s-804
| Eg havi dýrmett teg á jörðini við at fullföra tann gerning, sum tú fekst mær at gera; og ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til. |
s-805
| Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum; teir vóru tínir, og tú gavst mær teir, og teir hava varðveitt orð títt. |
s-806
| Nú vita teir, at alt, sum tú hevur givið mær, er frá tær; tí at orðini, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg. |
s-807
| Eg biði fyri teimum; ikki fyri heiminum biði eg, men fyri teimum, sum tú gavst mær, tí at teir eru tínir; og alt mítt er títt, og títt er mítt, og eg eri vorðin dýrmettur í teimum. Og eg eri ikki longur í heiminum, men teir eru í heiminum, og eg komi til tín. |
s-808
| Heilagi faðir, varðveit teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, til tess at teir mega vera eitt eins og vit. |
s-809
| Tá ið eg var hjá teimum, varðveitti eg teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, og eg vardi teir, og eingin teirra glataðist uttan glatanarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út. |
s-810
| Men nú komi eg til tín; og hetta tali eg í heiminum, til tess at teir skulu hava gleði mína fullkomna í sær sjálvum. |
s-811
| Eg havi givið teimum orð títt; og heimurin hevur hatað teir, av tí at teir ikki eru av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum. |
s-812
| Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa. |
s-813
| Teir eru ikki av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum. |
s-814
| Halga teir í sannleikanum; orð títt er sannleiki. |
s-815
| Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin; og eg halgi meg sjálvan fyri teir, til tess at eisini teir skulu verða halgaðir í sannleika. |
s-816
| Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg. |
s-817
| Og dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt, eg í teimum og tú í mær, til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg, og at tú hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg. |
s-818
| Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær, har sum eg eri, til tess at teir mega skoða dýrd mína, sum tú hevur givið mær; tí at tú hevur elskað meg, áðrenn heimurin var grundaður. |
s-819
| Rættvísi faðir, og heimurin hevur ikki kent teg; men eg havi kent teg, og hesir hava sannað, at tú hevur sent meg. |
s-820
| Og eg havi kunngjört teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum.' |
s-821
| Tá ið Jesus hevði sagt hetta, gekk hann út við lærusveinum sínum og yvir um lökin Kedron, har sum ein urtagarður var, sum hann fór inn í og lærusveinar hansara. |
s-822
| Men eisini Judas, sum sveik hann, kendi staðin, tí at Jesus var ofta komin saman har við lærusveinum sínum. |
s-823
| Tá tók Judas vaktarmenninar og nakrar sveinar frá hövuðsprestunum og Farisearunum við sær og kemur hagar við kyndlum og lompum og vápnum. |
s-824
| Tá ið Jesus nú visti alt, sum koma skuldi yvir hann, gekk hann fram og segði við teir: ' Hvörjum leita tit eftir?' |
s-825
| Teir svaraðu honum: ' Eftir Jesusi úr Nazaret.' |
s-826
| Jesus sigur við teir: ' Tað eri eg.' |
s-827
| Men eisini Judas, sum sveik hann, stóð har hjá teimum. |
s-828
| Tá ið hann nú segði við teir: ' Tað eri eg,' hopaðu teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar. |
s-829
| Hann spurdi teir tá aftur: ' Hvörjum leita tit eftir?' |
s-830
| Men teir sögdu: ' Eftir Jesusi úr Nasaret.' |
s-831
| Jesus svaraði: ' Eg havi sagt tykkum, at tað eri eg; er tað tá mær, tit leita eftir, so latið hesar fara.' Til tess at tað orðið skuldi ganga út, sum hann hevði sagt: ' Eg misti ongan av teimum, sum tú hevur givið mær.' |
s-832
| Símun Pætur, sum hevði svörð, brá tí nú og sló tænaran hjá hövuðsprestinum og högdi av honum högra oyrað; men navnið á tænaranum var Malkus. |
s-833
| Tá segði Jesus við Pætur: ' Stikk svörðið í slíðrarnar! |
s-834
| Skal eg ikki drekka skálina, sum faðirin hevur givið mær?' |
s-835
| Vaktarmenninir og hövuðsmaðurin og tænararnir hjá Jödunum tóku nú Jesus og bundu hann. |
s-836
| Og teir fördu hann fyrst til Annasar, tí at hann var verfaðir Kajfasar, sum var hövuðsprestur tað árið. |
s-837
| Men tað var Kajfas, sum hevði givið Jödunum tað ráð, at tað var gagnligt, at ein maður doyði fyri fólkið. |
s-838
| Men Símun Pætur fylgdi aftan á Jesus og ein annar lærusveinur. |
s-839
| Men tann lærusveinurin var kunnigur við hövuðsprestin, og hann fór saman við Jesusi inn í garðin hjá hövuðsprestinum. |
s-840
| Men Pætur varð standandi uttanfyri við dyrnar. |
s-841
| Tá fór hin lærusveinurin út, sum kunnigur var við hövuðsprestin, og talaði við duraternuna og fördi Pætur inn. |
s-842
| Duraternan sigur tá við Pætur: ' Ert tú ikki eisini ein av lærusveinunum hjá hesum manni?' |
s-843
| Hann sigur: ' Ikki eri eg tað.' |
s-844
| Men tænararnir og sveinarnir stóðu har uttan um ein kolaeld, sum teir hövdu kynt, tí at kalt var, og vermdu seg. |
s-845
| Men eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg. |
s-846
| Hövuðspresturin spurdi nú Jesus um lærusveinar hansara og um læru hansara. |
s-847
| Jesus svaraði honum: ' Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; eg havi altíð lært í samkomuhúsum og í halgidóminum, har sum allir Jödarnir koma saman, og í loyndum havi eg einki talað. |
s-848
| Hví spyrt tú meg? |
s-849
| Spyr teir, sum hava hoyrt, hvat eg havi talað til teirra. |
s-850
| Sí, teir vita, hvat eg havi sagt.' |
s-851
| Men í tí hann segði hetta, gav ein av sveinunum, sum hjá stóð, Jesusi högg á kinn og segði: ' Svarar tú soleiðis hövuðsprestinum?' |
s-852
| Jesus svaraði honum: ' Havi eg talað illa, tá prógva, at tað er ilt. |
s-853
| Men havi eg talað væl, hví slært tú meg?' |
s-854
| Annas sendi hann nú bundnan til Kajfasar, hövuðsprestin. |
s-855
| Men Símun Pætur stóð og vermdi seg. |
s-856
| Tá sögdu teir við hann: ' Ert ikki eisini tú ein av lærusveinum hansara?' |
s-857
| Hann noktaði og segði: ' Ikki eri eg tað.' |
s-858
| Ein av tænarunum hjá hövuðsprestinum, ein skyldmaður hansara, sum Pætur hevði högt oyrað av, sigur: ' Sá eg teg ikki í urtagarðinum saman við honum?' |
s-859
| Tá noktaði Pætur aftur, og í sama bili gól hanin. |
s-860
| Teir föra nú Jesus frá Kajfasi til landshövdingaborgina; men tað var tíðliga á morgni. |
s-861
| Og sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, til tess at teir ikki skuldu gerast óreinir, men kundu eta páskalambið. |
s-862
| Pilatus fór tá út til teirra og sigur: ' Hvörja klagu föra tit móti hesum manni?' |
s-863
| Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Var hann ikki ein illgerðarmaður, tá hövdu vit ikki verið komnir til tín við honum.' |
s-864
| Pilatus segði tá við teir: ' Takið tit hann og dömið hann eftir lóg tykkara.' |
s-865
| Jödarnir sögdu við hann: ' Okkum er ikki loyvt at taka nakran mann av lívi.' Tí at Jesu orð skuldu ganga út, sum hann segði, tá ið hann kunngjördi, hvönn deyða hann skuldi doyggja. |
s-866
| Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín og segði við hann: ' Ert tú kongur Jödanna?' |
s-867
| Jesus svaraði: ' Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um meg?' |
s-868
| Pilatus svaraði: ' Eri eg tá Jödi? |
s-869
| Fólk títt og hövuðsprestarnir hava fingið mær teg; hvat hevur tú gjört?' |
s-870
| Jesus svaraði: ' Ríki mítt er ikki av hesum heimi. |
s-871
| Var ríki mítt av hesum heimi, tá hövdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jödarnar. |
s-872
| Men nú er ríki mítt ikki haðani.' |
s-873
| Pilatus segði tá við hann: ' Men so ert tú kongur kortini?' |
s-874
| Jesus svaraði: ' So er, sum tú sigur, eg eri kongur. |
s-875
| Til tess eri eg föddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvör, sum er av sannleikanum, hoyrir rödd mína.' |
s-876
| Pilatus sigur við hann: ' Hvat er sannleiki?' |
s-877
| Og tá ið hann hevði sagt hetta, fór hann út aftur til Jödarnar og sigur við teir: ' Eg finni onga sök hjá honum. |
s-878
| Men tað er siður hjá tykkum, at eg sleppi tykkum einum leysum um páskirnar. |
s-879
| Vilja tit nú, at eg skal sleppa tykkum kongi Jödanna leysum?' |
s-880
| Teir rópaðu tá aftur og sögdu: ' Nei, ikki honum, men Barabbasi.' |
s-881
| Men Barabbas var ránsmaður. |
s-882
| Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann. |
s-883
| Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á hövdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann, og teir gingu yvir til hansara og sögdu: ' Heilur og sælur, kongur Jödanna!' |
s-884
| Og teir slógu hann í andlitið. |
s-885
| Og Pilatus fór tá út aftur og sigur við teir: ' Sí, eg komi nú við honum út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga sök hjá honum.' |
s-886
| Jesus gekk tá út við tornakrúnuni á hövdi og í skarlakskappanum, og Pilatus sigur við teir: ' Sí, her er maðurin!' |
s-887
| Tá ið nú hövuðsprestarnir og sveinarnir sóu hann, rópaðu teir og sögdu: ' Krossfest, krossfest!' |
s-888
| Pilatus sigur við teir: ' Takið tit hann og krossfestið hann; tí at eg finni onga sök hjá honum.' |
s-889
| Jödarnir svaraðu honum: ' Vit hava lóg, og eftir lógini eigur hann at doyggja; tí at hann hevur gjört seg sjálvan til Guðs son.' |
s-890
| Tá ið nú Pilatus hoyrdi hetta orðið, kom enn meiri ótti á hann; og hann fór inn aftur í borgina og sigur við Jesus: ' Hvaðan ert tú?' |
s-891
| Men Jesus gav honum einki svar. |
s-892
| Pilatus sigur tá við hann: ' Talar tú ikki til mín? |
s-893
| Veitst tú ikki, at eg havi vald at sleppa tær leysum, og at eg havi vald at krossfesta teg?' |
s-894
| Jesus svaraði honum: ' Tú hevði als einki vald á mær, um tað ikki var givið tær oman úr erva. |
s-895
| Tí hevur tann störri synd, sum gav meg upp í hendur tínar.' |
s-896
| Eftir hetta royndi Pilatus at sleppa honum leysum. |
s-897
| Men Jödarnir rópaðu og sögdu: ' Sleppir tú honum leysum, tá ert tú ikki vinur keisarans. |
s-898
| Hvör tann, sum ger seg sjálvan til kong, setir seg upp móti keisaranum.' |
s-899
| Tá ið nú Pilatus hoyrdi hesi orð, fördi hann Jesus út og settist í dómarasætið á einum staði, sum nevnist' á steinsettum' á hebráiskum máli: Gabbata. |
s-900
| Men tað var atfangadagur fyri páskir, okkurt um sætta tíma. |
s-901
| Og hann sigur við Jödarnar: ' Sí, har er kongur tykkara!' |
s-902
| Tá rópaðu teir: ' Burtur, burtur við honum! |
s-903
| Krossfest hann!' |