Dependency Tree

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttrain
AnnotationArnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C.

Select a sentence

Showing 704 - 803 of 1020 • previousnext

s-704 Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð faðirin; hvussu kanst siga: Sýn okkum faðirin?
s-705 Trýrt ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin er í mær?
s-706 Tey orð, sum eg tali til tykkara, tey tali eg ikki av mær sjálvum.
s-707 Men faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar.
s-708 Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; men um ikki, trúgvið mær fyri sjálva gerninganna skuld!
s-709 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr á meg, hann skal eisini gera teir gerningar, sum eg geri; og hann skal gera enn störri gerningar enn hesar, at eg fari til faðirin.
s-710 Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjördur dýrmettur í syninum.
s-711 Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað.
s-712 Elska tit meg, haldið boð míni!
s-713 Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum.
s-714 Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara.
s-715 Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, at eg livi og tit skulu liva.
s-716 Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum.
s-717 Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum.'
s-718 Judas, ikki Iskarjot, sigur við hann: ' Harri, hvussu ber tað til, at vilt opinbera teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?'
s-719 Jesus svaraði og segði við hann: ' Elskar nakar meg, varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum.
s-720 Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg.
s-721 Hetta havi eg talað til tykkara, meðan eg var verandi hjá tykkum.
s-722 Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum.
s-723 Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur.
s-724 Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!
s-725 Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara.
s-726 Elskaðu tit meg, hövdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; at faðirin er störri enn eg.
s-727 Og havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tað er hent.
s-728 Eg skal ikki longur tala nógv við tykkum, at hövdingin í hesum heimi kemur, og í mær eigur hann als einki; men fyri at heimurin skal kenna, at eg elski faðirin og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevur boðið mær: Standið upp, latum okkum fara hiðani!'
s-729 ' Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin.
s-730 Eina og hvörja grein á mær, sum ikki ber ávökst, hana tekur hann burtur, og eina og hvörja, sum ber ávökst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávökst.
s-731 Tit eru longu reinir av orði sum eg havi talað til tykkara.
s-732 Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum:
s-733 Eins og greinin ikki kann bera ávökst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær.
s-734 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávökst, at uttan meg kunnu tit als einki gera.
s-735 Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og fölnar:
s-736 tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna.
s-737 Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum.
s-738 Av hesum verður faðir mín gjördur dýrmettur, at tit bera miklan ávökst, og tit verða lærusveinar mínir.
s-739 Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum.
s-740 Verðið verandi í kærleika mínum.
s-741 Halda tit boð míni, verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara.
s-742 Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin.
s-743 Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvör annan, eins og eg havi elskað tykkum.
s-744 Störri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar.
s-745 Tit eru vinir mínir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum.
s-746 Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, at eg havi kunngjört tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum.
s-747 Ikki tit hava útvalt meg; men eg havi útvalt tykkum, og eg havi sett tykkum til tess, at tit skulu fara og bera ávökst, og at ávökstur tykkara skal vara við, til tess at faðirin skal geva tykkum, hvat tit so biðja hann um í navni mínum.
s-748 Hetta bjóði eg tykkum, at tit skulu elska hvör annan.
s-749 Um heimurin hatar tykkum, vitið, at hann hevur hatað meg undan tykkum.
s-750 Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna.
s-751 Men av at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum.
s-752 Minnist tað orðið, sum eg havi sagt tykkum: Ikki er tænari störri enn harri hansara.
s-753 Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum; hava teir varðveitt orð mítt, munnu teir eisini varðveita tykkara.
s-754 Men alt hetta skulu teir gera móti tykkum fyri navns míns sakir, at teir ikki kenna hann, sum sendi meg.
s-755 Var eg ikki komin og hevði talað til teirra, hövdu teir ikki synd; men hava teir onga avsakan fyri synd sína.
s-756 Tann, sum hatar meg, hatar eisini faðir mín.
s-757 Hevði eg ikki gjört slíkar gerningar millum teirra, sum eingin annar hevur gjört, hövdu teir ikki synd; men hava teir sæð teir, og kortini hatað bæði meg og faðir mín.
s-758 Men tað er , at tað orðið, sum stendur skrivað í lóg teirra, skuldi ganga út:
s-759 Teir hataðu meg uttan orsök.
s-760 Men talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, skal hann vitna um meg.
s-761 Men eisini tit skulu vitna; at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.'
s-762 ' Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga.
s-763 Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, hvör tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan.
s-764 Og hetta gera teir, av at teir hvörki kenna faðirin ella meg.
s-765 Men hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit, tann stund kemur, skulu minnast, at eg havi sagt tykkum tað.
s-766 Men hetta segði eg tykkum ikki av fyrstu tíð, við tað at eg var hjá tykkum.
s-767 Men fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: ' Hvar fert ?'
s-768 Men av at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara.
s-769 Men eg sigi tykkum sannleikan:
s-770 Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara.
s-771 Og hann kemur, skal hann sannföra heimin um synd og um rættvísi og um dóm.
s-772 Um synd, av at teir ikki trúgva á meg; um rættvísi, av at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; men um dóm, av at hövdingin í hesum heimi er dömdur.
s-773 Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað .
s-774 Men hann kemur, sannleikans andi, skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum.
s-775 Hann skal dýrmeta meg; at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum.
s-776 Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt.
s-777 segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.
s-778 Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, skulu tit síggja meg.'
s-779 sögdu nakrir av lærusveinum hansara hvör við annan: ' Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?'
s-780 Teir sögdu : ' Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund.
s-781 Vit skilja ikki, hvat hann talar.'
s-782 Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: ' Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg?
s-783 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast:
s-784 Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði.
s-785 Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, at tími hennara er komin; men hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er född í heimin.
s-786 Eisini tit hava sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum.
s-787 Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað.
s-788 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum.
s-789 Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum.
s-790 Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin.
s-791 Hetta havi eg talað til tykkara í líknilsum.
s-792 Tann stund kemur, eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram kunngera tykkum um faðirin.
s-793 Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum; at faðirin sjálvur elskar tykkum, av at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum.
s-794 Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.'
s-795 Lærusveinar hansara siga: ' , talar beint fram og sigur einki líknilsi.
s-796 vita vit, at veitst alt, og at tær ikki törvar, at nakar spyr teg; tess vegna trúgva vit, at ert komin frá Guði.'
s-797 Jesus svaraði teimum: ' trúgva tit!
s-798 , tann stund kemur og er longu komin, tit skulu spjaðast sundur, hvör til sítt, og lata meg vera einsamallan eftir.
s-799 eri eg ikki einsamallur, at faðirin er við mær.
s-800 Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær.
s-801 Í heiminum hava tit trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.'
s-802 Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: ' Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg; eins og hevur givið honum vald á öllum holdi, til tess at hann kann geva öllum teimum, sum hevur givið honum, ævigt lív.
s-803 Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum sendi, Jesus Krist.

Text viewDownload CoNNL-U