s-601
| Hetta skildu lærusveinar hansara ikki í fyrstuni; men tá ið Jesus var vorðin dýrmettur, tá mintust teir til, at hetta var skrivað um hann og at teir hövdu gjört hetta fyri honum. |
s-602
| Skarin, sum var við honum, vitnaði nú, at hann hevði kallað Lázarus út úr grövini og vakt hann upp frá deyðum. |
s-603
| Tess vegna fór eisini skarin út ímóti honum, tí at tey hövdu hoyrt, at hann hevði gjört hetta tekin. |
s-604
| Tá sögdu Fariseararnir sín ámillum: ' Har síggja tit, at tað kemur einki burturúr hjá tykkum. |
s-605
| Sí, allur heimurin eltir hann!' |
s-606
| Men millum teirra, sum fóru niðan at halda bön um hátíðina, vóru nakrir Grikkar. |
s-607
| Teir komu nú til Filippusar, hann sum var úr Betsajdu í Galileu, og bóðu hann og sögdu: ' Harri, vit vilja fegin fáa at síggja Jesus.' |
s-608
| Filippus kemur og sigur tað við Andrias. |
s-609
| Andrias og Filippus koma og siga tað við Jesus. |
s-610
| Men Jesus svarar teimum og sigur: ' Tímin er komin, tá ið menniskjusonurin skal verða dýrmettur. |
s-611
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jörðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávökst. |
s-612
| Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. |
s-613
| Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. |
s-614
| Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann. |
s-615
| Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? |
s-616
| Faðir, bjarga mær frá hesum tíma! |
s-617
| Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma. |
s-618
| Faðir, ger dýrmett navn títt!' |
s-619
| Tá kom rödd av himni: |
s-620
| ' Bæði havi eg gjört tað dýrmett og skal aftur gera tað dýrmett!' |
s-621
| Men skarin, sum stóð har og hoyrdi hetta, segði, at toran hevði gingið. |
s-622
| Aðrir sögdu: ' Ein eingil talaði til hansara.' |
s-623
| Jesus svaraði og segði: ' Ikki mín vegna, men heldur tykkara vegna kom henda röddin. |
s-624
| Nú gongur dómur yvir henda heimin, nú skal hövdingin í hesum heimi verða kastaður út. |
s-625
| Og tá ið eg verði lyftur upp frá jörðini, skal eg draga allar til mín.' |
s-626
| Men hetta segði hann fyri at merkja, hvönn deyða hann skuldi doyggja. |
s-627
| Mannaskarin svaraði honum tá: ' Vit hava hoyrt av lógini, at Kristus skal verða verandi allar ævir, og hvussu kanst tú tá siga, at menniskjusonurin eigur at verða upphevjaður? |
s-628
| Hvör er hesin menniskjusonurin?' |
s-629
| Tá segði Jesus við teir: ' Enn eina stutta stund er ljósið tykkara millum. |
s-630
| Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkrið skal koma á tykkum; og tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer. |
s-631
| Meðan tit hava ljósið, tá trúgvið á ljósið, til tess at tit mega verða börn ljósins!' |
s-632
| Hetta talaði Jesus og hann fór avstað og fjaldi seg fyri teimum. |
s-633
| Men tó at hann hevði gjört so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey tó ikki á hann, til tess at orðið hjá Jesaja profeti skuldi ganga út, sum hann hevur sagt: |
s-634
| ' Harri, hvör trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum? |
s-635
| Og hvörjum varð armur Harrans opinberur?' |
s-636
| Tess vegna kundu tey ikki trúgva, tí at Jesaja hevur á öðrum staði sagt: ' Hann hevur blindað eygu teirra og hert hjörtu teirra, til tess at teir ikki síggja við eygunum og ikki skilja við hjartanum og venda við, so eg kann gröða teir.' |
s-637
| Hetta segði Jesaja, tá ið hann sá dýrd hansara og talaði um hann. |
s-638
| Kortini trúðu tó mangir av ráðharrunum á hann, men fyri Farisearanna skuld vildu teir ikki kennast við tað, fyri at teir ikki skuldu verða útkoyrdir úr samkomuhúsinum; tí at teir elskaðu manna æru meira enn Guðs æru. |
s-639
| Men Jesus rópaði og segði: ' Tann, sum trýr á meg, hann trýr ikki á meg, men á hann, sum sendi meg; og tann, sum sær meg, hann sær tann, sum sendi meg. |
s-640
| Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvör tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum. |
s-641
| Og um onkur hoyrir orð míni og ikki gevur teimum gætur, tá dömi eg hann ikki; tí at eg eri ikki komin at döma heimin, men at frelsa heimin. |
s-642
| Tann, sum vanvirðir meg og ikki tekur við orðum mínum, hevur tann, sum dömir hann: |
s-643
| orðið, sum eg havi talað, tað skal döma hann á evsta degi. Tí at eg havi ikki talað av mær sjálvum; men faðirin, sum sendi meg, hevur skipað mær fyri, hvat eg skal siga og hvat eg skal tala. |
s-644
| Og eg veit, at fyriskipan hansara er ævigt lív. |
s-645
| Tað, sum eg tí tali, tað tali eg soleiðis, sum faðirin hevur sagt mær.' |
s-646
| Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda. |
s-647
| Og meðan kvöldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, tá reisist hann frá kvöldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg. |
s-648
| So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa föturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við. |
s-649
| Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: ' Harri, tváar tú fötur mínar?' |
s-650
| Jesus svaraði og segði við hann: ' Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.' |
s-651
| Pætur sigur við hann: ' Aldri á ævini skalt tú tváa fötur mínar!' |
s-652
| Jesus svaraði honum: ' Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!' |
s-653
| Símun Pætur sigur við hann: ' Harri, ikki bert fötur mínar, men eisini hendurnar og hövdið.' |
s-654
| Jesus sigur við hann: ' Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær uttan um föturnar; men hann er reinur allur sum hann er. |
s-655
| Og tit eru reinir, men ikki allir.' Tí at hann kendi tann, sum skuldi svíkja hann; tí segði hann: ' Tit eru ikki allir reinir.' |
s-656
| Tá ið hann nú hevði tváað fötur teirra og latið seg í aftur klæðini og var setstur aftur, segði hann við teir: ' Skilja tit, hvat eg havi gjört við tykkum? |
s-657
| Tit kalla meg' Meistara' og' Harra', og tit siga rætt; tí at eg eri tað. |
s-658
| Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað fötur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvör annan um föturnar. Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridömi, til tess at líkasum eg gjördi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera. |
s-659
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki er ein húskallur störri enn húsbóndi hansara; ikki heldur er eitt sendiboð störri enn tann, ið sendi tað. |
s-660
| Skilja tit hetta, eru tit sælir, um tit gera tað. |
s-661
| Eg tali ikki um tykkum allar. |
s-662
| Eg veit, hvörjar eg havi útvalt; men skriftin mátti ganga út: |
s-663
| Tann, sum breyð mítt etur, hevur lyft upp hæli sínum móti mær. |
s-664
| Hereftir sigi eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, tá ið tað er hent, skulu trúgva, at tað eri eg. |
s-665
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti tí, sum eg sendi, hann tekur ímóti mær, og tann, sum tekur ímóti mær, tekur ímóti honum, sum sendi meg.' |
s-666
| Tá ið Jesus hevði sagt hetta, varð hann ógvuliga rördur í andanum og vitnaði og segði: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, at ein tykkara skal svíkja meg.' |
s-667
| Tá hugdu lærusveinarnir hvör upp á annan og vóru í iva um, hvönn hann talaði um. |
s-668
| Ein av lærusveinum hansara sat har til borðs við Jesu högru lið, tann, sum Jesus elskaði. |
s-669
| Til hansara nikkar tá Símun Pætur og sigur við hann: ' Sig, hvör tað er, sum hann talar um!' |
s-670
| Hesin leggur seg upp at Jesu barmi og sigur við hann: ' Harri, hvör er tað?' |
s-671
| Tá svarar Jesus: ' Tað er hann, sum eg gevi tann bitan, sum eg nú dyppi niður í.' |
s-672
| So dyppaði hann bitan og tók og gav Judasi Símunarsyni Iskarjot hann. |
s-673
| Og tá ið hann hevði fingið bitan, fór Sátan inn í hann. |
s-674
| Jesus sigur tá við hann: ' Tað, sum tú gert, ger tað skjótt.' |
s-675
| Men eingin teirra, sum sótu til borðs, skildi, hví hann segði hetta við hann. Tí at summir hildu, við tað at Judas hevði pungin, at Jesus hevði sagt við hann: ' Keyp tað, sum okkum er törvur á til hátíðina,' ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað. |
s-676
| Tá ið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. |
s-677
| Men nátt var. |
s-678
| Tá ið hann nú var farin út, sigur Jesus: ' Nú er menniskjusonurin vorðin dýrmettur, og Guð er vorðin dýrmettur í honum. |
s-679
| Er Guð vorðin dýrmettur í honum, tá skal Guð eisini gera hann dýrmettan í sær, og hann skal brátt gera hann dýrmettan. |
s-680
| Börn míni, bert stutta stund eri eg enn hjá tykkum. |
s-681
| Tit skulu leita eftir mær, og líkasum eg segði við Jödarnar: ' Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma,' soleiðis sigi eg nú eisini við tykkum. |
s-682
| Nýtt boð gevi eg tykkum: |
s-683
| Tit skulu elska hvör annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvör annan. |
s-684
| Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvör til annan.' |
s-685
| Símun Pætur sigur við hann: ' Harri, hvar fert tú?' |
s-686
| Jesus svaraði: ' Hagar, sum eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær seinni.' |
s-687
| Pætur sigur við hann: ' Harri, hví kann eg ikki fylgja tær nú? |
s-688
| Eg vil leggja lív mítt á fyri teg.' |
s-689
| Jesus svarar: ' Vilt tú leggja lív títt á fyri meg? |
s-690
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Hanin skal ikki gala, fyrr enn tú hevur avnoktað meg tríggjar ferðir.' |
s-691
| ' Hjarta tykkara verði ikki óttafult! |
s-692
| Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! |
s-693
| Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. |
s-694
| Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. |
s-695
| Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. |
s-696
| Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.' |
s-697
| Tummas sigur við hann: ' Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?' |
s-698
| Jesus sigur við hann: ' Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. |
s-699
| Eingin kemur til faðirin uttan við mær. |
s-700
| Hövdu tit kent meg, tá hövdu tit eisini kent faðir mín. |