Og Guð, sum hjörtuni kennir, bar teimum vitnisburð, tá ið hann gav teimum hin heilaga andan eins og okkum; og ongan mun gjördi hann millum okkara og teirra, við tað at hann við trúnni reinsaði hjörtu teirra.
Símun hevur greitt frá, hvussu Guð í fyrstuni hevði umhugsan um at taka navni sínum eitt fólk millum heidninganna; og við hetta samsvara orð profetanna, soleiðis sum skrivað stendur:
' Eftir hetta skal eg venda aftur og endurreisa hina falnu tjaldbúð Dávids, og tað, sum er niðurrivið av henni, skal eg byggja upp aftur og seta upp av nýggjum, so at teir, sum eftir eru av monnum, mega leita til Harrans, og öll heiðin fólk, sum navn mítt er nevnt yvir,' sigur Harrin, sum hetta ger, sum kunnigt er frá upphavi.
Tí haldi eg, at ikki eigur at verða tyngt um hjá teimum, sum av heidningunum venda um til Guðs; men at tað eigur at verða skrivað til teirra, at teir skulu halda seg frá allari óreinsan av skurðgudum og frá hordómi og frá tí, sum er kvalt, og frá blóði; tí at Móses hevur frá fornum tíðum í hvörji bygd teir, sum prædika hann, við tað at hann verður lisin upp í samkomuhúsunum hvönn hvíludag.'
Tá samtyktu ápostlarnir og hinir elstu saman við öllum kirkjuliðinum at senda menn, sum til tess vórðu valdir teirra millum, til Antiokíu saman við Paulusi og Barnabasi og vóru tað Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas, nógv virdir menn bröðranna millum.
Og teir skrivaðu hetta við teimum: ' Ápostlarnir og hinir elstu, bröðurnir, senda bröðrunum í Antiokíu og Sýriulandi og Kilikíu, sum áður vóru heidnir, heilsan sína.
Av tí at vit hava hoyrt, at nakrir, sum eru komnir frá okkum, hava loypt ekka á tykkum við orðum sínum og hava órógvað sálir tykkara, uttan at vit hava givið teimum nakað í umboð, so hava vit á einum máli samtykt at senda menn, sum til tess eru valdir, til tykkara saman við okkara elskuligu Barnabasi og Paulusi, teimum monnum, sum hava sett lív sítt í váða fyri várs Harra Jesu Krists navns skuld.
Vit hava tí sent Judas og Silas, og teir skulu eisini munnliga boða tykkum tað sama; tí at heilagi andin og vit hava samtykt ikki at leggja aðra byrði á tykkum uttan hetta, sum neyðturvuligt er: at tit halda tykkum frá skurðgudaofrum og frá blóði og frá kvaldum og frá hordómi.
Men tá ið nakrir dagar vóru lidnir, segði Paulus við Barnabas: ' Latum okkum fara avstað aftur og vitja bröðurnar í hvörji bygd, har sum vit boðaðu orð Harrans, fyri at vita, hvussu teimum veit við.'
Og hann kom líka til Derbe og Lýstru, og sí, har var ein lærusveinur, Timoteus at navni, sonur av eini trúgvandi kvinnu av Jödaætt, men faðirin var grikskur.
Hann vildi Paulus hava við í ferðini við sær, og hann tók og umskar hann fyri Jödanna skuld, sum vóru har á teimum stöðunum; tí at teir vistu allir, at faðir hansara var Grikki.
Og alt fyri eitt sum hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit at sleppa avstað til Makedóniu, tí at vit fingu tað burtur úr tí, at Guð hevði kallað okkum til at boða teimum gleðiboðskapin.
Vit lögdu so út frá Troas og sigldu beina leiðina til Samotrake, og dagin eftir til Neapolis; og haðan til Filippi, sum er fyrsta bygdin í tí partinum av Makedóniu, og er ein nýbygd.
Og hvíludagin fóru vit út um bygdarliðið, fram við eini á, har sum vit hugsaðu, at ein bönahaldsstaður mundi vera, og vit settust niður og talaðu við kvinnurnar, sum har komu saman.
Og ein kona, Lýdia, at navni, sum handlaði við purpuri, úr bygdini Týatiru, ein kona, sum óttaðist Guð, lýddi á, og Harrin opnaði hjarta hennara, so at hon gav gætur eftir tí, sum Paulus talaði.
Men tað bar so til, tá vit gingu út á bönahaldsstaðin, at okkum mötti ein genta, sum hevði spádómsanda og sum veitti húsbóndum sínum stóran vinning við at spáa.
Og teir fóru við teimum til stýrismenninar og sögdu: ' Hesir menninir loypa heilt röring í bygd okkara; teir eru Jödar og boða siðir, sum tað ikki loyvist okkum, sum eru Rómverjar, hvörki at taka við ella fylgja.'
Tá kom knappliga ein stórur landskjálvti, so at grundvöllurin í fangahúsinum ristist, og alt fyri eitt opnaðust allar dyr, og leinkjurnar fullu av öllum.
Men fangavaktarin stakk upp úr svövni, og tá ið hann sá fangahúsdyrnar opnar, dró hann svörðið og ætlaði at drepa seg sjálvan, av tí at hann hugsaði, at fangarnir vóru rýmdir.
Og hann bað um ljós og leyp inn, og ræðslusligin fell hann Paulusi og Silasi til fóta; og hann leiddi teir út og segði: ' Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?'
Men Paulus segði við teir: ' Teir hava fyri alra manna eygum bart okkum, tó at vit eru rómverskir menn, og kastað okkum í fangahús; og nú ætla teir at reka okkum burtur í loyndum.
Og tá ið teir vóru komnir út úr fangahúsinum, fóru teir heim til Lýdiu; og tá ið teir hövdu hitt bröðurnar og givið teimum áminningar, fóru teir avstað.
Og soleiðis sum hann var vanur, fór Paulus inn til teirra, og tríggjar hvíludagar upp í slag talaði hann við teir út av skriftunum, og týddi og greiddi fyri teimum, at Kristus átti at líða og rísa upp frá deyðum, og, segði hann: ' Hesin Jesus, sum eg boði tykkum, hann er Kristus.'
Og nakrir av teimum vórðu sannfördir og fóru í felag við Paulusi og Silasi, og eisini ein stórur flokkur av teimum Grikkum, sum óttaðust Guð, og ikki fáar av teimum hábornastu kvinnunum.
Men yvri kom í Jödarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandaligar menn av teimum, sum ganga og rekast á torgunum, og gjördu uppstig og loyptu staðin í röring; og teir hildu at húsinum hjá Jasoni og sóknaðust eftir teimum fyri at föra teir út til fólkið.
Men tá ið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar bröður fram fyri býarstýrið og rópaðu: ' Menninir, sum hava sett allan mannaheimin í uppreist, teir eru nú eisini komnir higar.
Men hesir vóru meira góðviljaðir enn teir í Tessalóniku, og teir tóku móti orðinum við sera góðum huga og rannsakaðu dagliga skriftirnar, um hetta var soleiðis.
Men tá ið Jödarnir í Tessalóniku fingu at frætta, at eisini í Beröu varð Guðs orð boðað av Paulusi, komu teir og loyptu eisini her röring og ösing í mannamúgvurnar.
Men teir, sum fluttu Paulus, fördu hann líka til Aten, og tá ið teir hövdu fingið boð við aftur til Silasar og Timoteusar, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara, fóru teir avstað.
Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir sögdu: ' Hvat man hasin geiparin hava at siga?'
Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og sögdu: ' Kunnu vit fáa at vita, hvat ið hetta er fyri ein nýggj læra, sum tú talar um? Tí at tað er nakað undarligt, sum tú letur koma fyri oyruni á okkum; tí vilja vit fáa at vita, hvat ið hetta hevur at týða.'
Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: ' Atenmenn, eg síggi, at tit í öllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara. Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: ' Ókunnum gudi.'
Guð, sum gjördi heimin og alt, sum í honum er, hann sum er harri himins og jarðar, býr ikki í templum, gjördum við hondum; ikki heldur verður honum tænað av mannahondum, sum at honum skuldi verið törvur á nökrum, tí at hann sjálvur gevur öllum lív og anda og allar lutir.
Og hann hevur latið öll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra, so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nökrum einasta av okkum; tí at í honum liva vit og rörast vit og eru vit; soleiðis sum eisini nökur av skaldunum hjá tykkum hava sagt: ' Tí at vit eru eisini hans ætt.'
Men við tað at vit eru Guðs ætt, tá mega vit ikki halda, at guddómurin er líkur gulli ella silvuri ella steini, eini mynd, gjördari av manna hegni og hugsan.
Tá ið nú Guð hevur havt tol við hinum vankunnu tíðunum, so boðar hann nú menniskjunum, at tey öll allar staðir skulu venda um, við tað at hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil döma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjört fullvíst fyri öllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum.'