s-702
| Filippus sigur við hann: ' Harri, sýn okkum faðirin, og tað er okkum nóg mikið.' |
s-703
| Jesus sigur við hann: ' So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og tú kennir meg ikki, Filippus? |
s-704
| Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð faðirin; hvussu kanst tú tá siga: Sýn okkum faðirin? |
s-705
| Trýrt tú ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin er í mær? |
s-706
| Tey orð, sum eg tali til tykkara, tey tali eg ikki av mær sjálvum. |
s-707
| Men faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar. |
s-708
| Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; men um ikki, tá trúgvið mær fyri sjálva gerninganna skuld! |
s-709
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr á meg, hann skal eisini gera teir gerningar, sum eg geri; og hann skal gera enn störri gerningar enn hesar, tí at eg fari til faðirin. |
s-710
| Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjördur dýrmettur í syninum. |
s-711
| Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað. |
s-712
| Elska tit meg, tá haldið boð míni! |
s-713
| Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum. |
s-714
| Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. |
s-715
| Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva. |
s-716
| Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum. |
s-717
| Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum.' |
s-718
| Judas, ikki Iskarjot, sigur við hann: ' Harri, hvussu ber tað til, at tú vilt opinbera teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?' |
s-719
| Jesus svaraði og segði við hann: ' Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. |
s-720
| Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg. |
s-721
| Hetta havi eg talað til tykkara, meðan eg var verandi hjá tykkum. |
s-722
| Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum. |
s-723
| Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. |
s-724
| Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! |
s-725
| Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara. |
s-726
| Elskaðu tit meg, tá hövdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er störri enn eg. |
s-727
| Og nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tá ið tað er hent. |
s-728
| Eg skal ikki longur tala nógv við tykkum, tí at hövdingin í hesum heimi kemur, og í mær eigur hann als einki; men fyri at heimurin skal kenna, at eg elski faðirin og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevur boðið mær: Standið upp, latum okkum fara hiðani!' |
s-729
| ' Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. |
s-730
| Eina og hvörja grein á mær, sum ikki ber ávökst, hana tekur hann burtur, og eina og hvörja, sum ber ávökst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávökst. |
s-731
| Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. |
s-732
| Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: |
s-733
| Eins og greinin ikki kann bera ávökst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. |
s-734
| Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávökst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. |
s-735
| Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og fölnar: |
s-736
| tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna. |
s-737
| Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum. |
s-738
| Av hesum verður faðir mín gjördur dýrmettur, at tit bera miklan ávökst, og tit verða lærusveinar mínir. |
s-739
| Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. |
s-740
| Verðið verandi í kærleika mínum. |
s-741
| Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara. |
s-742
| Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. |
s-743
| Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvör annan, eins og eg havi elskað tykkum. |
s-744
| Störri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar. |
s-745
| Tit eru vinir mínir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum. |
s-746
| Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, tí at eg havi kunngjört tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum. |
s-747
| Ikki tit hava útvalt meg; men eg havi útvalt tykkum, og eg havi sett tykkum til tess, at tit skulu fara og bera ávökst, og at ávökstur tykkara skal vara við, til tess at faðirin skal geva tykkum, hvat tit so biðja hann um í navni mínum. |
s-748
| Hetta bjóði eg tykkum, at tit skulu elska hvör annan. |
s-749
| Um heimurin hatar tykkum, tá vitið, at hann hevur hatað meg undan tykkum. |
s-750
| Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. |
s-751
| Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum. |
s-752
| Minnist tað orðið, sum eg havi sagt tykkum: Ikki er tænari störri enn harri hansara. |
s-753
| Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum; hava teir varðveitt orð mítt, munnu teir eisini varðveita tykkara. |
s-754
| Men alt hetta skulu teir gera móti tykkum fyri navns míns sakir, tí at teir ikki kenna hann, sum sendi meg. |
s-755
| Var eg ikki komin og hevði talað til teirra, tá hövdu teir ikki synd; men nú hava teir onga avsakan fyri synd sína. |
s-756
| Tann, sum hatar meg, hatar eisini faðir mín. |
s-757
| Hevði eg ikki gjört slíkar gerningar millum teirra, sum eingin annar hevur gjört, tá hövdu teir ikki synd; men nú hava teir sæð teir, og kortini hatað bæði meg og faðir mín. |
s-758
| Men tað er tí, at tað orðið, sum stendur skrivað í lóg teirra, skuldi ganga út: |
s-759
| Teir hataðu meg uttan orsök. |
s-760
| Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg. |
s-761
| Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.' |
s-762
| ' Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga. |
s-763
| Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvör tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan. |
s-764
| Og hetta gera teir, av tí at teir hvörki kenna faðirin ella meg. |
s-765
| Men hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit, tá ið tann stund kemur, skulu minnast, at eg havi sagt tykkum tað. |
s-766
| Men hetta segði eg tykkum ikki av fyrstu tíð, við tað at eg var hjá tykkum. |
s-767
| Men nú fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: ' Hvar fert tú?' |
s-768
| Men av tí at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara. |
s-769
| Men eg sigi tykkum sannleikan: |
s-770
| Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. |
s-771
| Og tá ið hann kemur, skal hann sannföra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. |
s-772
| Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; men um dóm, av tí at hövdingin í hesum heimi er dömdur. |
s-773
| Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú. |
s-774
| Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. |
s-775
| Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. |
s-776
| Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. |
s-777
| Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum. |
s-778
| Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.' |
s-779
| Tá sögdu nakrir av lærusveinum hansara hvör við annan: ' Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?' |
s-780
| Teir sögdu tí: ' Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund. |
s-781
| Vit skilja ikki, hvat hann talar.' |
s-782
| Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: ' Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg? |
s-783
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: |
s-784
| Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði. |
s-785
| Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er född í heimin. |
s-786
| Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. |
s-787
| Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. |
s-788
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. |
s-789
| Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. |
s-790
| Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin. |
s-791
| Hetta havi eg talað til tykkara í líknilsum. |
s-792
| Tann stund kemur, tá ið eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram kunngera tykkum um faðirin. |
s-793
| Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum; tí at faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum. |
s-794
| Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.' |
s-795
| Lærusveinar hansara siga: ' Sí, nú talar tú beint fram og sigur einki líknilsi. |
s-796
| Nú vita vit, at tú veitst alt, og at tær ikki törvar, at nakar spyr teg; tess vegna trúgva vit, at tú ert komin frá Guði.' |
s-797
| Jesus svaraði teimum: ' Nú trúgva tit! |
s-798
| Sí, tann stund kemur og er longu komin, tá ið tit skulu spjaðast sundur, hvör til sítt, og lata meg vera einsamallan eftir. |
s-799
| Tó eri eg ikki einsamallur, tí at faðirin er við mær. |
s-800
| Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær. |
s-801
| Í heiminum hava tit trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.' |