s-308
| Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvört hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum. |
s-309
| Tann, sum talar av sær sjálvum, sökir sína egnu æru; men tann, sum sökir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum. |
s-310
| Hevur Móses givið tykkum lógina? |
s-311
| Og eingin tykkara heldur lógina. |
s-312
| Hví royna tit at taka meg av dögum?' |
s-313
| Mannamúgvan svaraði: ' Tú hevur ein illan anda. |
s-314
| Hvör roynir at taka teg av dögum?' |
s-315
| Jesus svaraði og segði við teir: ' Ein gerning gjördi eg, og tit undrast allir á hann. |
s-316
| Móses hevur givið tykkum umskeringina ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum og tit umskera mann um hvíludagin. |
s-317
| Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjördi allan mannin frískan ein hvíludag? |
s-318
| Dömið ikki eftir útsjónd, men dömið rættvísan dóm!' |
s-319
| Tá sögdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: ' Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa? |
s-320
| Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann. |
s-321
| Munnu hövuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus? |
s-322
| Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.' |
s-323
| Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: ' Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og tó eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki. |
s-324
| Eg kenni hann, tí at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.' |
s-325
| Teir ætlaðu tá at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, tí at enn var tími hansara ikki komin. |
s-326
| Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir sögdu: ' Tá ið Kristus kemur, man hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjört?' |
s-327
| Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mölmaði hetta um hann; og hövuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann. |
s-328
| Tá segði Jesus: ' Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg. |
s-329
| Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.' |
s-330
| Tá sögdu Jödarnir sín ámillum: ' Hvar man hann ætla sær at fara, tá ið vit ikki skulu finna hann? |
s-331
| Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar? |
s-332
| Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði: |
s-333
| Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?' |
s-334
| Men síðsta dagin, tann största á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: ' Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! |
s-335
| Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna lökir við livandi vatni.' |
s-336
| Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur. |
s-337
| Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, sögdu nú: ' Sanniliga er hesin profeturin.' |
s-338
| Aðrir sögdu: ' Hesin er Kristus.' |
s-339
| Men summir sögdu: ' Man tá Kristus koma úr Galileu? |
s-340
| Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?' |
s-341
| Nú var ósemja millum manna um hann, og summir av teimum hövdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann. |
s-342
| Sveinarnir komu tá aftur til hövuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir sögdu við teir: ' Hví tóku tit hann ikki við tykkum?' |
s-343
| Sveinarnir svaraðu: ' Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.' |
s-344
| Fariseararnir svaraðu teimum tá: ' Eru tit við vilstir burtur av leið? |
s-345
| Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum? |
s-346
| Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.' |
s-347
| Nikodemus hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra sigur við teir: ' Dömir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?' |
s-348
| Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Ert tú eisini úr Galileu? |
s-349
| Granska eftir, so fært tú at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!' |
s-350
| Og teir fóru heim, hvör til sín. |
s-351
| Men Jesus fór til Oljufjallið. |
s-352
| Men tíðliga á morgni kom hann aftur í halgidómin, og alt fólkið kom til hansara, og hann settist niður og lærdi tey. |
s-353
| Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu, sum var tikin í hordómi, og teir stilla hana mitt framman fyri hann, og siga við hann: ' Meistari, henda konan er beinleiðis tikin í tí at dríva hor. |
s-354
| Í lógini hevur nú Móses boðið okkum, at slíkar konur skulu verða steinaðar; hvat sigur nú tú?' |
s-355
| Men hetta sögdu teir fyri at freista hann, so at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri. |
s-356
| Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jörðina. |
s-357
| Men tá ið teir hildu á at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: ' Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!' |
s-358
| Og hann lútaði seg aftur niður og skrivaði á jörðina. |
s-359
| Men tá ið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvör eftir annan, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og konan framman fyri honum. |
s-360
| Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: ' Kona, hvar eru teir? |
s-361
| Dómfeldi eingin teg?' |
s-362
| Men hon svaraði: ' Eingin, harri.' |
s-363
| Men Jesus segði: ' Eg dómfelli teg ikki heldur. |
s-364
| Far avstað, synda ikki longur!' |
s-365
| Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: ' Eg eri ljós heimsins. |
s-366
| Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.' |
s-367
| Tá sögdu Fariseararnir við hann: ' Tú vitnar um teg sjálvan; vitnisburður tín er ikki sannur.' |
s-368
| Jesus svaraði og segði við teir: ' Um eg so vitni um meg sjálvan, er vitnisburður mín sannur, tí at eg veit, hvaðan eg eri komin og hvar eg fari. |
s-369
| Men tit vita ikki, hvaðan eg komi ella hvar eg fari. |
s-370
| Tit döma eftir holdinum, eg dömi ongan; og um eg so dömi, er dómur mín sannur, tí at eg eri ikki einsamallur, men eg og faðirin, sum sendi meg. |
s-371
| Og í lóg tykkara stendur skrivað, at vitnisburður tveggja manna er sannur. |
s-372
| Eg eri tann, sum vitni um meg sjálvan, og faðirin, sum sendi meg, vitnar um meg.' |
s-373
| Teir sögdu tá við hann: ' Hvar er faðir tín?' |
s-374
| Jesus svaraði: ' Hvörki kenna tit meg ella faðir mín. |
s-375
| Kendu tit meg, so kendu tit eisini faðir mín.' |
s-376
| Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, tí at tími hansara var enn ikki komin. |
s-377
| Hann segði nú aftur við teir: ' Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara. |
s-378
| Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.' |
s-379
| Jödarnir sögdu tá: ' Man hann ætla at forkoma sær, við tað at hann sigur: Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma?' |
s-380
| Og hann segði við teir: ' Tit eru niðan úr neðra, eg eri oman úr erva; tit eru úr hesum heimi, eg eri ikki úr hesum heimi. |
s-381
| Tí segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í syndum tykkara; tí at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.' |
s-382
| Teir sögdu tá við hann: ' Hvör ert tú?' |
s-383
| Jesus segði við teir: ' Beint tað, sum eg frá fyrsta sinni havi sagt tykkum. |
s-384
| Eg havi mangt at tala og döma um tykkum; men hann, sum sendi meg, er sannorðaður, og tað, sum eg havi hoyrt av honum, tali eg til heimin.' |
s-385
| Teir skildu ikki, at hann talaði um faðirin við teir. |
s-386
| Jesus segði tí: ' Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað. |
s-387
| Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.' |
s-388
| Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann. |
s-389
| Jesus segði tá við teir Jödar, sum tikið hövdu við trúgv á hann: ' Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.' |
s-390
| Teir svaraðu honum: ' Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nökrum. |
s-391
| Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?' |
s-392
| Jesus svaraði teimum: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvör tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini. |
s-393
| Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir. |
s-394
| Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. |
s-395
| Eg veit, at tit eru eftirkomarar Ábrahams, men tit royna at fáa dripið meg, av tí at orð mítt ikki fær rúm hjá tykkum. |
s-396
| Eg tali tað, sum eg havi sæð hjá faðir mínum, og soleiðis gera tit eisini tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.' |
s-397
| Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Faðir okkara er Ábraham.' |
s-398
| Jesus sigur við teir: ' Vóru tit börn Ábrahams, tá gjördu tit gerningar Ábrahams. |
s-399
| Men nú royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði. |
s-400
| Hetta gjördi Ábraham ikki. |
s-401
| Tit gera gerningar faðirs tykkara.' |
s-402
| Teir sögdu við hann: ' Vit eru ikki gitnir í hori; vit hava ein faðir, Guð.' |
s-403
| Jesus segði við teir: ' Var Guð faðir tykkara, tá elskaðu tit meg; tí at frá Guði eri eg gingin út og komin; tí at heldur ikki eri eg komin av mær sjálvum, men hann hevur sent meg. |
s-404
| Hví skilja tit ikki talu mína? |
s-405
| Tí at tit tola ikki at hoyra orð mítt. |
s-406
| Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. |
s-407
| Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini. |