Sentence view
Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC
Language | Faroese |
---|
Project | FarPaHC |
---|
Corpus Part | test |
---|
Annotation | Arnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C. |
---|
showing 1 - 100 of 301 • next
Men tað bar so til, tá ið Pætur ferðaðist um allar staðir, at hann kom eisini oman til hini heilagu, sum búðu í Lýdda.
s-1
1928.NTACTS.REL-BIB,.1-test
Men tað bar so til, tá ið Pætur ferðaðist um allar staðir, at hann kom eisini oman til hini heilagu, sum búðu í Lýdda.
Og har hitti hann ein mann, Eneas at navni, sum í átta ár hevði ligið á seingini, og var hann lamin.
s-2
1928.NTACTS.REL-BIB,.2-test
Og har hitti hann ein mann, Eneas at navni, sum í átta ár hevði ligið á seingini, og var hann lamin.
Og Pætur segði við hann: ' Eneas! Jesus Kristus ger teg frískan; statt upp og reið upp hjá tær sjálvum!'
s-3
1928.NTACTS.REL-BIB,.3-test
Og Pætur segði við hann: ' Eneas! Jesus Kristus ger teg frískan; statt upp og reið upp hjá tær sjálvum!'
Og í stundini stóð hann upp.
s-4
1928.NTACTS.REL-BIB,.4-test
Og í stundini stóð hann upp.
Og tey sóu hann, öll tey, sum búðu í Lýdda og Sáron, og tey vendu um til Harrans.
s-5
1928.NTACTS.REL-BIB,.5-test
Og tey sóu hann, öll tey, sum búðu í Lýdda og Sáron, og tey vendu um til Harrans.
Men í Joppe var ein lærusveinur, ein kvinna, Tabita at navni, sum, tá ið tað er útlagt, merkir hind.
s-6
1928.NTACTS.REL-BIB,.6-test
Men í Joppe var ein lærusveinur, ein kvinna, Tabita at navni, sum, tá ið tað er útlagt, merkir hind.
Hon var rík av góðum gerðum og olmussugávum, sum hon gav.
s-7
1928.NTACTS.REL-BIB,.7-test
Hon var rík av góðum gerðum og olmussugávum, sum hon gav.
Men tað hendi í teimum dögunum, at hon varð sjúk og doyði; og tey tváaðu hana og lögdu hana niðan í loftstovuna.
s-8
1928.NTACTS.REL-BIB,.8-test
Men tað hendi í teimum dögunum, at hon varð sjúk og doyði; og tey tváaðu hana og lögdu hana niðan í loftstovuna.
Men við tað at Lýdda er nær við Joppe, sendu lærusveinarnir, tá ið teir frættu, at Pætur var har, tveir menn til hansara við teirri bön:
s-9
1928.NTACTS.REL-BIB,.9-test
Men við tað at Lýdda er nær við Joppe, sendu lærusveinarnir, tá ið teir frættu, at Pætur var har, tveir menn til hansara við teirri bön:
' Bíða ikki við at koma til okkara!'
s-10
1928.NTACTS.REL-BIB,.10-test
' Bíða ikki við at koma til okkara!'
Og Pætur reistist og fór við teimum.
s-11
1928.NTACTS.REL-BIB,.11-test
Og Pætur reistist og fór við teimum.
Og tá ið hann var komin, fóru tey við honum niðan í loftstovuna, og allar einkjurnar stóðu rundan um hann grátandi og vístu honum allar teir kjólar og tær kápur, sum Hindin hevði gjört, meðan hon var hjá teimum.
s-12
1928.NTACTS.REL-BIB,.12-test
Og tá ið hann var komin, fóru tey við honum niðan í loftstovuna, og allar einkjurnar stóðu rundan um hann grátandi og vístu honum allar teir kjólar og tær kápur, sum Hindin hevði gjört, meðan hon var hjá teimum.
Men Pætur læt tey öll fara út, og hann fell á knæ og helt bön; og hann vendi sær at líkinum og segði: ' Tabita, reis teg upp!'
s-13
1928.NTACTS.REL-BIB,.13-test
Men Pætur læt tey öll fara út, og hann fell á knæ og helt bön; og hann vendi sær at líkinum og segði: ' Tabita, reis teg upp!'
Og hon læt eyguni upp, og tá ið hon sá Pætur, settist hon upp.
s-14
1928.NTACTS.REL-BIB,.14-test
Og hon læt eyguni upp, og tá ið hon sá Pætur, settist hon upp.
Men hann rætti henni hond sína og reisti hana á fötur; og hann rópaði hini heilagu og einkjurnar og leiddi hana fram livandi.
s-15
1928.NTACTS.REL-BIB,.15-test
Men hann rætti henni hond sína og reisti hana á fötur; og hann rópaði hini heilagu og einkjurnar og leiddi hana fram livandi.
Men hetta frættist um alla Joppe, og mong trúðu á Harran.
s-16
1928.NTACTS.REL-BIB,.16-test
Men hetta frættist um alla Joppe, og mong trúðu á Harran.
Og tað kom so at vera, at hann dvaldist nógvar dagar í Joppe hjá einum, sum æt Símun, einum garvara.
s-17
1928.NTACTS.REL-BIB,.17-test
Og tað kom so at vera, at hann dvaldist nógvar dagar í Joppe hjá einum, sum æt Símun, einum garvara.
Men ein maður var í Kesareu, Kornelius at navni, hövuðsmaður fyri tí herliðinum, sum kallast hitt itáliska; hann var ein rættuligur maður, sum óttaðist Guð við öllum húsi sínum og gav fólkinum nógvar olmussur og bað altíð til Guðs.
s-18
1928.NTACTS.REL-BIB,.18-test
Men ein maður var í Kesareu, Kornelius at navni, hövuðsmaður fyri tí herliðinum, sum kallast hitt itáliska; hann var ein rættuligur maður, sum óttaðist Guð við öllum húsi sínum og gav fólkinum nógvar olmussur og bað altíð til Guðs.
Hann sá skilliga í eini sjón okkurt um nóntíð um dagin ein Guðs eingil koma inn til sín og siga við seg: ' Kornelius!'
s-19
1928.NTACTS.REL-BIB,.19-test
Hann sá skilliga í eini sjón okkurt um nóntíð um dagin ein Guðs eingil koma inn til sín og siga við seg: ' Kornelius!'
Men hann stardi upp á hann og varð ógvuliga ræddur og segði: ' Hvat er tað, Harri?'
s-20
1928.NTACTS.REL-BIB,.20-test
Men hann stardi upp á hann og varð ógvuliga ræddur og segði: ' Hvat er tað, Harri?'
Men hann segði við hann: ' Bönir tínar og olmussur tínar eru farnar upp til áminnilsi hjá Guði.
s-21
1928.NTACTS.REL-BIB,.21-test
Men hann segði við hann: ' Bönir tínar og olmussur tínar eru farnar upp til áminnilsi hjá Guði.
Og send tú nú menn til Joppe og hav boð eftir einum Símuni, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til hjá einum, sum eitur Símun, einum garvara, sum hevur hús við sjógvin.'
s-22
1928.NTACTS.REL-BIB,.22-test
Og send tú nú menn til Joppe og hav boð eftir einum Símuni, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til hjá einum, sum eitur Símun, einum garvara, sum hevur hús við sjógvin.'
Men tá ið eingilin, sum talaði til hansara, var farin, rópaði hann tveir av húsköllum sínum og ein álítandi hermann av teimum, sum altíð vóru um hann; og hann segði teimum frá öllum og sendi teir til Joppe.
s-23
1928.NTACTS.REL-BIB,.23-test
Men tá ið eingilin, sum talaði til hansara, var farin, rópaði hann tveir av húsköllum sínum og ein álítandi hermann av teimum, sum altíð vóru um hann; og hann segði teimum frá öllum og sendi teir til Joppe.
Men dagin eftir, meðan teir vóru á leiðini, og nærkaðust bygdini, fór Pætur upp á takið at halda bön um middagsleitið.
s-24
1928.NTACTS.REL-BIB,.24-test
Men dagin eftir, meðan teir vóru á leiðini, og nærkaðust bygdini, fór Pætur upp á takið at halda bön um middagsleitið.
Og hann kendi sær stóra svongd og vildi fáa okkurt at eta.
s-25
1928.NTACTS.REL-BIB,.25-test
Og hann kendi sær stóra svongd og vildi fáa okkurt at eta.
Men meðan tey gjördu matin til, varð hann frá sær sjálvum, og hann sá himmalin opnan, og ein lut koma niður nakað sum ein stóran dúk, sum eftir teimum fýra hornunum varð sigin niður til jarðar; og á honum vóru öll ferfött djór og skriðdjór á jörðini og himmalsins fuglar.
s-26
1928.NTACTS.REL-BIB,.26-test
Men meðan tey gjördu matin til, varð hann frá sær sjálvum, og hann sá himmalin opnan, og ein lut koma niður nakað sum ein stóran dúk, sum eftir teimum fýra hornunum varð sigin niður til jarðar; og á honum vóru öll ferfött djór og skriðdjór á jörðini og himmalsins fuglar.
Og ein rödd kom til hansara: ' Statt upp, Pætur, drep og et!'
s-27
1928.NTACTS.REL-BIB,.27-test
Og ein rödd kom til hansara: ' Statt upp, Pætur, drep og et!'
Men Pætur segði: ' Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð havi eg etið nakað vanheilagt og óreint!'
s-28
1928.NTACTS.REL-BIB,.28-test
Men Pætur segði: ' Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð havi eg etið nakað vanheilagt og óreint!'
Og upp aftur aðra ferð kom ein rödd til hansara:
s-29
1928.NTACTS.REL-BIB,.29-test
Og upp aftur aðra ferð kom ein rödd til hansara:
' Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!'
s-30
1928.NTACTS.REL-BIB,.30-test
' Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!'
Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt fyri eitt varð luturin tikin upp aftur til himmals.
s-31
1928.NTACTS.REL-BIB,.31-test
Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt fyri eitt varð luturin tikin upp aftur til himmals.
Men meðan Pætur nú var heilt í iva um, hvat ið henda sjónin, sum hann hevði sæð, mundi hava at týða, sí, tá hövdu menninir, sum sendir vóru av Korneliusi, spurt upp húsini hjá Símuni og stóðu fyri durunum; og teir rópaðu inn og spurdu, um Símun, sum varð kallaður við tilnavninum Pætur, helt til har.
s-32
1928.NTACTS.REL-BIB,.32-test
Men meðan Pætur nú var heilt í iva um, hvat ið henda sjónin, sum hann hevði sæð, mundi hava at týða, sí, tá hövdu menninir, sum sendir vóru av Korneliusi, spurt upp húsini hjá Símuni og stóðu fyri durunum; og teir rópaðu inn og spurdu, um Símun, sum varð kallaður við tilnavninum Pætur, helt til har.
Men meðan Pætur grundaði um sjónina, segði andin við hann: ' Sí, tríggir menn leita eftir tær!
s-33
1928.NTACTS.REL-BIB,.33-test
Men meðan Pætur grundaði um sjónina, segði andin við hann: ' Sí, tríggir menn leita eftir tær!
Statt nú upp og far oman, og far avstað við teimum uttan at ivast, tí at eg havi sent teir.'
s-34
1928.NTACTS.REL-BIB,.34-test
Statt nú upp og far oman, og far avstað við teimum uttan at ivast, tí at eg havi sent teir.'
Og Pætur fór oman til menninar og segði: ' Sí, eg eri tann, sum tit leita eftir, hvörji eru örindi tykkara, hví eru tit higar komnir?'
s-35
1928.NTACTS.REL-BIB,.35-test
Og Pætur fór oman til menninar og segði: ' Sí, eg eri tann, sum tit leita eftir, hvörji eru örindi tykkara, hví eru tit higar komnir?'
Men teir sögdu: ' Kornelius, ein hövuðsmaður, ein rættvísur maður, og maður sum óttast Guð og sum hevur gott ummæli hjá öllum Jödafólkinum, hevur fingið tey boðini frá einum heilagum eingli, at hann skuldi heimta teg heim til sín og hoyra, hvat ið tú hevur at siga.'
s-36
1928.NTACTS.REL-BIB,.36-test
Men teir sögdu: ' Kornelius, ein hövuðsmaður, ein rættvísur maður, og maður sum óttast Guð og sum hevur gott ummæli hjá öllum Jödafólkinum, hevur fingið tey boðini frá einum heilagum eingli, at hann skuldi heimta teg heim til sín og hoyra, hvat ið tú hevur at siga.'
Hann bjóðaði teimum tá inn og gav teimum innivist.
s-37
1928.NTACTS.REL-BIB,.37-test
Hann bjóðaði teimum tá inn og gav teimum innivist.
Men dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av bröðrunum úr Joppe fóru við honum.
s-38
1928.NTACTS.REL-BIB,.38-test
Men dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av bröðrunum úr Joppe fóru við honum.
Og dagin eftir komu teir til Kesareu.
s-39
1928.NTACTS.REL-BIB,.39-test
Og dagin eftir komu teir til Kesareu.
Men Kornelius væntaði teir og hevði boðið frændum sínum og næstu vinmonnum saman.
s-40
1928.NTACTS.REL-BIB,.40-test
Men Kornelius væntaði teir og hevði boðið frændum sínum og næstu vinmonnum saman.
Men tá ið tað nú bar so til, at Pætur gekk inn, kom Kornelius móti honum og fell honum til fóta og tilbað hann.
s-41
1928.NTACTS.REL-BIB,.41-test
Men tá ið tað nú bar so til, at Pætur gekk inn, kom Kornelius móti honum og fell honum til fóta og tilbað hann.
Men Pætur reisti hann upp og segði: ' Statt upp!
s-42
1928.NTACTS.REL-BIB,.42-test
Men Pætur reisti hann upp og segði: ' Statt upp!
Eisini eg sjálvur eri ein menniskja!'
s-43
1928.NTACTS.REL-BIB,.43-test
Eisini eg sjálvur eri ein menniskja!'
Og meðan hann samtalaði við hann, fór hann inn og hitti har mangar saman komnar.
s-44
1928.NTACTS.REL-BIB,.44-test
Og meðan hann samtalaði við hann, fór hann inn og hitti har mangar saman komnar.
Og hann segði við teir: ' Tit vita, hvussu ósömiligt tað er fyri ein mann, sum er Jödi, at hava samlag við ella at koma inn hjá manni av öðrum fólki; men mær hevur Guð sýnt, at eg onga menniskju skal halda vanheilaga ella óreina.
s-45
1928.NTACTS.REL-BIB,.45-test
Og hann segði við teir: ' Tit vita, hvussu ósömiligt tað er fyri ein mann, sum er Jödi, at hava samlag við ella at koma inn hjá manni av öðrum fólki; men mær hevur Guð sýnt, at eg onga menniskju skal halda vanheilaga ella óreina.
Tí kom eg eisini uttan at mæla ímót, tá ið boð vórðu send eftir mær.
s-46
1928.NTACTS.REL-BIB,.46-test
Tí kom eg eisini uttan at mæla ímót, tá ið boð vórðu send eftir mær.
Nú spyrji eg, av hvörji orsök tit hava sent boð eftir mær.'
s-47
1928.NTACTS.REL-BIB,.47-test
Nú spyrji eg, av hvörji orsök tit hava sent boð eftir mær.'
Og Kornelius segði: ' Fyri fýra dögum síðan, okkurt um nóntíð líkasum nú, helt eg bön í húsi mínum; og sí, ein maður stóð framman fyri mær í skínandi klæðum; og hann segði: ' Kornelius, bön tín er hoyrd, og olmussugávur tínar eru hugaðar inni fyri Guðs ásjón.
s-48
1928.NTACTS.REL-BIB,.48-test
Og Kornelius segði: ' Fyri fýra dögum síðan, okkurt um nóntíð líkasum nú, helt eg bön í húsi mínum; og sí, ein maður stóð framman fyri mær í skínandi klæðum; og hann segði: ' Kornelius, bön tín er hoyrd, og olmussugávur tínar eru hugaðar inni fyri Guðs ásjón.
Send tí boð til Joppe og fá til tín Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til í húsinum hjá Símuni garvara við sjógvin.'
s-49
1928.NTACTS.REL-BIB,.49-test
Send tí boð til Joppe og fá til tín Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til í húsinum hjá Símuni garvara við sjógvin.'
Tí sendi eg alt fyri eitt boð til tín, og tú gjördi væl, at tú komst.
s-50
1928.NTACTS.REL-BIB,.50-test
Tí sendi eg alt fyri eitt boð til tín, og tú gjördi væl, at tú komst.
Nú eru vit tá öll her til staðar fyri ásjón Guðs fyri at hoyra alt tað, sum tær er boðið av Harranum.'
s-51
1928.NTACTS.REL-BIB,.51-test
Nú eru vit tá öll her til staðar fyri ásjón Guðs fyri at hoyra alt tað, sum tær er boðið av Harranum.'
Men Pætur læt upp munn sín og mælti: ' Av sonnum skilji eg nú, at Guð ger ikki mannamun; men í einum og hvörjum fólki er tann, sum óttast hann og innir rættvísi, honum væl toknaður.
s-52
1928.NTACTS.REL-BIB,.52-test
Men Pætur læt upp munn sín og mælti: ' Av sonnum skilji eg nú, at Guð ger ikki mannamun; men í einum og hvörjum fólki er tann, sum óttast hann og innir rættvísi, honum væl toknaður.
Hitt orðið, hann sendi Ísraels monnum, tá ið hann boðaði gleðiboðskapin um frið við Jesusi Kristi, hann er harri yvir öllum, hitt orðið vita tit um, sum farið er út um alla Júdeu, men tók seg upp í Galileu aftan á tann dópin, sum Jóhannes prædikaði, söguna um Jesus úr Nasaret, hvussu Guð salvaði hann við heilagum anda og kraft, hann sum gekk umkring og gjördi væl og gröddi öll, sum vóru illa stödd av djevlinum; tí at Guð var við honum.
s-53
1928.NTACTS.REL-BIB,.53-test

Og vit eru vitni um alt tað, sum hann gjördi bæði í Jödalandi og í Jerúsalem, hann sum teir eisini tóku av lívi, við tað at teir hongdu hann á eitt træ.
s-54
1928.NTACTS.REL-BIB,.54-test
Og vit eru vitni um alt tað, sum hann gjördi bæði í Jödalandi og í Jerúsalem, hann sum teir eisini tóku av lívi, við tað at teir hongdu hann á eitt træ.
Hann reisti Guð upp triðja dagin og læt hann opinberast, ikki fyri öllum fólkinum, men fyri vitnunum, sum áður vóru vald út av Guði, okkum, sum ótu og drukku við honum, eftir tað at hann var risin upp frá deyðum.
s-55
1928.NTACTS.REL-BIB,.55-test
Hann reisti Guð upp triðja dagin og læt hann opinberast, ikki fyri öllum fólkinum, men fyri vitnunum, sum áður vóru vald út av Guði, okkum, sum ótu og drukku við honum, eftir tað at hann var risin upp frá deyðum.
Og hann beyð okkum at prædika fyri fólkinum og at vitna, at hann er tann, sum av Guði er skilaður til sum dómari yvir livandi og deyðum.
s-56
1928.NTACTS.REL-BIB,.56-test
Og hann beyð okkum at prædika fyri fólkinum og at vitna, at hann er tann, sum av Guði er skilaður til sum dómari yvir livandi og deyðum.
Honum bera allir profetarnir tann vitnisburð, at ein og hvör, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld.'
s-57
1928.NTACTS.REL-BIB,.57-test
Honum bera allir profetarnir tann vitnisburð, at ein og hvör, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld.'
Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fell heilagur andi yvir öll tey, sum hoyrdu orðið.
s-58
1928.NTACTS.REL-BIB,.58-test
Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fell heilagur andi yvir öll tey, sum hoyrdu orðið.
Og hinir trúgvandi, sum umskornir vóru, allir teir, sum vóru komnir við Pæturi vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva heilaga andans varð úthelt eisini yvir heidningarnar; tí at teir hoyrdu tey tala í tungum og hálova Guði.
s-59
1928.NTACTS.REL-BIB,.59-test
Og hinir trúgvandi, sum umskornir vóru, allir teir, sum vóru komnir við Pæturi vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva heilaga andans varð úthelt eisini yvir heidningarnar; tí at teir hoyrdu tey tala í tungum og hálova Guði.
Tá tók Pætur til orða:
s-60
1928.NTACTS.REL-BIB,.60-test
Tá tók Pætur til orða:
' Man nakar kunna meina vatnið, so at hesi ikki skulu verða doypt, sum hava fingið heilagan anda eins og vit?'
s-61
1928.NTACTS.REL-BIB,.61-test
' Man nakar kunna meina vatnið, so at hesi ikki skulu verða doypt, sum hava fingið heilagan anda eins og vit?'
Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists.
s-62
1928.NTACTS.REL-BIB,.62-test
Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists.
Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar.
s-63
1928.NTACTS.REL-BIB,.63-test
Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar.
Men ápostlarnir og bröðurnir, sum vóru í Júdeu, hoyrdu, at heidningar eisini hövdu tikið við Guðs orði.
s-64
1928.NTACTS.REL-BIB,.64-test
Men ápostlarnir og bröðurnir, sum vóru í Júdeu, hoyrdu, at heidningar eisini hövdu tikið við Guðs orði.
Og tá ið Pætur kom niðan til Jerúsalem, átalaðu hinir av umskeringini hann og sögdu: ' Tú ert farin inn til óumskornar menn og hevur etið saman við teimum.'
s-65
1928.NTACTS.REL-BIB,.65-test
Og tá ið Pætur kom niðan til Jerúsalem, átalaðu hinir av umskeringini hann og sögdu: ' Tú ert farin inn til óumskornar menn og hevur etið saman við teimum.'
Men Pætur tók undir og greiddi teimum frá öllum tilburðinum, hvörjum eftir öðrum, og segði: ' Eg var staddur í bygdini Joppe og helt bön; og eg sá eina sjón, í tí eg varð frá mær sjálvum: ein lut koma niður, nakað sum ein stóran dúk verða lestan niður eftir teimum fýra hornunum frá himlinum, og hann kom heilt tætt til mín.
s-66
1928.NTACTS.REL-BIB,.66-test

Og eg stardi á hann og hugdi at honum, og eg sá tá hini ferföttu djórini á jörðini og villdjór og skriðdjór og himmalsins fuglar.
s-67
1928.NTACTS.REL-BIB,.67-test
Og eg stardi á hann og hugdi at honum, og eg sá tá hini ferföttu djórini á jörðini og villdjór og skriðdjór og himmalsins fuglar.
Og eg hoyrdi eisini eina rödd siga við meg: ' Statt upp, Pætur, drep og et!'
s-68
1928.NTACTS.REL-BIB,.68-test
Og eg hoyrdi eisini eina rödd siga við meg: ' Statt upp, Pætur, drep og et!'
Men eg segði: ' Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð er nakað vanheilagt ella óreint komið mær í munn!'
s-69
1928.NTACTS.REL-BIB,.69-test
Men eg segði: ' Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð er nakað vanheilagt ella óreint komið mær í munn!'
Men röddin svaraði mær aðra ferð av himlinum: ' Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!'
s-70
1928.NTACTS.REL-BIB,.70-test
Men röddin svaraði mær aðra ferð av himlinum: ' Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!'
Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt varð so aftur drigið upp í himmalin.
s-71
1928.NTACTS.REL-BIB,.71-test
Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt varð so aftur drigið upp í himmalin.
Og sí, í somu stund stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, sum eg var í, sendir frá Kesareu til mín.
s-72
1928.NTACTS.REL-BIB,.72-test
Og sí, í somu stund stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, sum eg var í, sendir frá Kesareu til mín.
Og andin segði við meg, at eg ikki skuldi ivast í at fara við teimum.
s-73
1928.NTACTS.REL-BIB,.73-test
Og andin segði við meg, at eg ikki skuldi ivast í at fara við teimum.
Í ferðini við mær vóru eisini hesir seks bröðurnir, og vit komu inn í húsini hjá manninum.
s-74
1928.NTACTS.REL-BIB,.74-test
Í ferðini við mær vóru eisini hesir seks bröðurnir, og vit komu inn í húsini hjá manninum.
Og hann segði okkum frá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa inni í húsi sínum og siga: ' Send boð til Joppe og heimta Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann skal tala orð til tín, sum tú skalt verða frelstur við og alt hús títt.'
s-75
1928.NTACTS.REL-BIB,.75-test
Og hann segði okkum frá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa inni í húsi sínum og siga: ' Send boð til Joppe og heimta Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann skal tala orð til tín, sum tú skalt verða frelstur við og alt hús títt.'
Men alt fyri eitt eg tók at tala, fell heilagi andin á tey eins og á okkum í fyrstuni.
s-76
1928.NTACTS.REL-BIB,.76-test
Men alt fyri eitt eg tók at tala, fell heilagi andin á tey eins og á okkum í fyrstuni.
Tá kom eg at minnast á orð Harrans, at hann segði: ' Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda.'
s-77
1928.NTACTS.REL-BIB,.77-test
Tá kom eg at minnast á orð Harrans, at hann segði: ' Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda.'
Um nú so er, at Guð hevur givið teimum somu gávu sum okkum, sum trúðu á Harran Jesus Krist, hvör var tá eg, at eg skuldi vera mentur at forða Guði?'
s-78
1928.NTACTS.REL-BIB,.78-test
Um nú so er, at Guð hevur givið teimum somu gávu sum okkum, sum trúðu á Harran Jesus Krist, hvör var tá eg, at eg skuldi vera mentur at forða Guði?'
Men tá ið teir hoyrdu hetta, sissaðust teir, og teir lovaðu Guði og sögdu: ' So hevur Guð tá eisini givið heidningunum umvending til lívs.'
s-79
1928.NTACTS.REL-BIB,.79-test
Men tá ið teir hoyrdu hetta, sissaðust teir, og teir lovaðu Guði og sögdu: ' So hevur Guð tá eisini givið heidningunum umvending til lívs.'
Tey, sum nú vóru spjödd um av teirri trongdini, sum stóðst av Stefani, fóru allan vegin líka til Fönikíu og Kýpern og Antiókiu og talaðu ikki orðið til nakran uttan bert til Jödar.
s-80
1928.NTACTS.REL-BIB,.80-test
Tey, sum nú vóru spjödd um av teirri trongdini, sum stóðst av Stefani, fóru allan vegin líka til Fönikíu og Kýpern og Antiókiu og talaðu ikki orðið til nakran uttan bert til Jödar.
Men teirra millum vóru nakrir menn frá Kýpern og Kýrene, og tá ið hesir somu komu til Antiokíu, talaðu teir eisini til Grikkar og boðaðu gleðiboðskapin um Harran Jesus.
s-81
1928.NTACTS.REL-BIB,.81-test
Men teirra millum vóru nakrir menn frá Kýpern og Kýrene, og tá ið hesir somu komu til Antiokíu, talaðu teir eisini til Grikkar og boðaðu gleðiboðskapin um Harran Jesus.
Og hond Harrans var við teimum, og eitt stórt tal, sum tók við trúgv, vendi um til Harrans.
s-82
1928.NTACTS.REL-BIB,.82-test
Og hond Harrans var við teimum, og eitt stórt tal, sum tók við trúgv, vendi um til Harrans.
Men tíðindini um tey komu fyri oyruni á kirkjuliðinum, sum var í Jerúsalem, og tey sendu Barnabas avstað til Antiokíu.
s-83
1928.NTACTS.REL-BIB,.83-test
Men tíðindini um tey komu fyri oyruni á kirkjuliðinum, sum var í Jerúsalem, og tey sendu Barnabas avstað til Antiokíu.
Tá ið hann kom hagar og sá Guðs náði, gleddist hann, og áminti öll um at halda fast við Harran eftir hjartans ráði; tí at hann var ein góður maður og fullur av heilagum anda og trúgv; og ein stórur skari varð fördur til Harrans.
s-84
1928.NTACTS.REL-BIB,.84-test
Tá ið hann kom hagar og sá Guðs náði, gleddist hann, og áminti öll um at halda fast við Harran eftir hjartans ráði; tí at hann var ein góður maður og fullur av heilagum anda og trúgv; og ein stórur skari varð fördur til Harrans.
Og hann fór avstað til Tarsus at leita upp Saul, og tá ið hann hevði funnið hann, fór hann við honum til Antiokíu.
s-85
1928.NTACTS.REL-BIB,.85-test
Og hann fór avstað til Tarsus at leita upp Saul, og tá ið hann hevði funnið hann, fór hann við honum til Antiokíu.
Og tað kom so at verða, at teir vóru saman eitt heilt ár hjá kirkjuliðinum og lærdu ein stóran skara av fólki, og í Antiokíu vórðu lærusveinarnir fyrst kallaðir kristnir.
s-86
1928.NTACTS.REL-BIB,.86-test
Og tað kom so at verða, at teir vóru saman eitt heilt ár hjá kirkjuliðinum og lærdu ein stóran skara av fólki, og í Antiokíu vórðu lærusveinarnir fyrst kallaðir kristnir.
Men í teimum dögunum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiókiu.
s-87
1928.NTACTS.REL-BIB,.87-test
Men í teimum dögunum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiókiu.
Og ein teirra, Agabus at navni, steig fram og boðaði av andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; og hon kom eisini, meðan Klaudius var keisari.
s-88
1928.NTACTS.REL-BIB,.88-test
Og ein teirra, Agabus at navni, steig fram og boðaði av andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; og hon kom eisini, meðan Klaudius var keisari.
Men lærusveinarnir gjördu tað av, at ein og hvör av teimum eftir sínum förimuni skuldi senda bröðrunum, sum búðu í Júdeu, nakað til hjálpar, sum teir eisini gjördu, og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu.
s-89
1928.NTACTS.REL-BIB,.89-test
Men lærusveinarnir gjördu tað av, at ein og hvör av teimum eftir sínum förimuni skuldi senda bröðrunum, sum búðu í Júdeu, nakað til hjálpar, sum teir eisini gjördu, og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu.
Men um hetta mundið legði Heródes kongur hendur á nakrar av kirkjuliðinum og fór illa við teimum.
s-90
1928.NTACTS.REL-BIB,.90-test
Men um hetta mundið legði Heródes kongur hendur á nakrar av kirkjuliðinum og fór illa við teimum.
Og hann tók lívið av Jákupi, bróður Jóhannesar, við svörði.
s-91
1928.NTACTS.REL-BIB,.91-test
Og hann tók lívið av Jákupi, bróður Jóhannesar, við svörði.
Og tá ið hann sá, at Jödum líkaði hetta væl, helt hann fram og tók eisini Pætur; men hetta var í dögum hinna ósúrgaðu breyða; og tá ið hann hevði tikið hann, setti hann hann í fangahús og gav hann í varðveitslu hjá fýra vaktarskiftum, fýra hermenn í hvörjum, við tað at hann ætlaði sær eftir páskirnar at föra hann fram fyri fólkið.
s-92
1928.NTACTS.REL-BIB,.92-test

Vakt varð tá hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men bön varð biðin til Guðs uttan íhald av kirkjuliðinum fyri honum.
s-93
1928.NTACTS.REL-BIB,.93-test
Vakt varð tá hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men bön varð biðin til Guðs uttan íhald av kirkjuliðinum fyri honum.
Men tá ið Heródes ætlaði at fara at föra hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn, bundin við tveimum leinkjum, og varðmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt um fangahúsið.
s-94
1928.NTACTS.REL-BIB,.94-test
Men tá ið Heródes ætlaði at fara at föra hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn, bundin við tveimum leinkjum, og varðmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt um fangahúsið.
Og sí, eingil Harrans stóð har, og ljós skein í fangarúminum, og hann sló Pætur í síðuna og vakti hann og segði: ' Skunda tær og statt upp!'
s-95
1928.NTACTS.REL-BIB,.95-test
Og sí, eingil Harrans stóð har, og ljós skein í fangarúminum, og hann sló Pætur í síðuna og vakti hann og segði: ' Skunda tær og statt upp!'
Og leinkjurnar fullu av hondunum á honum.
s-96
1928.NTACTS.REL-BIB,.96-test
Og leinkjurnar fullu av hondunum á honum.
Men eingilin segði við hann: ' Gyrð teg, og lat teg í skógvar tínar!'
s-97
1928.NTACTS.REL-BIB,.97-test
Men eingilin segði við hann: ' Gyrð teg, og lat teg í skógvar tínar!'
Hann so gjördi.
s-98
1928.NTACTS.REL-BIB,.98-test
Hann so gjördi.
Og hann segði við hann: ' Kasta kappan um teg og fylg mær!'
s-99
1928.NTACTS.REL-BIB,.99-test
Og hann segði við hann: ' Kasta kappan um teg og fylg mær!'
Og hann fór út og fylgdi honum, og hann visti ikki, at hetta, sum eingilin gjördi, var soleiðis í roynd og veru; men hann helt seg síggja eina sjón.
s-100
1928.NTACTS.REL-BIB,.100-test
Og hann fór út og fylgdi honum, og hann visti ikki, at hetta, sum eingilin gjördi, var soleiðis í roynd og veru; men hann helt seg síggja eina sjón.
Edit as list • Text view • Dependency trees