s-503
| Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.' |
s-504
| Tá varð aftur tvídráttur millum Jödanna út av hesum orðum. |
s-505
| Og mangir teirra sögdu: ' Hann hevur illan anda og er óður! |
s-506
| Hví lurta tit eftir honum?' |
s-507
| Aðrir sögdu: ' Hetta eru ikki orð av manni, sum hevur illan anda. |
s-508
| Kann illur andi lata upp eyguni á blindum?' |
s-509
| So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. |
s-510
| Tað var vetur. |
s-511
| Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons. |
s-512
| Tá umringaðu Jödarnir hann og sögdu við hann: ' Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? |
s-513
| Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!' |
s-514
| Jesus svaraði teimum: ' Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. |
s-515
| Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. |
s-516
| Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. |
s-517
| Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er störri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. |
s-518
| Eg og faðirin eru eitt.' |
s-519
| Uppaftur tóku Jödarnir steinar at steina hann. |
s-520
| Jesus tók tá til orða og segði við teir: ' Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvönn av hesum gerningum steina tit meg?' |
s-521
| Jödarnir svaraðu honum: ' Fyri góðan gerning steina vit teg ikki, men fyri gudsspottan og fyri tað, at tú, sum ert ein menniskja, gert teg sjálvan til Guð.' |
s-522
| Jesus svaraði teimum: ' Er ikki skrivað í lóg tykkara: Eg havi sagt: Tit eru gudar! |
s-523
| Tá ið nú hann kallar teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ikki vikast, siga tit tá við tann, sum faðirin halgaði og sendi í heimin: tú spottar Guð, tí at eg segði: eg eri sonur Guðs! |
s-524
| Geri eg ikki gerningar faðirs míns, tá trúgvið mær ikki. |
s-525
| Men geri eg teir, tá trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.' |
s-526
| Tá royndu teir aftur at taka hann; men hann komst undan úr hondum teirra. |
s-527
| Og hann fór aftur yvir um Jórdan, á tann staðin, har sum Jóhannes av fyrstu tíð doypti, og hann varð verandi har. |
s-528
| Og mangir komu til hansara, og teir sögdu: ' Jóhannes gjördi víst einki tekin; men alt tað, sum Jóhannes segði um henda var satt.' |
s-529
| Og mangir trúðu á hann har. |
s-530
| Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í. |
s-531
| Men Maria var tann, sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði fötur hansara við hári sínum, og tað var bróðir hennara, Lázarus, sum var sjúkur. |
s-532
| Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: ' Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.' |
s-533
| Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann: ' Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni.' |
s-534
| Men Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lázarus. |
s-535
| Tá ið hann nú hevði hoyrt, at hann var sjúkur, varð hann tó enn verandi tveir dagar á tí staði, har sum hann var. |
s-536
| Síðan sigur hann eftir hetta við lærusveinarnar: ' Latum okkum fara aftur til Júdeu!' |
s-537
| Lærusveinarnir siga við hann: ' Rabbi, nýliga ætlaðu Jödarnir at steina teg, og nú fert tú hagar aftur!' |
s-538
| Jesus svaraði: ' Eru ikki tólv tímar í deginum? |
s-539
| Ferðast nakar á degi, snávar hann ikki, tí at hann sær ljósið í hesum heimi; men ferðast nakar á nátt, snávar hann, tí at ljósið er ikki í honum.' |
s-540
| Hetta talaði hann, og eftir tað sigur hann við teir: ' Lázarus, vinur okkara, er sovnaður; men eg fari nú at vekja hann.' |
s-541
| Lærusveinarnir sögdu tá við hann: ' Harri, er hann sovnaður, tá verður hann frískur.' |
s-542
| Men Jesus hevði talað um deyða hansara; men teir hildu, at hann talaði um svövnhvíldina. |
s-543
| Tí segði Jesus teimum tá beint fram: ' Lázarus er deyður! |
s-544
| Og fyri tykkara skuld eri eg glaður, at eg ikki var har, fyri at tit skulu trúgva. |
s-545
| Men latum okkum fara til hansara!' |
s-546
| Tá segði Tummas, sum kallaður er Didymos tað merkir: tvíburður við samlærusveinar sínar: ' Latum eisini okkum fara, so at vit kunnu doyggja saman við honum!' |
s-547
| Tá ið Jesus nú kom, fekk hann at vita, at hann longu hevði ligið fýra dagar í grövini. |
s-548
| Men Betánia var nær við Jerúsalem, okkurt um fimtan stádiur haðani. |
s-549
| Men mangir av Jödunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. |
s-550
| Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima. |
s-551
| Marta segði tá við Jesus: ' Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður. |
s-552
| Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.' |
s-553
| Jesus sigur við hana: ' Bróðir tín skal rísa upp.' |
s-554
| Marta sigur við hann: ' Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.' |
s-555
| Jesus segði við hana: ' Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvör tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?' |
s-556
| Hon sigur við hann: ' Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.' |
s-557
| Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: ' Meistarin er her og rópar teg.' |
s-558
| Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara. |
s-559
| Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði mött honum. |
s-560
| Tá ið nú Jödarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grövina at gráta har. |
s-561
| Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: ' Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.' |
s-562
| Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jödarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjördist ógvuliga sinnisrördur og segði: ' Hvar hava tit lagt hann?' |
s-563
| Teir siga við hann: ' Harri, kom og síggj!' |
s-564
| Jesus feldi tár. |
s-565
| Tá sögdu Jödarnir: ' Sí, hvussu hann elskaði hann!' |
s-566
| Men summir teirra sögdu: ' Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjört tað, at eisini hesin ikki var deyður?' |
s-567
| Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grövina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí. |
s-568
| Jesus sigur: ' Takið steinin frá!' |
s-569
| Marta, systir hins deyða, sigur við hann: ' Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.' |
s-570
| Jesus sigur við hana: ' Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?' |
s-571
| Teir tóku tá steinin frá. |
s-572
| Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: ' Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. |
s-573
| Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.' |
s-574
| Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rödd: ' Lázarus, kom út higar!' |
s-575
| Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. |
s-576
| Jesus segði við teir: ' Loysið hann og latið hann fara!' |
s-577
| Mangir av Jödunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og hövdu sæð tað, sum hann gjördi, trúðu nú á hann. |
s-578
| Men nakrir av teimum fóru til Farisearanna og sögdu teimum, hvat Jesus hevði gjört. |
s-579
| Hövuðsprestarnir og Fariseararnir savnaðu tá ráðið saman og sögdu: ' Hvat skulu vit gera, tí at hesin maðurin ger mong tekin? |
s-580
| Lata vit hann halda fram á henda hátt, vilja allir trúgva á hann, og Rómverjar munnu koma og taka bæði land okkara og fólk.' |
s-581
| Men ein av teimum, Kajfas, sum var hövuðsprestur tað árið, segði við teir: ' Tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at öll tjóðin fer til grundar.' |
s-582
| Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum; men tá ið hann var hövuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið; og ikki bert fyri fólkið, men eisini til tess at savna í ein flokk Guðs sundurspjaddu börn. |
s-583
| Eftir tann dag hildu teir tí ráð saman um at drepa hann. |
s-584
| Jesus gekk tí ikki longur opinlýst umkring millum Jödanna, men fór avstað haðan út á landsbygdina nær við oyðimörkina í eina bygd, sum kallast Efraim, og har varð hann verandi saman við lærusveinunum. |
s-585
| Men páskir hjá Jödum vóru í nánd, og mangir fóru av landsbygdini niðan til Jerúsalem fyri páskir til at reinsa seg. |
s-586
| Teir leitaðu tá eftir Jesusi og sögdu sín ámillum, har sum teir stóðu í halgidóminum: ' Hvat halda tit? |
s-587
| Man hann ikki fara at koma til hátíðina?' |
s-588
| Men hövuðsprestarnir og Fariseararnir hövdu givið boð, at um onkur visti, hvar hann var, skuldi hann siga frá, so at teir kundu taka hann. |
s-589
| Seks dagar fyri páskir kom Jesus til Betániu, har sum Lázarus var, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum. |
s-590
| Tey gjördu nú har eina kvöldmáltíð fyri honum, og Marta gekk fyri borðum, og Lázarus var ein teirra, sum sótu til borðs við honum. |
s-591
| Tá tók Maria eitt pund av óblandaðum, sera dýrum nardussmyrsli og salvaði föturnar á Jesusi og turkaði fötur hansara við hári sínum. |
s-592
| Og húsið varð fult av anganum av smyrslinum. |
s-593
| Sigur tá Judas Iskarjot, ein av lærusveinum hansara, sum seinni skuldi svíkja hann: ' Hví var hetta smyrslið ikki selt fyri trý hundrað denarar og givið fátækum?' |
s-594
| Men hetta segði hann ikki, tí at hann hevði umsorgan fyri teimum fátæku, men tí at hann var tjóvur; og við tað at hann hevði pungin, tók hann tað, sum varð lagt í hann. |
s-595
| Tá segði Jesus: ' Lat hana fáa frið! |
s-596
| Hon hevur goymt hetta til jarðarferðardag mín; tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum; men meg hava tit ikki altíð.' |
s-597
| Nú fekk ein stórur skari av Jödunum at vita, at hann var har, og tey komu, ikki bert fyri Jesu skuld, men eisini fyri at síggja Lázarus, sum hann hevði vakt upp frá deyðum. |
s-598
| Men hövuðsprestarnir lögdu upp ráð um at drepa Lázarus við, tí at fyri hansara skuld mangir av Jödunum fóru og trúðu á Jesus. |
s-599
| Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerúsalem, tóku tey pálmagreinar og fóru út at möta honum, og tey rópaðu: ' Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.' |
s-600
| Men Jesus fann ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: ' Óttast ikki, Sions dóttir, sí, kongur tín kemur, á asnafyli hann situr!' |
s-601
| Hetta skildu lærusveinar hansara ikki í fyrstuni; men tá ið Jesus var vorðin dýrmettur, tá mintust teir til, at hetta var skrivað um hann og at teir hövdu gjört hetta fyri honum. |
s-602
| Skarin, sum var við honum, vitnaði nú, at hann hevði kallað Lázarus út úr grövini og vakt hann upp frá deyðum. |