Text view

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttrain

Javascript seems to be turned off, or there was a communication error. Turn on Javascript for more display options.

indexsentence 29 - 39 < sentence 40 - 50 > sentence 51 - 61

Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus. Men Jesus vendi sær á, og hann teir koma aftan á seg, sigur hann við teir: ' Hvörjum leita tit eftir?' Men teir sögdu við hann: ' Rabbi sum útlagt merkir: meistari, hvar býrt ?' Hann sigur við teir: ' Komið og síggið!' Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma. Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum hövdu hoyrt hetta av Jóhannesi og hövdu fylgt honum. Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: ' Vit hava funnið Messias' sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður. Og hann fördi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: ' ert Símun, sonur Jónasar, skalt verða kallaður Kefas sum er útlagt: Petros; tað er: klettur. Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: ' Fylg mær!' Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs.

Download XMLDownload textSentence viewDependency trees