s-102
| Tann, sum trýr á hann, verður ikki dömdur. |
s-103
| Tann, sum ikki trýr, er longu dömdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar. |
s-104
| Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir. Tí at ein og hvör, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir. |
s-105
| Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjördir í Guði.' |
s-106
| Eftir hetta kom Jesus og lærusveinar hansara til Júdeulands, og har dvaldist hann við teimum og doypti. |
s-107
| Men Jóhannes doypti eisini í Ænon, nær við Salem, tí at har var nógv vatn. |
s-108
| Og tey komu hagar og lótu seg doypa. Tí at enn var Jóhannes ikki kastaður í fongsil. |
s-109
| Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jöda um reinsan. |
s-110
| Og teir komu til Jóhannesar og sögdu við hann: ' Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.' |
s-111
| Jóhannes svaraði og segði: ' Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum. |
s-112
| Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum. |
s-113
| Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rödd brúðgómsins. |
s-114
| Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin. |
s-115
| Hann eigur at vaksa, men eg at minka. |
s-116
| Tann, sum kemur omanfrá, er yvir öllum; tann, sum er av jörðini, er av jörðini og talar av jörðini; tann, sum kemur av himni, er yvir öllum; og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara. |
s-117
| Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður. Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli. |
s-118
| Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur. |
s-119
| Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.' |
s-120
| Tá ið Harrin fekk at vita, at Fariseararnir hövdu hoyrt, at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes, tó at Jesus ikki sjálvur doypti, men lærusveinar hansara tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu. |
s-121
| Men hann mátti leggja ferð sína gjögnum Sámáriu. |
s-122
| Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum. |
s-123
| Men har var Jákups brunnur. |
s-124
| Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma. |
s-125
| Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn. |
s-126
| Jesus sigur við hana: ' Gev mær at drekka!' Tí at lærusveinar hansara vóru farnir avstað inn í bygdina at keypa mat. |
s-127
| Sámáriukonan sigur tá við hann: ' Hvussu kanst tú, sum ert Jödi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?' Tí at Jödar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn. |
s-128
| Jesus svaraði og segði við hana: ' Um tú kendi Guðs gávu, og hvör tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.' |
s-129
| Konan sigur við hann: ' Harri, tú hevur einki kerald at draga upp við, og brunnurin er djúpur, hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið? |
s-130
| Manst tú vera störri enn faðir okkara, Jákup, sum hevur givið okkum brunnin, og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara?' |
s-131
| Jesus svaraði og segði við hana: ' Ein og hvör, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.' |
s-132
| Konan sigur við hann: ' Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.' |
s-133
| Hann sigur við hana: ' Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!' |
s-134
| Konan svaraði og segði við hann: ' Eg havi ongan mann.' |
s-135
| Jesus sigur við hana: ' Rætt segði tú: eg havi ongan mann; tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín. |
s-136
| Hetta hevur tú sagt satt.' |
s-137
| Konan sigur við hann: ' Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur. |
s-138
| Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið.' |
s-139
| Jesus sigur við hana: ' Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvörki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin. |
s-140
| Tit tilbiðja tað, sum tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan kemur frá Jödunum. |
s-141
| Men tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin sökir. |
s-142
| Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.' |
s-143
| Konan sigur við hann: ' Eg veit, at Messias kemur tað merkir: Kristus; tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt.' |
s-144
| Jesus sigur við hana: ' Tað eri eg, tann sum talar við teg.' |
s-145
| Og í tí sama komu lærusveinar hansara, og teir undraðust á, at hann talaði við eina konu. |
s-146
| Tó segði eingin: ' Hvörjum spyrt tú eftir?' ella: ' Hví talar tú við hana?' |
s-147
| Tá læt konan vatnskerald sítt standa eftir og fór avstað inn í bygdina og sigur við fólkini: ' Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjört: |
s-148
| man hann ikki vera Kristus?' |
s-149
| Tey fóru út úr bygdini og komu til hansara. |
s-150
| Tess ámillum bóðu lærusveinarnir hann og sögdu: ' Rabbi, fá tær at eta.' |
s-151
| Men hann segði við teir: ' Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.' |
s-152
| Lærusveinarnir sögdu tá hvör við annan: ' Man nakar hava borið honum at eta?' |
s-153
| Jesus sigur við teir: ' Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullföra gerning hansara. |
s-154
| Siga tit ikki: ' Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?' |
s-155
| Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. |
s-156
| Tann, sum sker, fær lön, og savnar ávökst til ævigt lív, til tess at bæði tann, sum sáar, og tann, sum sker, skulu gleðast í felagi. Tí at í hesum föri er tað orðtakið satt: ' Ein sáar, annar sker.' |
s-157
| Eg havi sent tykkum út at skera tað, sum tit ikki hava arbeitt við; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.' |
s-158
| Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: ' Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjört.' |
s-159
| Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara, bóðu teir hann um at dvölja hjá teimum, og hann dvaldi har tveir dagar. |
s-160
| Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara. |
s-161
| Og við konuna sögdu teir: ' Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.' |
s-162
| Men eftir hesar tveir dagarnar fór hann burtur haðani til Galileu. Tí at Jesus vitnaði sjálvur, at profetur ikki verður virdur í sínum egna fosturlandi. |
s-163
| Tá ið hann nú kom til Galileu, tóku Galileumenn móti honum, við tað at teir hövdu sæð alt tað, sum hann hevði gjört í Jerúsalem um hátíðina; tí at teir vóru eisini komnir til hátíðina. |
s-164
| Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjört vatnið til vín. |
s-165
| Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá. |
s-166
| Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja. |
s-167
| Jesus segði tá við hann: ' Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.' |
s-168
| Kongsmaðurin sigur við hann: ' Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!' |
s-169
| Jesus sigur við hann: ' Far tú, sonur tín livir!' |
s-170
| Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað. |
s-171
| Men longu á heimleiðini möttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi. |
s-172
| Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. |
s-173
| Og teir sögdu við hann: ' Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.' |
s-174
| Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: ' Sonur tín livir.' |
s-175
| Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara. |
s-176
| Hetta var annað tekinið, sum Jesus gjördi, tá ið hann var komin frá Júdeu til Galileu. |
s-177
| Eftir hetta var hátíð hjá Jödum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. |
s-178
| Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir. |
s-179
| Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, höltum, visnum, sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í röring; tí at við hvört fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. |
s-180
| Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í röring, fekk heilsuna aftur, hvörjum sjúkdómi hann so var sjúkur av. |
s-181
| Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. |
s-182
| Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: ' Vilt tú verða frískur?' |
s-183
| Sjúklingurin svaraði honum: ' Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.' |
s-184
| Jesus sigur við hann: ' Reis teg upp, tak song tína og gakk!' |
s-185
| Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. |
s-186
| Men tað var hvíludagur tann dagin. |
s-187
| Tí sögdu Jödarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: ' Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.' |
s-188
| Men hann svaraði teimum: ' Tann, sum gjördi meg frískan, hann segði við meg: ' Tak song tína og gakk!' |
s-189
| Teir spurdu hann: ' Hvör er tann maður, sum segði við teg: ' Tak song tína og gakk!' |
s-190
| Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvör tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum. |
s-191
| Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: ' Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg.' |
s-192
| Maðurin fór avstað og segði Jödunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjört hann frískan. |
s-193
| Og nú vóru Jödarnir eftir Jesusi fyri tað, at hann gjördi hetta ein hvíludag. |
s-194
| Men Jesus svaraði teimum: ' Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.' |
s-195
| Av teirri orsök vóru Jödarnir enn meira hugaðir at fáa hann tiknan av dögum, tí at hann ikki bert breyt hvíludagshalguna, men eisini kallaði Guð faðir sín og gjördi seg sjálvan Guði líkan. |
s-196
| Tá tók Jesus til orða og segði við teir: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum, annað enn tað, sum hann sær faðirin gera; tí at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis. Tí at faðirin elskar sonin og sýnir honum alt tað, hann sjálvur ger, og hann skal sýna honum störri gerningar enn hesar, til tess at tit skulu undrast. Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi, soleiðis ger eisini sonurin tey livandi, sum hann vil. Tí at heldur ikki dömir faðirin nakran, men hann hevur givið syninum allan dómin, til tess at allir skulu æra sonin, líkasum teir æra faðirin. |
s-197
| Tann, sum ikki ærir sonin, ærir ikki faðirin, sum sendi hann. |
s-198
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið. |
s-199
| Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann stund kemur, ja, hon er longu komin, tá ið hini deyðu skulu hoyra rödd Guðs sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva. Tí at eins og faðirin hevur lív í sjálvum sær, soleiðis hevur hann eisini givið syninum at hava lív í sjálvum sær. |
s-200
| Og hann hevur givið honum vald at halda dóm, av tí at hann er menniskjusonur. |
s-201
| Undrist ikki um hetta, tí at tann stund kemur, tá ið öll tey, sum eru í grövunum, skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjört gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjört ilt, til dóms uppreisnar. |