s-202
| Eg kann als einki gera av mær sjálvum; eins og eg hoyri, soleiðis dömi eg, og dómur mín er rættvísur, tí at eg söki ikki vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. |
s-203
| Um eg vitni um meg sjálvan, tá er vitnisburður mín ikki sannur. |
s-204
| Annar er, sum vitnar um meg, og eg veit, at tann vitnisburður er sannur, sum hann vitnar um meg. |
s-205
| Tit hava sent boð til Jóhannesar, og hann bar sannleikanum vitnisburð. |
s-206
| Men eg taki ikki móti vitnisburði av menniskju; men hetta sigi eg, fyri at tit mega verða frelstir. |
s-207
| Hann var hin brennandi og skínandi lampan, og tit vildu fegnir gleðast um stund í ljósi hansara. |
s-208
| Men eg havi tann vitnisburð, sum er störri enn Jóhannesar; tí at teir gerningar, sum faðirin hevur givið mær at fullföra, sjálvir teir gerningar, sum eg geri, vitna um meg, at faðirin hevur sent meg. |
s-209
| Og faðirin, sum sendi meg, hann hevur vitnað um meg. |
s-210
| Hvörki hava tit á nökrum sinni hoyrt rödd hansara ella sæð ásjón hansara. |
s-211
| Og orð hansara hava tit ikki verðandi í tykkum; tí at tí, sum hann sendi, honum trúgva tit ikki. |
s-212
| Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg; og kortini vilja tit ikki koma til mín, til tess at tit mega hava lív. |
s-213
| Eg taki ikki ímóti heiðuri av monnum; men eg kenni tykkum, at tit hava ikki Guðs kærleika í tykkum. |
s-214
| Eg eri komin í navni faðirs míns, og tit taka ikki ímóti mær; kemur onkur annar í sínum egna navni, honum vilja tit taka ímót. |
s-215
| Hvussu kunnu tit trúgva, tit sum taka ímót heiðuri hvör av öðrum, og sökja ikki tann heiður, sum kemur frá hinum einasta Guði! |
s-216
| Hugsið ikki, at eg skal klaga tykkum fyri faðirinum; tann er, sum klagar tykkum, Móses, sum tit hava sett vón tykkara til. Tí at trúðu tit Mósesi, tá trúðu tit mær; tí at hann hevur skrivað um meg. |
s-217
| Men trúgva tit ikki skriftum hansara, hvussu skulu tit tá trúgva orðum mínum!' |
s-218
| Eftir hetta fór Jesus avstað til ökið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið. |
s-219
| Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjördi á hinum sjúku. |
s-220
| Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum. |
s-221
| Men páskir, hátíðin hjá Jödum, vóru í nánd. |
s-222
| Tá ið Jesus nú lyfti upp eygum sínum og sá, at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: ' Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?' |
s-223
| Men hetta segði hann fyri at royna hann; tí at sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at gera. |
s-224
| Filippus svaraði honum: ' Breyð fyri tvey hundrað denarar rökkur ikki til hjá teimum, so at hvör teirra kann fáa eitt lítið sindur.' |
s-225
| Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann: ' Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?' |
s-226
| Jesus segði: ' Latið fólkið setast niður!' |
s-227
| Men har var nógv gras á staðinum. |
s-228
| Tá settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali. |
s-229
| Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava. |
s-230
| Men tá ið teir vóru mettir, sigur hann við lærusveinar sínar: ' Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!' |
s-231
| Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum hövdu etið. |
s-232
| Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjört, sögdu tey: ' Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.' |
s-233
| Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi. |
s-234
| Men tá ið komið var at kvöldi, fóru lærusveinar hansara oman at vatninum, og teir fóru í ein bát og ætlaðu at fara yvir um vatnið til Kapernaum. |
s-235
| Og tað var longu vorðið myrkt, og Jesus var enn ikki komin til teirra. |
s-236
| Og tað vóru stórar aldur á vatninum, við tað at vindurin var nógvur. |
s-237
| Tá ið teir nú hövdu róð okkurt um fimm og tjúgu ella tríati stádiur, síggja teir Jesus koma gangandi eftir vatninum og nærkast bátinum, og teir ræddust. |
s-238
| Men hann sigur við teir: ' Tað eri eg, ræðist ikki!' |
s-239
| Teir vildu nú taka hann inn í bátin, og straks var báturin komin at landinum, sum teir hildu ímót. |
s-240
| Dagin eftir sá mannamúgvan, sum stóð hinumegin vatnið, at har ikki hevði verið meira enn ein bátur og at Jesus ikki var farin inn í bátin saman við lærusveinum sínum, men at lærusveinar hansara vóru farnir avstað einsamallir; men har vóru komnir bátar frá Tiberias nær til tann staðin, har sum teir ótu breyðið, aftan á at Harrin hevði gjört takkargerð. |
s-241
| Tá ið tí mannamúgvan sá, at Jesus ikki var har, ikki heldur lærusveinar hansara, fóru tey í bátarnar og komu til Kapernaum fyri at leita eftir Jesusi. |
s-242
| Og tá ið tey funnu hann hinumegin vatnið, sögdu tey við hann: ' Rabbi, nær komst tú higar?' |
s-243
| Jesus svaraði teimum og segði: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit leita eftir mær, ikki tí at tit sóu tekin, men tí at tit ótu av breyðunum og vórðu mett. |
s-244
| Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.' |
s-245
| Teir sögdu tí við hann: ' Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna Guðs gerningar?' |
s-246
| Jesus svaraði og segði við teir: ' Hetta er Guðs gerningur, at tit skulu trúgva á hann, sum hann sendi.' |
s-247
| Teir sögdu tá við hann: ' Hvat tekin gert tú tá, til tess at vit mega síggja og trúgva tær? |
s-248
| Hvat arbeiði gert tú? |
s-249
| Fedrar okkara ótu manna í oyðimörkini, soleiðis sum skrivað er: Breyð av himni gav hann teimum at eta.' |
s-250
| Tá segði Jesus við teir: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki Móses gav tykkum breyðið av himni; men faðir mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av himni. Tí at Guðs breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív.' |
s-251
| Tá sögdu teir við hann: ' Harri, gev okkum altíð hetta breyðið!' |
s-252
| Jesus segði við teir: ' Eg eri lívsins breyð. |
s-253
| Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta. |
s-254
| Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki. |
s-255
| Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. |
s-256
| Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av öllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi. Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvör tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.' |
s-257
| Tá ilskaðust Jödarnir á hann, tí at hann segði: ' Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.' |
s-258
| Og teir sögdu: ' Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? |
s-259
| Hvussu kann hann tá siga: ' Eg eri komin niður av himni?'' |
s-260
| Jesus svaraði og segði við teir: ' Ilskist ikki tykkara millum! |
s-261
| Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. |
s-262
| Skrivað er hjá profetunum: ' Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.' |
s-263
| Ein og hvör, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín. |
s-264
| Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin. |
s-265
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív. |
s-266
| Eg eri lívsins breyð. |
s-267
| Fedrar tykkara ótu manna í oyðimörkini og doyðu. |
s-268
| Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja. |
s-269
| Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.' |
s-270
| Tá trættu Jödarnir sín ámillum og sögdu: ' Hvussu kann hann geva okkum hold sítt at eta?' |
s-271
| Jesus segði tá við teir: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum. |
s-272
| Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. Tí at hold mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur. |
s-273
| Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær og eg í honum. |
s-274
| Eins og hin livandi faðirin sendi meg, og eg livi vegna faðirsins, soleiðis skal tann, sum etur meg, liva vegna mín. |
s-275
| Hetta er breyðið, sum er komið niður av himni; tað er ikki sum hjá fedrunum, sum ótu og doyðu; tann, sum etur hetta breyðið, skal liva allar ævir.' |
s-276
| Hetta segði hann, meðan hann lærdi í einum samkomuhúsi í Kapernaum. |
s-277
| Mangir av lærusveinum hansara sögdu, tá ið teir hoyrdu tað: ' Hetta er hörð tala, hvör orkar at lýða á hann?' |
s-278
| Men Jesus visti við sær sjálvum, at lærusveinar hansara ilskaðust um hetta, og hann segði tí við teir: ' Taka tit tykkum meinboga av hesum? |
s-279
| Hvat tá, um tit fáa at síggja menniskjusonin fara upp hagar, sum hann var áður? |
s-280
| Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. |
s-281
| Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív. |
s-282
| Men tað eru summir av tykkum, sum ikki trúgva.' |
s-283
| Tí at Jesus visti frá fyrstu stund, hvörjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvör tann var, sum skuldi svíkja hann. |
s-284
| Og hann segði: ' Tess vegna havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan at tað er honum givið av faðirinum.' |
s-285
| Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum. |
s-286
| Jesus segði tá við teir tólv: ' Vilja tit eisini fara burtur?' |
s-287
| Símun Pætur svaraði honum: ' Harri, hvönn skulu vit fara til? |
s-288
| Tú hevur orð hins æviga lívs; og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.' |
s-289
| Jesus svaraði teimum: ' Havi eg ikki útvalt mær tykkum tólv? |
s-290
| Og ein tykkara er ein djevul.' |
s-291
| Men hetta meinti hann við Judas, son Símunar Iskarjot; tí at tað var hann, sum síðan skuldi svíkja hann, ein av teimum tólv. |
s-292
| Og eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galileu; tí at hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, við tað at Jödarnir lógu eftir honum og vildu drepa hann. |
s-293
| Men tann hátíðin hjá Jödum, sum kallast leyvsalahátíðin, var í nánd. |
s-294
| Tá sögdu bröður hansara við hann: ' Flyt burtur hiðani og far til Júdeu, til tess at eisini lærusveinar tínir kunnu fáa at síggja gerningar tínar, sum tú gert. Tí at eingin, sum vil verða alkendur, ger nakað í loyndum. |
s-295
| Tá ið tú gert hetta, so sýn teg sjálvan fyri heiminum!' Tí at bröður hansara trúðu ikki heldur á hann. |
s-296
| Tá sigur Jesus við teir: ' Tíð mín er ikki komin enn; men hjá tykkum er tíðin altíð lagalig. |
s-297
| Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, tí at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir. |
s-298
| Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina; tí at tíð mín er enn ikki fullkomin.' |
s-299
| Hetta segði hann við teir og varð verandi í Galileu. |
s-300
| Men tá ið bröður hansara vóru farnir niðan til hátíðina, tá fór hann eisini sjálvur niðan, ikki opinlýst, men loyniliga. |
s-301
| Jödarnir leitaðu tí eftir honum á hátíðini og sögdu: ' Hvar er hann?' |