Dependency Tree

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttrain
AnnotationArnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C.

Select a sentence

Showing 301 - 400 of 1020 • previousnext

s-301 Jödarnir leitaðu eftir honum á hátíðini og sögdu: ' Hvar er hann?'
s-302 Og har var nógv tos um hann millum manna; summir sögdu: ' Hann er ein góður maður;'
s-303 men aðrir sögdu: ' Nei, heldur villleiðir hann fólkið.'
s-304 talaði eingin beint fram um hann av ótta fyri Jödunum.
s-305 Men hátíðin var hálvliðin, gekk Jesus niðan í halgidómin og lærdi.
s-306 Jödarnir undraðust og sögdu: ' Hvaðan hevur hann lærdóm sín, hann er ólærdur?'
s-307 svaraði Jesus teimum og segði: ' Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg.
s-308 Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvört hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum.
s-309 Tann, sum talar av sær sjálvum, sökir sína egnu æru; men tann, sum sökir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum.
s-310 Hevur Móses givið tykkum lógina?
s-311 Og eingin tykkara heldur lógina.
s-312 Hví royna tit at taka meg av dögum?'
s-313 Mannamúgvan svaraði: ' hevur ein illan anda.
s-314 Hvör roynir at taka teg av dögum?'
s-315 Jesus svaraði og segði við teir: ' Ein gerning gjördi eg, og tit undrast allir á hann.
s-316 Móses hevur givið tykkum umskeringina ja, hon er ikki frá Mósesi, men frá fedrunum og tit umskera mann um hvíludagin.
s-317 Fær maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit vreiðir við meg fyri tað, at eg gjördi allan mannin frískan ein hvíludag?
s-318 Dömið ikki eftir útsjónd, men dömið rættvísan dóm!'
s-319 sögdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: ' Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa?
s-320 Og , hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann.
s-321 Munnu hövuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus?
s-322 Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.'
s-323 rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: ' Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki.
s-324 Eg kenni hann, at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.'
s-325 Teir ætlaðu at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, at enn var tími hansara ikki komin.
s-326 Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir sögdu: ' Kristus kemur, man hann fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjört?'
s-327 Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mölmaði hetta um hann; og hövuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann.
s-328 segði Jesus: ' Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg.
s-329 Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.'
s-330 sögdu Jödarnir sín ámillum: ' Hvar man hann ætla sær at fara, vit ikki skulu finna hann?
s-331 Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar?
s-332 Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði:
s-333 Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?'
s-334 Men síðsta dagin, tann största á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: ' Er nakar tystur, komi hann til mín og drekki!
s-335 Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna lökir við livandi vatni.'
s-336 Men hetta segði hann um andan, sum teir, trúðu á hann, skuldu fáa; at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur.
s-337 Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, sögdu : ' Sanniliga er hesin profeturin.'
s-338 Aðrir sögdu: ' Hesin er Kristus.'
s-339 Men summir sögdu: ' Man Kristus koma úr Galileu?
s-340 Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?'
s-341 var ósemja millum manna um hann, og summir av teimum hövdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann.
s-342 Sveinarnir komu aftur til hövuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir sögdu við teir: ' Hví tóku tit hann ikki við tykkum?'
s-343 Sveinarnir svaraðu: ' Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.'
s-344 Fariseararnir svaraðu teimum : ' Eru tit við vilstir burtur av leið?
s-345 Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum?
s-346 Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.'
s-347 Nikodemus hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra sigur við teir: ' Dömir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?'
s-348 Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Ert eisini úr Galileu?
s-349 Granska eftir, so fært at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!'
s-350 Og teir fóru heim, hvör til sín.
s-351 Men Jesus fór til Oljufjallið.
s-352 Men tíðliga á morgni kom hann aftur í halgidómin, og alt fólkið kom til hansara, og hann settist niður og lærdi tey.
s-353 Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu, sum var tikin í hordómi, og teir stilla hana mitt framman fyri hann, og siga við hann: ' Meistari, henda konan er beinleiðis tikin í at dríva hor.
s-354 Í lógini hevur Móses boðið okkum, at slíkar konur skulu verða steinaðar; hvat sigur ?'
s-355 Men hetta sögdu teir fyri at freista hann, so at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri.
s-356 Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jörðina.
s-357 Men teir hildu á at spyrja hann, rætti hann seg upp og segði við teir: ' Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!'
s-358 Og hann lútaði seg aftur niður og skrivaði á jörðina.
s-359 Men teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvör eftir annan, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og konan framman fyri honum.
s-360 Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: ' Kona, hvar eru teir?
s-361 Dómfeldi eingin teg?'
s-362 Men hon svaraði: ' Eingin, harri.'
s-363 Men Jesus segði: ' Eg dómfelli teg ikki heldur.
s-364 Far avstað, synda ikki longur!'
s-365 Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: ' Eg eri ljós heimsins.
s-366 Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.'
s-367 sögdu Fariseararnir við hann: ' vitnar um teg sjálvan; vitnisburður tín er ikki sannur.'
s-368 Jesus svaraði og segði við teir: ' Um eg so vitni um meg sjálvan, er vitnisburður mín sannur, at eg veit, hvaðan eg eri komin og hvar eg fari.
s-369 Men tit vita ikki, hvaðan eg komi ella hvar eg fari.
s-370 Tit döma eftir holdinum, eg dömi ongan; og um eg so dömi, er dómur mín sannur, at eg eri ikki einsamallur, men eg og faðirin, sum sendi meg.
s-371 Og í lóg tykkara stendur skrivað, at vitnisburður tveggja manna er sannur.
s-372 Eg eri tann, sum vitni um meg sjálvan, og faðirin, sum sendi meg, vitnar um meg.'
s-373 Teir sögdu við hann: ' Hvar er faðir tín?'
s-374 Jesus svaraði: ' Hvörki kenna tit meg ella faðir mín.
s-375 Kendu tit meg, so kendu tit eisini faðir mín.'
s-376 Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, at tími hansara var enn ikki komin.
s-377 Hann segði aftur við teir: ' Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara.
s-378 Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.'
s-379 Jödarnir sögdu : ' Man hann ætla at forkoma sær, við tað at hann sigur: Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma?'
s-380 Og hann segði við teir: ' Tit eru niðan úr neðra, eg eri oman úr erva; tit eru úr hesum heimi, eg eri ikki úr hesum heimi.
s-381 segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í syndum tykkara; at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, skulu tit doyggja í syndum tykkara.'
s-382 Teir sögdu við hann: ' Hvör ert ?'
s-383 Jesus segði við teir: ' Beint tað, sum eg frá fyrsta sinni havi sagt tykkum.
s-384 Eg havi mangt at tala og döma um tykkum; men hann, sum sendi meg, er sannorðaður, og tað, sum eg havi hoyrt av honum, tali eg til heimin.'
s-385 Teir skildu ikki, at hann talaði um faðirin við teir.
s-386 Jesus segði : ' tit fáa hevjað upp menniskjusonin, skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað.
s-387 Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, at eg geri altíð tað, sum honum líkar.'
s-388 hann talaði hetta, trúðu mangir á hann.
s-389 Jesus segði við teir Jödar, sum tikið hövdu við trúgv á hann: ' Um tit verða verandi í orði mínum, eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.'
s-390 Teir svaraðu honum: ' Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nökrum.
s-391 Hvussu kanst siga: Tit skulu verða frælsir?'
s-392 Jesus svaraði teimum: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvör tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini.
s-393 Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir.
s-394 Um sonurin fríar tykkum, skulu tit verða av sonnum frælsir.
s-395 Eg veit, at tit eru eftirkomarar Ábrahams, men tit royna at fáa dripið meg, av at orð mítt ikki fær rúm hjá tykkum.
s-396 Eg tali tað, sum eg havi sæð hjá faðir mínum, og soleiðis gera tit eisini tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.'
s-397 Teir svaraðu og sögdu við hann: ' Faðir okkara er Ábraham.'
s-398 Jesus sigur við teir: ' Vóru tit börn Ábrahams, gjördu tit gerningar Ábrahams.
s-399 Men royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði.
s-400 Hetta gjördi Ábraham ikki.

Text viewDownload CoNNL-U