Sentence view
Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC
Language | Faroese |
---|
Project | FarPaHC |
---|
Corpus Part | train |
---|
showing 301 - 400 of 1020 • previous • next
Jödarnir leitaðu tí eftir honum á hátíðini og sögdu: ' Hvar er hann?'
s-301
1936.NTJOHN.REL-BIB,.301
Jödarnir leitaðu tí eftir honum á hátíðini og sögdu: ' Hvar er hann?'
Og har var nógv tos um hann millum manna; summir sögdu: ' Hann er ein góður maður;'
s-302
1936.NTJOHN.REL-BIB,.302
Og har var nógv tos um hann millum manna; summir sögdu: ' Hann er ein góður maður;'
men aðrir sögdu: ' Nei, heldur villleiðir hann fólkið.'
s-303
1936.NTJOHN.REL-BIB,.303
men aðrir sögdu: ' Nei, heldur villleiðir hann fólkið.'
Tó talaði eingin beint fram um hann av ótta fyri Jödunum.
s-304
1936.NTJOHN.REL-BIB,.304
Tó talaði eingin beint fram um hann av ótta fyri Jödunum.
Men tá ið hátíðin var hálvliðin, gekk Jesus niðan í halgidómin og lærdi.
s-305
1936.NTJOHN.REL-BIB,.305
Men tá ið hátíðin var hálvliðin, gekk Jesus niðan í halgidómin og lærdi.
Jödarnir undraðust nú og sögdu: ' Hvaðan hevur hann lærdóm sín, tá ið hann er ólærdur?'
s-306
1936.NTJOHN.REL-BIB,.306
Jödarnir undraðust nú og sögdu: ' Hvaðan hevur hann lærdóm sín, tá ið hann er ólærdur?'
Tá svaraði Jesus teimum og segði: ' Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg.
s-307
1936.NTJOHN.REL-BIB,.307
Tá svaraði Jesus teimum og segði: ' Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg.
Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvört hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum.
s-308
1936.NTJOHN.REL-BIB,.308
Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvört hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum.
Tann, sum talar av sær sjálvum, sökir sína egnu æru; men tann, sum sökir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum.
s-309
1936.NTJOHN.REL-BIB,.309
Tann, sum talar av sær sjálvum, sökir sína egnu æru; men tann, sum sökir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum.
Hevur Móses givið tykkum lógina?
s-310
1936.NTJOHN.REL-BIB,.310
Hevur Móses givið tykkum lógina?
Og eingin tykkara heldur lógina.
s-311
1936.NTJOHN.REL-BIB,.311
Og eingin tykkara heldur lógina.
Hví royna tit at taka meg av dögum?'
s-312
1936.NTJOHN.REL-BIB,.312
Hví royna tit at taka meg av dögum?'
Mannamúgvan svaraði: ' Tú hevur ein illan anda.
s-313
1936.NTJOHN.REL-BIB,.313
Mannamúgvan svaraði: ' Tú hevur ein illan anda.
Hvör roynir at taka teg av dögum?'
s-314
1936.NTJOHN.REL-BIB,.314
Hvör roynir at taka teg av dögum?'
Jesus svaraði og segði við teir: ' Ein gerning gjördi eg, og tit undrast allir á hann.
s-315
1936.NTJOHN.REL-BIB,.315
Jesus svaraði og segði við teir: ' Ein gerning gjördi eg, og tit undrast allir á hann.
Móses hevur givið tykkum umskeringina ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum og tit umskera mann um hvíludagin.
s-316
1936.NTJOHN.REL-BIB,.316
Móses hevur givið tykkum umskeringina ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum og tit umskera mann um hvíludagin.
Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjördi allan mannin frískan ein hvíludag?
s-317
1936.NTJOHN.REL-BIB,.317
Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjördi allan mannin frískan ein hvíludag?
Dömið ikki eftir útsjónd, men dömið rættvísan dóm!'
s-318
1936.NTJOHN.REL-BIB,.318
Dömið ikki eftir útsjónd, men dömið rættvísan dóm!'
Tá sögdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: ' Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa?
s-319
1936.NTJOHN.REL-BIB,.319
Tá sögdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: ' Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa?
Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann.
s-320
1936.NTJOHN.REL-BIB,.320
Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann.
Munnu hövuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus?
s-321
1936.NTJOHN.REL-BIB,.321
Munnu hövuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus?
Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.'
s-322
1936.NTJOHN.REL-BIB,.322
Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.'
Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: ' Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og tó eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki.
s-323
1936.NTJOHN.REL-BIB,.323
Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: ' Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og tó eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki.
Eg kenni hann, tí at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.'
s-324
1936.NTJOHN.REL-BIB,.324
Eg kenni hann, tí at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.'
Teir ætlaðu tá at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, tí at enn var tími hansara ikki komin.
s-325
1936.NTJOHN.REL-BIB,.325
Teir ætlaðu tá at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, tí at enn var tími hansara ikki komin.
Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir sögdu: ' Tá ið Kristus kemur, man hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjört?'
s-326
1936.NTJOHN.REL-BIB,.326
Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir sögdu: ' Tá ið Kristus kemur, man hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjört?'
Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mölmaði hetta um hann; og hövuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann.
s-327
1936.NTJOHN.REL-BIB,.327
Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mölmaði hetta um hann; og hövuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann.
Tá segði Jesus: ' Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg.
s-328
1936.NTJOHN.REL-BIB,.328
Tá segði Jesus: ' Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg.
Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.'
s-329
1936.NTJOHN.REL-BIB,.329
Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.'
Tá sögdu Jödarnir sín ámillum: ' Hvar man hann ætla sær at fara, tá ið vit ikki skulu finna hann?
s-330
1936.NTJOHN.REL-BIB,.330
Tá sögdu Jödarnir sín ámillum: ' Hvar man hann ætla sær at fara, tá ið vit ikki skulu finna hann?
Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar?
s-331
1936.NTJOHN.REL-BIB,.331
Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar?
Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði:
s-332
1936.NTJOHN.REL-BIB,.332
Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði:
Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?'
s-333
1936.NTJOHN.REL-BIB,.333
Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?'
Men síðsta dagin, tann största á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: ' Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!
s-334
1936.NTJOHN.REL-BIB,.334
Men síðsta dagin, tann största á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: ' Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!
Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna lökir við livandi vatni.'
s-335
1936.NTJOHN.REL-BIB,.335
Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna lökir við livandi vatni.'
Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur.
s-336
1936.NTJOHN.REL-BIB,.336
Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur.
Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, sögdu nú: ' Sanniliga er hesin profeturin.'
s-337
1936.NTJOHN.REL-BIB,.337
Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, sögdu nú: ' Sanniliga er hesin profeturin.'
Aðrir sögdu: ' Hesin er Kristus.'
s-338
1936.NTJOHN.REL-BIB,.338
Aðrir sögdu: ' Hesin er Kristus.'
Men summir sögdu: ' Man tá Kristus koma úr Galileu?
s-339
1936.NTJOHN.REL-BIB,.339
Men summir sögdu: ' Man tá Kristus koma úr Galileu?
Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?'
s-340
1936.NTJOHN.REL-BIB,.340
Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?'
Nú var ósemja millum manna um hann, og summir av teimum hövdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann.
s-341
1936.NTJOHN.REL-BIB,.341
Nú var ósemja millum manna um hann, og summir av teimum hövdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann.
Sveinarnir komu tá aftur til hövuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir sögdu við teir: ' Hví tóku tit hann ikki við tykkum?'
s-342
1936.NTJOHN.REL-BIB,.342
Sveinarnir komu tá aftur til hövuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir sögdu við teir: ' Hví tóku tit hann ikki við tykkum?'
Sveinarnir svaraðu: ' Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.'
s-343
1936.NTJOHN.REL-BIB,.343
Sveinarnir svaraðu: ' Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.'
Fariseararnir svaraðu teimum tá: ' Eru tit við vilstir burtur av leið?
s-344
1936.NTJOHN.REL-BIB,.344
Fariseararnir svaraðu teimum tá: ' Eru tit við vilstir burtur av leið?
Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum?
s-345
1936.NTJOHN.REL-BIB,.345
Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum?
Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.'
s-346
1936.NTJOHN.REL-BIB,.346
Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.'
Nikodemus hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra sigur við teir: ' Dömir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?'
s-347
1936.NTJOHN.REL-BIB,.347
Nikodemus hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra sigur við teir: ' Dömir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?'
Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Ert tú eisini úr Galileu?
s-348
1936.NTJOHN.REL-BIB,.348
Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Ert tú eisini úr Galileu?
Granska eftir, so fært tú at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!'
s-349
1936.NTJOHN.REL-BIB,.349
Granska eftir, so fært tú at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!'
Og teir fóru heim, hvör til sín.
s-350
1936.NTJOHN.REL-BIB,.350
Og teir fóru heim, hvör til sín.
Men Jesus fór til Oljufjallið.
s-351
1936.NTJOHN.REL-BIB,.351
Men Jesus fór til Oljufjallið.
Men tíðliga á morgni kom hann aftur í halgidómin, og alt fólkið kom til hansara, og hann settist niður og lærdi tey.
s-352
1936.NTJOHN.REL-BIB,.352
Men tíðliga á morgni kom hann aftur í halgidómin, og alt fólkið kom til hansara, og hann settist niður og lærdi tey.
Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu, sum var tikin í hordómi, og teir stilla hana mitt framman fyri hann, og siga við hann: ' Meistari, henda konan er beinleiðis tikin í tí at dríva hor.
s-353
1936.NTJOHN.REL-BIB,.353
Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu, sum var tikin í hordómi, og teir stilla hana mitt framman fyri hann, og siga við hann: ' Meistari, henda konan er beinleiðis tikin í tí at dríva hor.
Í lógini hevur nú Móses boðið okkum, at slíkar konur skulu verða steinaðar; hvat sigur nú tú?'
s-354
1936.NTJOHN.REL-BIB,.354
Í lógini hevur nú Móses boðið okkum, at slíkar konur skulu verða steinaðar; hvat sigur nú tú?'
Men hetta sögdu teir fyri at freista hann, so at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri.
s-355
1936.NTJOHN.REL-BIB,.355
Men hetta sögdu teir fyri at freista hann, so at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri.
Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jörðina.
s-356
1936.NTJOHN.REL-BIB,.356
Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jörðina.
Men tá ið teir hildu á at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: ' Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!'
s-357
1936.NTJOHN.REL-BIB,.357
Men tá ið teir hildu á at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: ' Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!'
Og hann lútaði seg aftur niður og skrivaði á jörðina.
s-358
1936.NTJOHN.REL-BIB,.358
Og hann lútaði seg aftur niður og skrivaði á jörðina.
Men tá ið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvör eftir annan, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og konan framman fyri honum.
s-359
1936.NTJOHN.REL-BIB,.359
Men tá ið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvör eftir annan, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og konan framman fyri honum.
Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: ' Kona, hvar eru teir?
s-360
1936.NTJOHN.REL-BIB,.360
Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: ' Kona, hvar eru teir?
Dómfeldi eingin teg?'
s-361
1936.NTJOHN.REL-BIB,.361
Dómfeldi eingin teg?'
Men hon svaraði: ' Eingin, harri.'
s-362
1936.NTJOHN.REL-BIB,.362
Men hon svaraði: ' Eingin, harri.'
Men Jesus segði: ' Eg dómfelli teg ikki heldur.
s-363
1936.NTJOHN.REL-BIB,.363
Men Jesus segði: ' Eg dómfelli teg ikki heldur.
Far avstað, synda ikki longur!'
s-364
1936.NTJOHN.REL-BIB,.364
Far avstað, synda ikki longur!'
Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: ' Eg eri ljós heimsins.
s-365
1936.NTJOHN.REL-BIB,.365
Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: ' Eg eri ljós heimsins.
Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.'
s-366
1936.NTJOHN.REL-BIB,.366
Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.'
Tá sögdu Fariseararnir við hann: ' Tú vitnar um teg sjálvan; vitnisburður tín er ikki sannur.'
s-367
1936.NTJOHN.REL-BIB,.367
Tá sögdu Fariseararnir við hann: ' Tú vitnar um teg sjálvan; vitnisburður tín er ikki sannur.'
Jesus svaraði og segði við teir: ' Um eg so vitni um meg sjálvan, er vitnisburður mín sannur, tí at eg veit, hvaðan eg eri komin og hvar eg fari.
s-368
1936.NTJOHN.REL-BIB,.368
Jesus svaraði og segði við teir: ' Um eg so vitni um meg sjálvan, er vitnisburður mín sannur, tí at eg veit, hvaðan eg eri komin og hvar eg fari.
Men tit vita ikki, hvaðan eg komi ella hvar eg fari.
s-369
1936.NTJOHN.REL-BIB,.369
Men tit vita ikki, hvaðan eg komi ella hvar eg fari.
Tit döma eftir holdinum, eg dömi ongan; og um eg so dömi, er dómur mín sannur, tí at eg eri ikki einsamallur, men eg og faðirin, sum sendi meg.
s-370
1936.NTJOHN.REL-BIB,.370
Tit döma eftir holdinum, eg dömi ongan; og um eg so dömi, er dómur mín sannur, tí at eg eri ikki einsamallur, men eg og faðirin, sum sendi meg.
Og í lóg tykkara stendur skrivað, at vitnisburður tveggja manna er sannur.
s-371
1936.NTJOHN.REL-BIB,.371
Og í lóg tykkara stendur skrivað, at vitnisburður tveggja manna er sannur.
Eg eri tann, sum vitni um meg sjálvan, og faðirin, sum sendi meg, vitnar um meg.'
s-372
1936.NTJOHN.REL-BIB,.372
Eg eri tann, sum vitni um meg sjálvan, og faðirin, sum sendi meg, vitnar um meg.'
Teir sögdu tá við hann: ' Hvar er faðir tín?'
s-373
1936.NTJOHN.REL-BIB,.373
Teir sögdu tá við hann: ' Hvar er faðir tín?'
Jesus svaraði: ' Hvörki kenna tit meg ella faðir mín.
s-374
1936.NTJOHN.REL-BIB,.374
Jesus svaraði: ' Hvörki kenna tit meg ella faðir mín.
Kendu tit meg, so kendu tit eisini faðir mín.'
s-375
1936.NTJOHN.REL-BIB,.375
Kendu tit meg, so kendu tit eisini faðir mín.'
Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, tí at tími hansara var enn ikki komin.
s-376
1936.NTJOHN.REL-BIB,.376
Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, tí at tími hansara var enn ikki komin.
Hann segði nú aftur við teir: ' Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara.
s-377
1936.NTJOHN.REL-BIB,.377
Hann segði nú aftur við teir: ' Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara.
Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.'
s-378
1936.NTJOHN.REL-BIB,.378
Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.'
Jödarnir sögdu tá: ' Man hann ætla at forkoma sær, við tað at hann sigur: Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma?'
s-379
1936.NTJOHN.REL-BIB,.379
Jödarnir sögdu tá: ' Man hann ætla at forkoma sær, við tað at hann sigur: Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma?'
Og hann segði við teir: ' Tit eru niðan úr neðra, eg eri oman úr erva; tit eru úr hesum heimi, eg eri ikki úr hesum heimi.
s-380
1936.NTJOHN.REL-BIB,.380
Og hann segði við teir: ' Tit eru niðan úr neðra, eg eri oman úr erva; tit eru úr hesum heimi, eg eri ikki úr hesum heimi.
Tí segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í syndum tykkara; tí at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.'
s-381
1936.NTJOHN.REL-BIB,.381
Tí segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í syndum tykkara; tí at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.'
Teir sögdu tá við hann: ' Hvör ert tú?'
s-382
1936.NTJOHN.REL-BIB,.382
Teir sögdu tá við hann: ' Hvör ert tú?'
Jesus segði við teir: ' Beint tað, sum eg frá fyrsta sinni havi sagt tykkum.
s-383
1936.NTJOHN.REL-BIB,.383
Jesus segði við teir: ' Beint tað, sum eg frá fyrsta sinni havi sagt tykkum.
Eg havi mangt at tala og döma um tykkum; men hann, sum sendi meg, er sannorðaður, og tað, sum eg havi hoyrt av honum, tali eg til heimin.'
s-384
1936.NTJOHN.REL-BIB,.384
Eg havi mangt at tala og döma um tykkum; men hann, sum sendi meg, er sannorðaður, og tað, sum eg havi hoyrt av honum, tali eg til heimin.'
Teir skildu ikki, at hann talaði um faðirin við teir.
s-385
1936.NTJOHN.REL-BIB,.385
Teir skildu ikki, at hann talaði um faðirin við teir.
Jesus segði tí: ' Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað.
s-386
1936.NTJOHN.REL-BIB,.386
Jesus segði tí: ' Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað.
Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.'
s-387
1936.NTJOHN.REL-BIB,.387
Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.'
Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann.
s-388
1936.NTJOHN.REL-BIB,.388
Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann.
Jesus segði tá við teir Jödar, sum tikið hövdu við trúgv á hann: ' Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.'
s-389
1936.NTJOHN.REL-BIB,.389
Jesus segði tá við teir Jödar, sum tikið hövdu við trúgv á hann: ' Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.'
Teir svaraðu honum: ' Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nökrum.
s-390
1936.NTJOHN.REL-BIB,.390
Teir svaraðu honum: ' Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nökrum.
Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?'
s-391
1936.NTJOHN.REL-BIB,.391
Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?'
Jesus svaraði teimum: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvör tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini.
s-392
1936.NTJOHN.REL-BIB,.392
Jesus svaraði teimum: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvör tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini.
Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir.
s-393
1936.NTJOHN.REL-BIB,.393
Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir.
Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.
s-394
1936.NTJOHN.REL-BIB,.394
Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.
Eg veit, at tit eru eftirkomarar Ábrahams, men tit royna at fáa dripið meg, av tí at orð mítt ikki fær rúm hjá tykkum.
s-395
1936.NTJOHN.REL-BIB,.395
Eg veit, at tit eru eftirkomarar Ábrahams, men tit royna at fáa dripið meg, av tí at orð mítt ikki fær rúm hjá tykkum.
Eg tali tað, sum eg havi sæð hjá faðir mínum, og soleiðis gera tit eisini tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.'
s-396
1936.NTJOHN.REL-BIB,.396
Eg tali tað, sum eg havi sæð hjá faðir mínum, og soleiðis gera tit eisini tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.'
Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Faðir okkara er Ábraham.'
s-397
1936.NTJOHN.REL-BIB,.397
Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Faðir okkara er Ábraham.'
Jesus sigur við teir: ' Vóru tit börn Ábrahams, tá gjördu tit gerningar Ábrahams.
s-398
1936.NTJOHN.REL-BIB,.398
Jesus sigur við teir: ' Vóru tit börn Ábrahams, tá gjördu tit gerningar Ábrahams.
Men nú royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði.
s-399
1936.NTJOHN.REL-BIB,.399
Men nú royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði.
Hetta gjördi Ábraham ikki.
s-400
1936.NTJOHN.REL-BIB,.400
Hetta gjördi Ábraham ikki.
Edit as list • Text view • Dependency trees