Sentence view Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC Language Faroese Project FarPaHC Corpus Part train
Text: Transcription Written form - Colors
showing 101 - 200 of 1020 • previous • next
Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimörkini , soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður , til tess at ein og hvör , sum trýr , skal hava ævigt lív í honum . Tí at so elskaði Guð heimin , at hann gav son sín , hin einborna , til tess at ein og hvör , sum trýr á hann , ikki skal glatast , men hava ævigt lív . Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin , til tess at hann skal döma heimin , men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum .
s-101
1936.NTJOHN.REL-BIB,.101
Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimörkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, til tess at ein og hvör, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvör, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal döma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.
Tann , sum trýr á hann , verður ikki dömdur .
s-102
1936.NTJOHN.REL-BIB,.102
Tann, sum trýr á hann, verður ikki dömdur.
Tann , sum ikki trýr , er longu dömdur , við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar .
s-103
1936.NTJOHN.REL-BIB,.103
Tann, sum ikki trýr, er longu dömdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar.
Men hesin er dómurin , at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið , tí at gerningar teirra vóru óndir . Tí at ein og hvör , sum ger tað , ið ilt er , hatar ljósið og kemur ikki til ljósið , til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir .
s-104
1936.NTJOHN.REL-BIB,.104
Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir. Tí at ein og hvör, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir.
Men tann , sum ger sannleikan , kemur til ljósið , til tess at gerningar hansara mega verða opinberir , tí at teir eru gjördir í Guði . '
s-105
1936.NTJOHN.REL-BIB,.105
Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjördir í Guði.'
Eftir hetta kom Jesus og lærusveinar hansara til Júdeulands , og har dvaldist hann við teimum og doypti .
s-106
1936.NTJOHN.REL-BIB,.106
Eftir hetta kom Jesus og lærusveinar hansara til Júdeulands, og har dvaldist hann við teimum og doypti.
Men Jóhannes doypti eisini í Ænon , nær við Salem , tí at har var nógv vatn .
s-107
1936.NTJOHN.REL-BIB,.107
Men Jóhannes doypti eisini í Ænon, nær við Salem, tí at har var nógv vatn.
Og tey komu hagar og lótu seg doypa . Tí at enn var Jóhannes ikki kastaður í fongsil .
s-108
1936.NTJOHN.REL-BIB,.108
Og tey komu hagar og lótu seg doypa. Tí at enn var Jóhannes ikki kastaður í fongsil.
Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jöda um reinsan .
s-109
1936.NTJOHN.REL-BIB,.109
Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jöda um reinsan.
Og teir komu til Jóhannesar og sögdu við hann : ' Rabbi , tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan , hann sum tú vitnaði um , sí , hann doypir , og allir koma til hansara . '
s-110
1936.NTJOHN.REL-BIB,.110
Og teir komu til Jóhannesar og sögdu við hann: ' Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.'
Jóhannes svaraði og segði : ' Maður kann als einki taka , uttan tað verður honum givið av himlinum .
s-111
1936.NTJOHN.REL-BIB,.111
Jóhannes svaraði og segði: ' Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum.
Tit eru sjálvir vitni míni , at eg segði : Eg eri ikki Kristus , men : Eg eri sendur undan honum .
s-112
1936.NTJOHN.REL-BIB,.112
Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum.
Tann , sum hevur brúðrina , er brúðgómur ; men vinur brúðgómsins , sum stendur hjá honum og lýðir á hann , gleðist inniliga um rödd brúðgómsins .
s-113
1936.NTJOHN.REL-BIB,.113
Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rödd brúðgómsins.
Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin .
s-114
1936.NTJOHN.REL-BIB,.114
Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin.
Hann eigur at vaksa , men eg at minka .
s-115
1936.NTJOHN.REL-BIB,.115
Hann eigur at vaksa, men eg at minka.
Tann , sum kemur oman frá , er yvir öllum ; tann , sum er av jörðini , er av jörðini og talar av jörðini ; tann , sum kemur av himni , er yvir öllum ; og tað , sum hann hevur sæð og hoyrt , tað vitnar hann , og eingin tekur í mót vitnisburði hansara .
s-116
1936.NTJOHN.REL-BIB,.116
Tann, sum kemur omanfrá, er yvir öllum; tann, sum er av jörðini, er av jörðini og talar av jörðini; tann, sum kemur av himni, er yvir öllum; og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara.
Tann , sum hevur tikið í mót vitnisburði hansara , hevur staðfest , at Guð er sannorðaður . Tí at tann , sum Guð sendi út , talar Guðs orð ; tí at hann gevur ikki andan eftir máli .
s-117
1936.NTJOHN.REL-BIB,.117
Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður. Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli.
Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur .
s-118
1936.NTJOHN.REL-BIB,.118
Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur.
Tann , sum trýr á sonin , hevur ævigt lív ; men tann , sum er syninum ólýðin , skal ikki síggja lívið , men vreiði Guðs verður verandi yvir honum . '
s-119
1936.NTJOHN.REL-BIB,.119
Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.'
Tá ið Harrin fekk at vita , at Fariseararnir hövdu hoyrt , at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes , tó at Jesus ikki sjálvur doypti , men lærusveinar hansara tá fór hann úr Júdeu og fór av stað aftur til Galileu .
s-120
1936.NTJOHN.REL-BIB,.120
Tá ið Harrin fekk at vita, at Fariseararnir hövdu hoyrt, at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes, tó at Jesus ikki sjálvur doypti, men lærusveinar hansara tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu.
Men hann mátti leggja ferð sína gjögnum Sámáriu .
s-121
1936.NTJOHN.REL-BIB,.121
Men hann mátti leggja ferð sína gjögnum Sámáriu.
Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu , sum eitur Sikar , nær við tað lendið , sum Jákup gav Jósefi , syni sínum .
s-122
1936.NTJOHN.REL-BIB,.122
Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum.
Men har var Jákups brunnur .
s-123
1936.NTJOHN.REL-BIB,.123
Men har var Jákups brunnur.
Tá ið Jesus nú var móður av ferðini , settist hann niður har við brunnin ; tað var um sætta tíma .
s-124
1936.NTJOHN.REL-BIB,.124
Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma.
Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn .
s-125
1936.NTJOHN.REL-BIB,.125
Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn.
Jesus sigur við hana : ' Gev mær at drekka ! ' Tí at lærusveinar hansara vóru farnir av stað inn í bygdina at keypa mat .
s-126
1936.NTJOHN.REL-BIB,.126
Jesus sigur við hana: ' Gev mær at drekka!' Tí at lærusveinar hansara vóru farnir avstað inn í bygdina at keypa mat.
Sámáriukonan sigur tá við hann : ' Hvussu kanst tú , sum ert Jödi , biðja meg , sum eri ein Sámáriukona , um drekka ? ' Tí at Jödar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn .
s-127
1936.NTJOHN.REL-BIB,.127
Sámáriukonan sigur tá við hann: ' Hvussu kanst tú, sum ert Jödi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?' Tí at Jödar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn.
Jesus svaraði og segði við hana : ' Um tú kendi Guðs gávu , og hvör tann er , sum sigur við teg : Gev mær at drekka , tá mundi tú biðið hann , og hann hevði givið tær livandi vatn . '
s-128
1936.NTJOHN.REL-BIB,.128
Jesus svaraði og segði við hana: ' Um tú kendi Guðs gávu, og hvör tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.'
Konan sigur við hann : ' Harri , tú hevur einki kerald at draga upp við , og brunnurin er djúpur , hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið ?
s-129
1936.NTJOHN.REL-BIB,.129
Konan sigur við hann: ' Harri, tú hevur einki kerald at draga upp við, og brunnurin er djúpur, hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið?
Manst tú vera störri enn faðir okkara , Jákup , sum hevur givið okkum brunnin , og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara ? '
s-130
1936.NTJOHN.REL-BIB,.130
Manst tú vera störri enn faðir okkara, Jákup, sum hevur givið okkum brunnin, og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara?'
Jesus svaraði og segði við hana : ' Ein og hvör , sum drekkur av hesum vatni , skal tysta aftur ; men tann , sum drekkur av tí vatninum , sum eg vil geva honum , skal um ævir ikki tysta ; men vatnið , sum eg vil geva honum , skal verða í honum ein kelda av vatni , sum vellir fram til ævigt lív . '
s-131
1936.NTJOHN.REL-BIB,.131
Jesus svaraði og segði við hana: ' Ein og hvör, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.'
Konan sigur við hann : ' Harri , gev mær hetta vatnið , til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp . '
s-132
1936.NTJOHN.REL-BIB,.132
Konan sigur við hann: ' Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.'
Hann sigur við hana : ' Far av stað og rópa mann tín , og kom higar ! '
s-133
1936.NTJOHN.REL-BIB,.133
Hann sigur við hana: ' Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!'
Konan svaraði og segði við hann : ' Eg havi ongan mann . '
s-134
1936.NTJOHN.REL-BIB,.134
Konan svaraði og segði við hann: ' Eg havi ongan mann.'
Jesus sigur við hana : ' Rætt segði tú : eg havi ongan mann ; tí at tú hevur havt fimm menn , og tann , sum tú nú hevur , er ikki maður tín .
s-135
1936.NTJOHN.REL-BIB,.135
Jesus sigur við hana: ' Rætt segði tú: eg havi ongan mann; tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín.
Hetta hevur tú sagt satt . '
s-136
1936.NTJOHN.REL-BIB,.136
Hetta hevur tú sagt satt.'
Konan sigur við hann : ' Harri , eg síggi , at tú ert ein profetur .
s-137
1936.NTJOHN.REL-BIB,.137
Konan sigur við hann: ' Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur.
Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum , og tit siga , at í Jerúsalem er staðurin , har sum tað eigur at verða tilbiðið . '
s-138
1936.NTJOHN.REL-BIB,.138
Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið.'
Jesus sigur við hana : ' Trúgv tú mær , kvinna , tann stund kemur , tá ið tit hvörki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin .
s-139
1936.NTJOHN.REL-BIB,.139
Jesus sigur við hana: ' Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvörki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin.
Tit tilbiðja tað , sum tit ikki kenna ; vit tilbiðja tað , sum vit kenna , tí at frelsan kemur frá Jödunum .
s-140
1936.NTJOHN.REL-BIB,.140
Tit tilbiðja tað, sum tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan kemur frá Jödunum.
Men tann stund kemur , ja , hon er longu nú komin , tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika ; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar , faðirin sökir .
s-141
1936.NTJOHN.REL-BIB,.141
Men tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin sökir.
Guð er andi , og teir , sum tilbiðja hann , eiga at tilbiðja í anda og sannleika . '
s-142
1936.NTJOHN.REL-BIB,.142
Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.'
Konan sigur við hann : ' Eg veit , at Messias kemur tað merkir : Kristus ; tá ið hann kemur , skal hann kunngera okkum alt . '
s-143
1936.NTJOHN.REL-BIB,.143
Konan sigur við hann: ' Eg veit, at Messias kemur tað merkir: Kristus; tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt.'
Jesus sigur við hana : ' Tað eri eg , tann sum talar við teg . '
s-144
1936.NTJOHN.REL-BIB,.144
Jesus sigur við hana: ' Tað eri eg, tann sum talar við teg.'
Og í tí sama komu lærusveinar hansara , og teir undraðust á , at hann talaði við eina konu .
s-145
1936.NTJOHN.REL-BIB,.145
Og í tí sama komu lærusveinar hansara, og teir undraðust á, at hann talaði við eina konu.
Tó segði eingin : ' Hvörjum spyrt tú eftir ? ' ella : ' Hví talar tú við hana ? '
s-146
1936.NTJOHN.REL-BIB,.146
Tó segði eingin: ' Hvörjum spyrt tú eftir?' ella: ' Hví talar tú við hana?'
Tá læt konan vatnskerald sítt standa eftir og fór av stað inn í bygdina og sigur við fólkini : ' Komið og síggið ein mann , sum hevur sagt mær alt tað , sum eg havi gjört :
s-147
1936.NTJOHN.REL-BIB,.147
Tá læt konan vatnskerald sítt standa eftir og fór avstað inn í bygdina og sigur við fólkini: ' Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjört:
man hann ikki vera Kristus ? '
s-148
1936.NTJOHN.REL-BIB,.148
man hann ikki vera Kristus?'
Tey fóru út úr bygdini og komu til hansara .
s-149
1936.NTJOHN.REL-BIB,.149
Tey fóru út úr bygdini og komu til hansara.
Tess á millum bóðu lærusveinarnir hann og sögdu : ' Rabbi , fá tær at eta . '
s-150
1936.NTJOHN.REL-BIB,.150
Tess ámillum bóðu lærusveinarnir hann og sögdu: ' Rabbi, fá tær at eta.'
Men hann segði við teir : ' Eg havi mat at eta , sum tit ikki vita um . '
s-151
1936.NTJOHN.REL-BIB,.151
Men hann segði við teir: ' Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.'
Lærusveinarnir sögdu tá hvör við annan : ' Man nakar hava borið honum at eta ? '
s-152
1936.NTJOHN.REL-BIB,.152
Lærusveinarnir sögdu tá hvör við annan: ' Man nakar hava borið honum at eta?'
Jesus sigur við teir : ' Matur mín er at gera vilja hansara , sum meg sendi , og at fullföra gerning hansara .
s-153
1936.NTJOHN.REL-BIB,.153
Jesus sigur við teir: ' Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullföra gerning hansara.
Siga tit ikki : ' Enn eru fýra mánaðir , so kemur akurskurðurin ? '
s-154
1936.NTJOHN.REL-BIB,.154
Siga tit ikki: ' Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?'
Sí , eg sigi tykkum , lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar ; teir eru longu hvítir til skurðar .
s-155
1936.NTJOHN.REL-BIB,.155
Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar.
Tann , sum sker , fær lön , og savnar ávökst til ævigt lív , til tess at bæði tann , sum sáar , og tann , sum sker , skulu gleðast í felagi . Tí at í hesum föri er tað orðtakið satt : ' Ein sáar , annar sker . '
s-156
1936.NTJOHN.REL-BIB,.156
Tann, sum sker, fær lön, og savnar ávökst til ævigt lív, til tess at bæði tann, sum sáar, og tann, sum sker, skulu gleðast í felagi. Tí at í hesum föri er tað orðtakið satt: ' Ein sáar, annar sker.'
Eg havi sent tykkum út at skera tað , sum tit ikki hava arbeitt við ; aðrir hava arbeitt , og tit eru komnir inn í arbeiði teirra . '
s-157
1936.NTJOHN.REL-BIB,.157
Eg havi sent tykkum út at skera tað, sum tit ikki hava arbeitt við; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.'
Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar , tá ið hon vitnaði : ' Hann hevur sagt mær alt tað , sum eg havi gjört . '
s-158
1936.NTJOHN.REL-BIB,.158
Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: ' Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjört.'
Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara , bóðu teir hann um at dvölja hjá teimum , og hann dvaldi har tveir dagar .
s-159
1936.NTJOHN.REL-BIB,.159
Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara, bóðu teir hann um at dvölja hjá teimum, og hann dvaldi har tveir dagar.
Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara .
s-160
1936.NTJOHN.REL-BIB,.160
Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara.
Og við konuna sögdu teir : ' Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína ; tí at sjálvir hava vit hoyrt , og vit vita , at hesin av sonnum er frelsari heimsins . '
s-161
1936.NTJOHN.REL-BIB,.161
Og við konuna sögdu teir: ' Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.'
Men eftir hesar tveir dagarnar fór hann burtur haðani til Galileu . Tí at Jesus vitnaði sjálvur , at profetur ikki verður virdur í sínum egna fosturlandi .
s-162
1936.NTJOHN.REL-BIB,.162
Men eftir hesar tveir dagarnar fór hann burtur haðani til Galileu. Tí at Jesus vitnaði sjálvur, at profetur ikki verður virdur í sínum egna fosturlandi.
Tá ið hann nú kom til Galileu , tóku Galileumenn móti honum , við tað at teir hövdu sæð alt tað , sum hann hevði gjört í Jerúsalem um hátíðina ; tí at teir vóru eisini komnir til hátíðina .
s-163
1936.NTJOHN.REL-BIB,.163
Tá ið hann nú kom til Galileu, tóku Galileumenn móti honum, við tað at teir hövdu sæð alt tað, sum hann hevði gjört í Jerúsalem um hátíðina; tí at teir vóru eisini komnir til hátíðina.
Hann kom tá aftur til Kána í Galileu , har sum hann hevði gjört vatnið til vín .
s-164
1936.NTJOHN.REL-BIB,.164
Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjört vatnið til vín.
Og har var ein kongsmaður í Kapernaum , sum sonurin lá sjúkur hjá .
s-165
1936.NTJOHN.REL-BIB,.165
Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá.
Tá ið hann hoyrdi , at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu , fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan ; tí at hann lá at doyggja .
s-166
1936.NTJOHN.REL-BIB,.166
Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja.
Jesus segði tá við hann : ' Síggja tit ikki tekin og undurgerningar , vilja tit ikki trúgva . '
s-167
1936.NTJOHN.REL-BIB,.167
Jesus segði tá við hann: ' Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.'
Kongsmaðurin sigur við hann : ' Harri , kom oman , áðr enn barn mítt doyr ! '
s-168
1936.NTJOHN.REL-BIB,.168
Kongsmaðurin sigur við hann: ' Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!'
Jesus sigur við hann : ' Far tú , sonur tín livir ! '
s-169
1936.NTJOHN.REL-BIB,.169
Jesus sigur við hann: ' Far tú, sonur tín livir!'
Maðurin trúði tí orði , sum Jesus segði við hann , og fór av stað .
s-170
1936.NTJOHN.REL-BIB,.170
Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað.
Men longu á heimleiðini möttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini , at barn hansara livdi .
s-171
1936.NTJOHN.REL-BIB,.171
Men longu á heimleiðini möttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi.
Tá spurdi hann teir um tíman , nær tað var farið at lætta hjá honum .
s-172
1936.NTJOHN.REL-BIB,.172
Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum.
Og teir sögdu við hann : ' Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum . '
s-173
1936.NTJOHN.REL-BIB,.173
Og teir sögdu við hann: ' Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.'
Tá skildi faðirin , at tað var í tí tíma , tá ið Jesus hevði sagt við hann : ' Sonur tín livir . '
s-174
1936.NTJOHN.REL-BIB,.174
Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: ' Sonur tín livir.'
Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara .
s-175
1936.NTJOHN.REL-BIB,.175
Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara.
Hetta var annað tekinið , sum Jesus gjördi , tá ið hann var komin frá Júdeu til Galileu .
s-176
1936.NTJOHN.REL-BIB,.176
Hetta var annað tekinið, sum Jesus gjördi, tá ið hann var komin frá Júdeu til Galileu.
Eftir hetta var hátíð hjá Jödum , og Jesus fór niðan til Jerúsalem .
s-177
1936.NTJOHN.REL-BIB,.177
Eftir hetta var hátíð hjá Jödum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem.
Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur , sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir .
s-178
1936.NTJOHN.REL-BIB,.178
Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir.
Í teimum lá mongd av sjúkum fólki , blindum , höltum , visnum , sum bíðaðu eftir , at vatnið skuldi koma í röring ; tí at við hvört fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið .
s-179
1936.NTJOHN.REL-BIB,.179
Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, höltum, visnum, sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í röring; tí at við hvört fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið.
Tann , sum tá fyrstur fór niður í , aftan á at vatnið var komið í röring , fekk heilsuna aftur , hvörjum sjúkdómi hann so var sjúkur av .
s-180
1936.NTJOHN.REL-BIB,.180
Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í röring, fekk heilsuna aftur, hvörjum sjúkdómi hann so var sjúkur av.
Men har var ein maður , sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár .
s-181
1936.NTJOHN.REL-BIB,.181
Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár.
Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti , at hann longu hevði ligið langa tíð , sigur hann við hann : ' Vilt tú verða frískur ? '
s-182
1936.NTJOHN.REL-BIB,.182
Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: ' Vilt tú verða frískur?'
Sjúklingurin svaraði honum : ' Harri , eg havi einki menniskja , sum kann fáa meg út í hylin , tá ið vatnið verður órógvað ; men við tað sama , eg komi , fer ein annar niður í undan mær . '
s-183
1936.NTJOHN.REL-BIB,.183
Sjúklingurin svaraði honum: ' Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.'
Jesus sigur við hann : ' Reis teg upp , tak song tína og gakk ! '
s-184
1936.NTJOHN.REL-BIB,.184
Jesus sigur við hann: ' Reis teg upp, tak song tína og gakk!'
Og í stundini varð maðurin frískur , og hann tók song sína og gekk .
s-185
1936.NTJOHN.REL-BIB,.185
Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk.
Men tað var hvíludagur tann dagin .
s-186
1936.NTJOHN.REL-BIB,.186
Men tað var hvíludagur tann dagin.
Tí sögdu Jödarnir við hin mannin , sum heilsubótina hevði fingið : ' Tað er hvíludagur , og tú hevur ikki loyvi at bera songina . '
s-187
1936.NTJOHN.REL-BIB,.187
Tí sögdu Jödarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: ' Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.'
Men hann svaraði teimum : ' Tann , sum gjördi meg frískan , hann segði við meg : ' Tak song tína og gakk ! '
s-188
1936.NTJOHN.REL-BIB,.188
Men hann svaraði teimum: ' Tann, sum gjördi meg frískan, hann segði við meg: ' Tak song tína og gakk!'
Teir spurdu hann : ' Hvör er tann maður , sum segði við teg : ' Tak song tína og gakk ! '
s-189
1936.NTJOHN.REL-BIB,.189
Teir spurdu hann: ' Hvör er tann maður, sum segði við teg: ' Tak song tína og gakk!'
Men tann , sum hevði fingið heilsubótina , visti ikki , hvör tað var , tí at Jesus hevði havt seg undan , av tí at har var nógv fólk á staðinum .
s-190
1936.NTJOHN.REL-BIB,.190
Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvör tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum.
Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann : ' Sí , tú hevur fingið heilsuna aftur ; synda ikki longur , fyri at ikki nakað verri skal henda teg . '
s-191
1936.NTJOHN.REL-BIB,.191
Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: ' Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg.'
Maðurin fór av stað og segði Jödunum frá , at tað var Jesus , sum hevði gjört hann frískan .
s-192
1936.NTJOHN.REL-BIB,.192
Maðurin fór avstað og segði Jödunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjört hann frískan.
Og nú vóru Jödarnir eftir Jesusi fyri tað , at hann gjördi hetta ein hvíludag .
s-193
1936.NTJOHN.REL-BIB,.193
Og nú vóru Jödarnir eftir Jesusi fyri tað, at hann gjördi hetta ein hvíludag.
Men Jesus svaraði teimum : ' Faðir mín arbeiðir til nú ; eg arbeiði eisini . '
s-194
1936.NTJOHN.REL-BIB,.194
Men Jesus svaraði teimum: ' Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.'
Av teirri orsök vóru Jödarnir enn meira hugaðir at fáa hann tiknan av dögum , tí at hann ikki bert breyt hvíludagshalguna , men eisini kallaði Guð faðir sín og gjördi seg sjálvan Guði líkan .
s-195
1936.NTJOHN.REL-BIB,.195
Av teirri orsök vóru Jödarnir enn meira hugaðir at fáa hann tiknan av dögum, tí at hann ikki bert breyt hvíludagshalguna, men eisini kallaði Guð faðir sín og gjördi seg sjálvan Guði líkan.
Tá tók Jesus til orða og segði við teir : ' Sanniliga , sanniliga sigi eg tykkum : Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum , annað enn tað , sum hann sær faðirin gera ; tí at tað , sum hann ger , tað ger eisini sonurin somuleiðis . Tí at faðirin elskar sonin og sýnir honum alt tað , hann sjálvur ger , og hann skal sýna honum störri gerningar enn hesar , til tess at tit skulu undrast . Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi , soleiðis ger eisini sonurin tey livandi , sum hann vil . Tí at heldur ikki dömir faðirin nakran , men hann hevur givið syninum allan dómin , til tess at allir skulu æra sonin , líka sum teir æra faðirin .
s-196
1936.NTJOHN.REL-BIB,.196
Tá tók Jesus til orða og segði við teir: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum, annað enn tað, sum hann sær faðirin gera; tí at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis. Tí at faðirin elskar sonin og sýnir honum alt tað, hann sjálvur ger, og hann skal sýna honum störri gerningar enn hesar, til tess at tit skulu undrast. Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi, soleiðis ger eisini sonurin tey livandi, sum hann vil. Tí at heldur ikki dömir faðirin nakran, men hann hevur givið syninum allan dómin, til tess at allir skulu æra sonin, líkasum teir æra faðirin.
Tann , sum ikki ærir sonin , ærir ikki faðirin , sum sendi hann .
s-197
1936.NTJOHN.REL-BIB,.197
Tann, sum ikki ærir sonin, ærir ikki faðirin, sum sendi hann.
Sanniliga , sanniliga sigi eg tykkum : Tann , sum hoyrir orð mítt og trýr honum , sum sendi meg , hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms , men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið .
s-198
1936.NTJOHN.REL-BIB,.198
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.
Sanniliga , sanniliga sigi eg tykkum : Tann stund kemur , ja , hon er longu komin , tá ið hini deyðu skulu hoyra rödd Guðs sonar , og tey , sum hoyra hana , skulu liva . Tí at eins og faðirin hevur lív í sjálvum sær , soleiðis hevur hann eisini givið syninum at hava lív í sjálvum sær .
s-199
1936.NTJOHN.REL-BIB,.199
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann stund kemur, ja, hon er longu komin, tá ið hini deyðu skulu hoyra rödd Guðs sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva. Tí at eins og faðirin hevur lív í sjálvum sær, soleiðis hevur hann eisini givið syninum at hava lív í sjálvum sær.
Og hann hevur givið honum vald at halda dóm , av tí at hann er menniskjusonur .
s-200
1936.NTJOHN.REL-BIB,.200
Og hann hevur givið honum vald at halda dóm, av tí at hann er menniskjusonur.
Edit as list • Text view • Dependency trees