Dependency Tree

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttrain
AnnotationArnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C.

Select a sentence

Showing 604 - 703 of 1020 • previousnext

s-604 sögdu Fariseararnir sín ámillum: ' Har síggja tit, at tað kemur einki burturúr hjá tykkum.
s-605 , allur heimurin eltir hann!'
s-606 Men millum teirra, sum fóru niðan at halda bön um hátíðina, vóru nakrir Grikkar.
s-607 Teir komu til Filippusar, hann sum var úr Betsajdu í Galileu, og bóðu hann og sögdu: ' Harri, vit vilja fegin fáa at síggja Jesus.'
s-608 Filippus kemur og sigur tað við Andrias.
s-609 Andrias og Filippus koma og siga tað við Jesus.
s-610 Men Jesus svarar teimum og sigur: ' Tímin er komin, menniskjusonurin skal verða dýrmettur.
s-611 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jörðina og doyr, er og verður tað einsamalt; men doyr tað, ber tað miklan ávökst.
s-612 Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív.
s-613 Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera.
s-614 Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann.
s-615 er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga?
s-616 Faðir, bjarga mær frá hesum tíma!
s-617 Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma.
s-618 Faðir, ger dýrmett navn títt!'
s-619 kom rödd av himni:
s-620 ' Bæði havi eg gjört tað dýrmett og skal aftur gera tað dýrmett!'
s-621 Men skarin, sum stóð har og hoyrdi hetta, segði, at toran hevði gingið.
s-622 Aðrir sögdu: ' Ein eingil talaði til hansara.'
s-623 Jesus svaraði og segði: ' Ikki mín vegna, men heldur tykkara vegna kom henda röddin.
s-624 gongur dómur yvir henda heimin, skal hövdingin í hesum heimi verða kastaður út.
s-625 Og eg verði lyftur upp frá jörðini, skal eg draga allar til mín.'
s-626 Men hetta segði hann fyri at merkja, hvönn deyða hann skuldi doyggja.
s-627 Mannaskarin svaraði honum : ' Vit hava hoyrt av lógini, at Kristus skal verða verandi allar ævir, og hvussu kanst siga, at menniskjusonurin eigur at verða upphevjaður?
s-628 Hvör er hesin menniskjusonurin?'
s-629 segði Jesus við teir: ' Enn eina stutta stund er ljósið tykkara millum.
s-630 Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkrið skal koma á tykkum; og tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer.
s-631 Meðan tit hava ljósið, trúgvið á ljósið, til tess at tit mega verða börn ljósins!'
s-632 Hetta talaði Jesus og hann fór avstað og fjaldi seg fyri teimum.
s-633 Men at hann hevði gjört so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey ikki á hann, til tess at orðið hjá Jesaja profeti skuldi ganga út, sum hann hevur sagt:
s-634 ' Harri, hvör trúði , sum hann hoyrdi av okkum?
s-635 Og hvörjum varð armur Harrans opinberur?'
s-636 Tess vegna kundu tey ikki trúgva, at Jesaja hevur á öðrum staði sagt: ' Hann hevur blindað eygu teirra og hert hjörtu teirra, til tess at teir ikki síggja við eygunum og ikki skilja við hjartanum og venda við, so eg kann gröða teir.'
s-637 Hetta segði Jesaja, hann dýrd hansara og talaði um hann.
s-638 Kortini trúðu mangir av ráðharrunum á hann, men fyri Farisearanna skuld vildu teir ikki kennast við tað, fyri at teir ikki skuldu verða útkoyrdir úr samkomuhúsinum; at teir elskaðu manna æru meira enn Guðs æru.
s-639 Men Jesus rópaði og segði: ' Tann, sum trýr á meg, hann trýr ikki á meg, men á hann, sum sendi meg; og tann, sum sær meg, hann sær tann, sum sendi meg.
s-640 Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvör tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum.
s-641 Og um onkur hoyrir orð míni og ikki gevur teimum gætur, dömi eg hann ikki; at eg eri ikki komin at döma heimin, men at frelsa heimin.
s-642 Tann, sum vanvirðir meg og ikki tekur við orðum mínum, hevur tann, sum dömir hann:
s-643 orðið, sum eg havi talað, tað skal döma hann á evsta degi. at eg havi ikki talað av mær sjálvum; men faðirin, sum sendi meg, hevur skipað mær fyri, hvat eg skal siga og hvat eg skal tala.
s-644 Og eg veit, at fyriskipan hansara er ævigt lív.
s-645 Tað, sum eg tali, tað tali eg soleiðis, sum faðirin hevur sagt mær.'
s-646 Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda.
s-647 Og meðan kvöldmáltíð varð hildin, djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, og hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, reisist hann frá kvöldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg.
s-648 So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa föturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.
s-649 Hann kemur til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: ' Harri, tváar fötur mínar?'
s-650 Jesus svaraði og segði við hann: ' Tað, sum eg geri, skilir ikki ; men seinni skalt skilja tað.'
s-651 Pætur sigur við hann: ' Aldri á ævini skalt tváa fötur mínar!'
s-652 Jesus svaraði honum: ' Tvái eg tær ikki, hevur ikki lut saman við mær!'
s-653 Símun Pætur sigur við hann: ' Harri, ikki bert fötur mínar, men eisini hendurnar og hövdið.'
s-654 Jesus sigur við hann: ' Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær uttan um föturnar; men hann er reinur allur sum hann er.
s-655 Og tit eru reinir, men ikki allir.' at hann kendi tann, sum skuldi svíkja hann; segði hann: ' Tit eru ikki allir reinir.'
s-656 hann hevði tváað fötur teirra og latið seg í aftur klæðini og var setstur aftur, segði hann við teir: ' Skilja tit, hvat eg havi gjört við tykkum?
s-657 Tit kalla meg' Meistara' og' Harra', og tit siga rætt; at eg eri tað.
s-658 eg, harrin og meistarin, havi tváað fötur tykkara, eiga eisini tit at tváa hvör annan um föturnar. at eg havi givið tykkum eitt fyridömi, til tess at líkasum eg gjördi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera.
s-659 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki er ein húskallur störri enn húsbóndi hansara; ikki heldur er eitt sendiboð störri enn tann, sendi tað.
s-660 Skilja tit hetta, eru tit sælir, um tit gera tað.
s-661 Eg tali ikki um tykkum allar.
s-662 Eg veit, hvörjar eg havi útvalt; men skriftin mátti ganga út:
s-663 Tann, sum breyð mítt etur, hevur lyft upp hæli sínum móti mær.
s-664 Hereftir sigi eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, tað er hent, skulu trúgva, at tað eri eg.
s-665 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti , sum eg sendi, hann tekur ímóti mær, og tann, sum tekur ímóti mær, tekur ímóti honum, sum sendi meg.'
s-666 Jesus hevði sagt hetta, varð hann ógvuliga rördur í andanum og vitnaði og segði: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, at ein tykkara skal svíkja meg.'
s-667 hugdu lærusveinarnir hvör upp á annan og vóru í iva um, hvönn hann talaði um.
s-668 Ein av lærusveinum hansara sat har til borðs við Jesu högru lið, tann, sum Jesus elskaði.
s-669 Til hansara nikkar Símun Pætur og sigur við hann: ' Sig, hvör tað er, sum hann talar um!'
s-670 Hesin leggur seg upp at Jesu barmi og sigur við hann: ' Harri, hvör er tað?'
s-671 svarar Jesus: ' Tað er hann, sum eg gevi tann bitan, sum eg dyppi niður í.'
s-672 So dyppaði hann bitan og tók og gav Judasi Símunarsyni Iskarjot hann.
s-673 Og hann hevði fingið bitan, fór Sátan inn í hann.
s-674 Jesus sigur við hann: ' Tað, sum gert, ger tað skjótt.'
s-675 Men eingin teirra, sum sótu til borðs, skildi, hví hann segði hetta við hann. at summir hildu, við tað at Judas hevði pungin, at Jesus hevði sagt við hann: ' Keyp tað, sum okkum er törvur á til hátíðina,' ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað.
s-676 hann hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út.
s-677 Men nátt var.
s-678 hann var farin út, sigur Jesus: ' er menniskjusonurin vorðin dýrmettur, og Guð er vorðin dýrmettur í honum.
s-679 Er Guð vorðin dýrmettur í honum, skal Guð eisini gera hann dýrmettan í sær, og hann skal brátt gera hann dýrmettan.
s-680 Börn míni, bert stutta stund eri eg enn hjá tykkum.
s-681 Tit skulu leita eftir mær, og líkasum eg segði við Jödarnar: ' Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma,' soleiðis sigi eg eisini við tykkum.
s-682 Nýtt boð gevi eg tykkum:
s-683 Tit skulu elska hvör annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvör annan.
s-684 Á skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvör til annan.'
s-685 Símun Pætur sigur við hann: ' Harri, hvar fert ?'
s-686 Jesus svaraði: ' Hagar, sum eg fari, kanst ikki fylgja mær ; men skalt fylgja mær seinni.'
s-687 Pætur sigur við hann: ' Harri, hví kann eg ikki fylgja tær ?
s-688 Eg vil leggja lív mítt á fyri teg.'
s-689 Jesus svarar: ' Vilt leggja lív títt á fyri meg?
s-690 Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Hanin skal ikki gala, fyrr enn hevur avnoktað meg tríggjar ferðir.'
s-691 ' Hjarta tykkara verði ikki óttafult!
s-692 Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg!
s-693 Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir.
s-694 Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum.
s-695 Og eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.
s-696 Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.'
s-697 Tummas sigur við hann: ' Harri, vit vita ikki, hvar fert; hvussu skulu vit vita vegin?'
s-698 Jesus sigur við hann: ' Eg eri vegurin og sannleikin og lívið.
s-699 Eingin kemur til faðirin uttan við mær.
s-700 Hövdu tit kent meg, hövdu tit eisini kent faðir mín.
s-701 Og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.'
s-702 Filippus sigur við hann: ' Harri, sýn okkum faðirin, og tað er okkum nóg mikið.'
s-703 Jesus sigur við hann: ' So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og kennir meg ikki, Filippus?

Text viewDownload CoNNL-U