s-407
| Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini. |
s-408
| Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki. |
s-409
| Hvör tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? |
s-410
| Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki? |
s-411
| Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Guði.' |
s-412
| Jödarnir svaraðu og sögdu við hann: ' Er tað ikki rætt, sum vit siga, at tú ert ein Sámáriubúgvi og at illur andi er í tær?' |
s-413
| Jesus svaraði: ' Ikki er nakar illur andi í mær, men eg æri faðir mín, og tit vanæra meg. |
s-414
| Men eg söki ikki æru mína; tann er, sum sökir hana og dömir. |
s-415
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.' |
s-416
| Tá sögdu Jödarnir við hann: ' Nú vita vit, at illur andi er í tær. |
s-417
| Ábraham doyði og profetarnir, og tú sigur: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og ævir ikki smakka deyðan. |
s-418
| Manst tú vera störri enn faðir okkara, Ábraham, sum doyði? |
s-419
| Og eisini profetarnir doyðu. |
s-420
| Hvönn gert tú teg sjálvan til?' |
s-421
| Jesus svaraði: ' Um eg æri meg sjálvan, tá er æra mín einki; tað er faðir mín, sum ærir meg, hann sum tit siga um, at hann er Guð tykkara; og tit hava ikki kent hann; men eg kenni hann; segði eg, at eg ikki kenni hann, tá hevði eg verið lygnari eins og tit. |
s-422
| Men eg kenni hann og varðveiti orð hansara. |
s-423
| Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja mín dag, og hann sá hann og var fegin.' |
s-424
| Tá sögdu Jödarnir við hann: ' Tú ert enn ikki fimmti ára gamal, og tú hevur sæð Ábraham!' |
s-425
| Jesus segði við teir: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.' |
s-426
| Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. |
s-427
| Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum. |
s-428
| Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá föðingini. |
s-429
| Og lærusveinar hansara spurdu hann og sögdu: ' Meistari, hvör hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi föðast blindur?' |
s-430
| Jesus svaraði: ' Hvörki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mega verða opinberaðir á honum. |
s-431
| Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða. |
s-432
| Meðan eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.' |
s-433
| Tá ið hann hevði sagt hetta, spýtti hann á jörðina og gjördi runu av spýttinum og smurdi rununa upp á eyguni á honum og segði við hann: ' Far og tváa tær í hylinum Siloam tað merkir: sendur. |
s-434
| Hann fór tá avstað og tváaði sær og kom aftur síggjandi. |
s-435
| Tá sögdu grannarnir og teir, sum hövdu sæð hann áður, tí at hann var ein, sum bað um olmussu: ' Er ikki hetta hann, sum er vanur at sita og biðja om olmussu?' |
s-436
| Summir sögdu: ' Jú, tað er hann.' |
s-437
| Summir sögdu: ' Nei, men hann líkist honum.' |
s-438
| Sjálvur segði hann: ' Tað eri eg.' |
s-439
| Teir sögdu tá við hann: ' Hvussu opnaðust tá eygu tíni?' |
s-440
| Hann svaraði: ' Tann maðurin, sum kallaður er Jesus, gjördi runu og smurdi hana upp á eyguni á mær og segði við meg: Far til Siloam og tváa tær. |
s-441
| Tá ið eg so fór avstað og tváaði mær, fekk eg sjónina.' |
s-442
| Teir sögdu við hann: ' Hvar er hann?' |
s-443
| Hann sigur: ' Eg veit tað ikki.' |
s-444
| Teir föra nú tann, sum áður var blindur, til Farisearanna. |
s-445
| Men tað var hvíludagur tann dagin, tá ið Jesus gjördi rununa og opnaði eygu hansara. |
s-446
| Nú spurdu eisini Fariseararnir hann aftur, hvussu hann hevði fingið sjónina. |
s-447
| Men hann segði við teir: ' Hann legði runu upp á eyguni á mær, og eg tváaði mær, og nú síggi eg.' |
s-448
| Tá sögdu nakrir av Farisearunum: ' Ikki er hesin maðurin frá Guði, við tað at hann ikki heldur hvíludagin.' |
s-449
| Aðrir sögdu: ' Hvussu kann ein syndigur maður gera slík tekin?' |
s-450
| Og tvídráttur var teirra millum. |
s-451
| Teir siga tá aftur við hin blinda: ' Hvat sigur tú um hann, við tað at hann opnaði eygu tíni?' |
s-452
| Men hann segði: ' Hann er profetur.' |
s-453
| Jödarnir trúðu tá ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrr enn teir rópaðu foreldur hansara, sum hevði fingið sjónina. |
s-454
| Og teir spurdu tey og sögdu: ' Er hetta sonur tykkara, sum tit siga um, at hann varð föddur blindur? |
s-455
| Hvussu hevur hann tá nú fingið sjónina?' |
s-456
| Foreldur hansara svaraðu og sögdu: ' Vit vita, at hann er sonur okkara, og at hann föddist blindur; men hvussu hann nú hevur fingið sjónina, vita vit ikki, ella hvör ið hevur opnað eygu hansara, vita vit heldur ikki. |
s-457
| Spyrjið hann sjálvan; hann hevur aldurin; hann kann sjálvur svara fyri seg.' |
s-458
| Hetta sögdu foreldur hansara, tí at tey óttaðust Jödarnar; tí at nú vóru Jödarnir samráddir um, at um nakar vildi kennast við, at hann var Kristus, skuldi hann verða koyrdur út úr samkomuhúsinum. |
s-459
| Tí sögdu foreldur hansara: ' Hann hevur aldurin; spyrjið hann sjálvan.' |
s-460
| Teir rópaðu tá á öðrum sinni til sín mannin, sum hevði verið blindur, og sögdu við hann: ' Gev Guði æruna; vit vita, at hesin maðurin er syndari.' |
s-461
| Tá svaraði hann: ' Um hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, nú síggi.' |
s-462
| Teir sögdu tá við hann: ' Hvat gjördi hann við teg? |
s-463
| Hvussu læt hann eygu tíni upp?' |
s-464
| Hann svaraði teimum: ' Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir tí. |
s-465
| Hví vilja tit nú hoyra tað aftur? |
s-466
| Ætla tit eisini at verða lærusveinar hansara?' |
s-467
| Tá deildu teir hann og sögdu: ' Tú ert lærusveinur hansara; men vit eru lærusveinar Mósesar. |
s-468
| Vit vita, at Guð hevur talað við Móses, men um henda mannin vita vit ikki, hvaðan hann er.' |
s-469
| Maðurin svaraði og segði við teir: ' Hetta er tó undarligt, at tit ikki vita, hvaðan hann er, og hann hevur tó latið upp eygu míni. |
s-470
| Vit vita, at Guð ikki hoyrir syndarar; men um onkur óttast Guð og ger vilja hansara, tann hoyrir hann. |
s-471
| Frá fyrndartíð hevur tað ikki hoyrst, at nakar hevur opnað eyguni á honum, sum var föddur blindur. |
s-472
| Var hesin ikki frá Guði, tá kundi hann einki gjört.' |
s-473
| Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Tú ert föddur í synd allur sum tú ert, og tú vilt læra okkum!' |
s-474
| Og teir koyrdu hann út. |
s-475
| Jesus fekk at hoyra, at teir hövdu koyrt hann út, og tá ið hann hitti hann, segði hann við hann: ' Trýrt tú á menniskjusonin?' |
s-476
| Hann svaraði og segði: ' Og hvör er hann, Harri, at eg kann trúgva á hann?' |
s-477
| Jesus segði við hann: ' Bæði hevur tú sæð hann, og tað er hann, sum talar við teg.' |
s-478
| Men hann segði: ' Eg trúgvi, Harri,' |
s-479
| og hann fell á knæ niður fyri honum. |
s-480
| Og Jesus segði: ' Til dóms eri eg komin í henda heimin, til tess at tey, sum ikki síggja, skulu síggja, og tey, sum síggja, skulu verða blind.' |
s-481
| Hetta hoyrdu teir av Farisearunum, sum vóru hjá honum, og teir sögdu við hann: ' Eru vit tá eisini blindir?' |
s-482
| Jesus segði við teir: ' Vóru tit blindir, tá hövdu tit ikki synd; men nú siga tit: vit síggja synd tykkara verður verandi.' |
s-483
| ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjögnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður. |
s-484
| Men tann, sum gongur inn gjögnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum. |
s-485
| Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við navni og fer út við teimum. |
s-486
| Tá ið hann hevur latið allar seyðir sínar út, gongur hann undan teimum, og seyðirnir fylgja honum, av tí at teir kenna reyst hansara. |
s-487
| Men einum ókunnigum vilja teir ikki fylgja, men vilja heldur flýggja frá honum, av tí at teir ikki kenna reystina á hinum ókunnigu.' |
s-488
| Hetta líknilsi segði Jesus teimum; men teir skildu ikki, hvat hann talaði til teirra um. |
s-489
| Jesus segði tá aftur við teir: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eg eri dyrnar hjá seyðunum. |
s-490
| Allir teir, sum eru komnir undan mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðirnir hoyrdu teir ikki. |
s-491
| Eg eri dyrnar. |
s-492
| Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna föði. |
s-493
| Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð. |
s-494
| Eg eri hin góði hirðin. |
s-495
| Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. |
s-496
| Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar. |
s-497
| Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. |
s-498
| Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. |
s-499
| Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði. |
s-500
| Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur. |
s-501
| Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. |
s-502
| Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. |
s-503
| Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.' |
s-504
| Tá varð aftur tvídráttur millum Jödanna út av hesum orðum. |
s-505
| Og mangir teirra sögdu: ' Hann hevur illan anda og er óður! |
s-506
| Hví lurta tit eftir honum?' |