Men hann segði við hann: ' Bönir tínar og olmussur tínar eru farnar upp til áminnilsi hjá Guði. Og send tú nú menn til Joppe og hav boð eftir einum Símuni, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til hjá einum, sum eitur Símun, einum garvara, sum hevur hús við sjógvin.' Men tá ið eingilin, sum talaði til hansara, var farin, rópaði hann tveir av húsköllum sínum og ein álítandi hermann av teimum, sum altíð vóru um hann; og hann segði teimum frá öllum og sendi teir til Joppe. Men dagin eftir, meðan teir vóru á leiðini, og nærkaðust bygdini, fór Pætur upp á takið at halda bön um middagsleitið. Og hann kendi sær stóra svongd og vildi fáa okkurt at eta. Men meðan tey gjördu matin til, varð hann frá sær sjálvum, og hann sá himmalin opnan, og ein lut koma niður nakað sum ein stóran dúk, sum eftir teimum fýra hornunum varð sigin niður til jarðar; og á honum vóru öll ferfött djór og skriðdjór á jörðini og himmalsins fuglar. Og ein rödd kom til hansara: ' Statt upp, Pætur, drep og et!' Men Pætur segði: ' Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð havi eg etið nakað vanheilagt og óreint!'
Download XML • Download text
• Sentence view • Dependency trees