Dependency Tree

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttest
AnnotationArnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C.

Select a sentence

Showing 205 - 304 of 301 • previous

s-205 Og teir vóru lidnir at tala, tók Jákup til orða og segði: ' Góðu menn og bröður, hoyrið meg!
s-206 Símun hevur greitt frá, hvussu Guð í fyrstuni hevði umhugsan um at taka navni sínum eitt fólk millum heidninganna; og við hetta samsvara orð profetanna, soleiðis sum skrivað stendur:
s-207 ' Eftir hetta skal eg venda aftur og endurreisa hina falnu tjaldbúð Dávids, og tað, sum er niðurrivið av henni, skal eg byggja upp aftur og seta upp av nýggjum, so at teir, sum eftir eru av monnum, mega leita til Harrans, og öll heiðin fólk, sum navn mítt er nevnt yvir,' sigur Harrin, sum hetta ger, sum kunnigt er frá upphavi.
s-208 haldi eg, at ikki eigur at verða tyngt um hjá teimum, sum av heidningunum venda um til Guðs; men at tað eigur at verða skrivað til teirra, at teir skulu halda seg frá allari óreinsan av skurðgudum og frá hordómi og frá , sum er kvalt, og frá blóði; at Móses hevur frá fornum tíðum í hvörji bygd teir, sum prædika hann, við tað at hann verður lisin upp í samkomuhúsunum hvönn hvíludag.'
s-209 samtyktu ápostlarnir og hinir elstu saman við öllum kirkjuliðinum at senda menn, sum til tess vórðu valdir teirra millum, til Antiokíu saman við Paulusi og Barnabasi og vóru tað Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas, nógv virdir menn bröðranna millum.
s-210 Og teir skrivaðu hetta við teimum: ' Ápostlarnir og hinir elstu, bröðurnir, senda bröðrunum í Antiokíu og Sýriulandi og Kilikíu, sum áður vóru heidnir, heilsan sína.
s-211 Av at vit hava hoyrt, at nakrir, sum eru komnir frá okkum, hava loypt ekka á tykkum við orðum sínum og hava órógvað sálir tykkara, uttan at vit hava givið teimum nakað í umboð, so hava vit á einum máli samtykt at senda menn, sum til tess eru valdir, til tykkara saman við okkara elskuligu Barnabasi og Paulusi, teimum monnum, sum hava sett lív sítt í váða fyri várs Harra Jesu Krists navns skuld.
s-212 Vit hava sent Judas og Silas, og teir skulu eisini munnliga boða tykkum tað sama; at heilagi andin og vit hava samtykt ikki at leggja aðra byrði á tykkum uttan hetta, sum neyðturvuligt er: at tit halda tykkum frá skurðgudaofrum og frá blóði og frá kvaldum og frá hordómi.
s-213 Um tit varnast hetta, skal tykkum gangast væl.
s-214 Heilir og sælir!'
s-215 Teir vórðu latnir avstað og komu oman til Antiokíu, og teir kallaðu alt fólkið saman og fingu teimum brævið.
s-216 Men tey lósu tað, vórðu tey glað um hesa ugganina.
s-217 Og Judas og Silas, sum sjálvir eisini vóru profetar, ámintu bröðurnar við mongum orðum og styrktu teir.
s-218 Og teir hövdu verið har eina tíð, lótu bröðurnir teir fara avstað aftur í friði til teirra, sum hövdu sent teir.
s-219 Men Silas setti sær fyri at verða verandi har.
s-220 Men Paulus og Barnabas steðgaðu í Antiokíu og lærdu og boðaðu saman við mongum öðrum orð Harrans.
s-221 Men nakrir dagar vóru lidnir, segði Paulus við Barnabas: ' Latum okkum fara avstað aftur og vitja bröðurnar í hvörji bygd, har sum vit boðaðu orð Harrans, fyri at vita, hvussu teimum veit við.'
s-222 Men Barnabas vildi eisini taka Jóhannes, sum kallaðist Markus, við.
s-223 Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum skildist frá teimum í Pamfýliu og ikki fylgdist við teimum í arbeiðið.
s-224 Har varð skarpur tvídráttur, so at teir skildust hvör frá öðrum, og Barnabas tók Markus við sær og sigldi til Kýpern.
s-225 Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, givin upp í Harrans náði av bröðrunum.
s-226 Og hann fór um Sýriuland og Kilikíu og styrkti kirkjuliðini.
s-227 Og hann kom líka til Derbe og Lýstru, og , har var ein lærusveinur, Timoteus at navni, sonur av eini trúgvandi kvinnu av Jödaætt, men faðirin var grikskur.
s-228 Hann hevði gott ummæli hjá bröðrunum í Lýstru og Ikonium.
s-229 Hann vildi Paulus hava við í ferðini við sær, og hann tók og umskar hann fyri Jödanna skuld, sum vóru har á teimum stöðunum; at teir vistu allir, at faðir hansara var Grikki.
s-230 Men sum teir ferðaðust um bygdirnar, lögdu teir fram fyri tey at halda tey boðini, sum samtykt vóru av ápostlunum og hinum elstu í Jerúsalem.
s-231 So vórðu kirkjuliðini styrkt í trúnni, og tey tóku til í tali dag frá degi.
s-232 Og teir fóru um Frýgíu og Galataland, av at teir av heilaga andanum vórðu hildnir frá at tala orðið í Ásiu.
s-233 Og teir vóru komnir at Mýsiu, royndu teir at fara til Betýniu, og Jesu andi loyvdi teimum tað ikki.
s-234 Og teir fóru fram við Mýsiu og komu oman til Troas.
s-235 Og um náttina birtist ein sjón fyri Paulusi:
s-236 ein makedóniskur maður stóð hjá honum og bað hann og segði: ' Kom yvirum til Makedóniu og hjálp okkum!'
s-237 Og alt fyri eitt sum hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit at sleppa avstað til Makedóniu, at vit fingu tað burtur úr , at Guð hevði kallað okkum til at boða teimum gleðiboðskapin.
s-238 Vit lögdu so út frá Troas og sigldu beina leiðina til Samotrake, og dagin eftir til Neapolis; og haðan til Filippi, sum er fyrsta bygdin í partinum av Makedóniu, og er ein nýbygd.
s-239 Í hesi bygdini dvaldu vit nakrar dagar.
s-240 Og hvíludagin fóru vit út um bygdarliðið, fram við eini á, har sum vit hugsaðu, at ein bönahaldsstaður mundi vera, og vit settust niður og talaðu við kvinnurnar, sum har komu saman.
s-241 Og ein kona, Lýdia, at navni, sum handlaði við purpuri, úr bygdini Týatiru, ein kona, sum óttaðist Guð, lýddi á, og Harrin opnaði hjarta hennara, so at hon gav gætur eftir , sum Paulus talaði.
s-242 Og hon var doypt og hús hennara, bað hon og segði: ' Um tit halda meg vera Harranum trúgva, komið inn í hús mítt og verðið har.'
s-243 Og hon noyddi okkum.
s-244 Men tað bar so til, vit gingu út á bönahaldsstaðin, at okkum mötti ein genta, sum hevði spádómsanda og sum veitti húsbóndum sínum stóran vinning við at spáa.
s-245 Hon elti Paulus og okkum og rópaði og segði: ' Hesir menninir eru tænarar hins hægsta Guðs, og teir boða tykkum frelsuvegin!'
s-246 Hetta gjördi hon fleiri dagar.
s-247 Men Paulusi líkaði hetta illa, og hann vendi sær við og segði við andan: ' Eg bjóði tær í navni Jesu Krists at fara út úr henni!'
s-248 Og hann fór út í stundini.
s-249 Men húsböndur hennara sóu, at vón teirra um vinning var farin, tóku teir hendur á Paulus og Silas og drógu teir fram á torgið fyri yvirmenninar.
s-250 Og teir fóru við teimum til stýrismenninar og sögdu: ' Hesir menninir loypa heilt röring í bygd okkara; teir eru Jödar og boða siðir, sum tað ikki loyvist okkum, sum eru Rómverjar, hvörki at taka við ella fylgja.'
s-251 Og mannamúgvan reistist móti teimum, og stýrismenninir skræddu klæðini av teimum og buðu, at teir skuldu verða bardir við stövum.
s-252 Og teir hövdu sligið teir nógv slög, kastaðu teir teir í fangahús og lögdu fangavaktaranum dýran við at ansa væl eftir teimum.
s-253 Og hann hevði fingið slík boð, kastaði hann teir í hitt innara fangahúsið og setti fötur teirra fastar í stokkin.
s-254 Men um miðju nátt hildu Paulus og Silas bön og sungu Guði lovsangir, og fangarnir lýddu á teir.
s-255 kom knappliga ein stórur landskjálvti, so at grundvöllurin í fangahúsinum ristist, og alt fyri eitt opnaðust allar dyr, og leinkjurnar fullu av öllum.
s-256 Men fangavaktarin stakk upp úr svövni, og hann fangahúsdyrnar opnar, dró hann svörðið og ætlaði at drepa seg sjálvan, av at hann hugsaði, at fangarnir vóru rýmdir.
s-257 Men Paulus rópaði við harðari rödd og segði: ' Ger ikki tær sjálvum nakað mein; at vit eru her allir!'
s-258 Og hann bað um ljós og leyp inn, og ræðslusligin fell hann Paulusi og Silasi til fóta; og hann leiddi teir út og segði: ' Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?'
s-259 Men teir sögdu: ' Trúgv á Harran Jesus, og skalt verða frelstur og hús títt.'
s-260 Og teir talaðu Harrans orð fyri honum og fyri öllum í húsi hansara.
s-261 Og hann tók teir til sín hesa somu náttarstundina og vaskaði sár teirra eftir slögini, og hann varð sjálvur doyptur og öll hansara við tað sama.
s-262 Og hann fór við teimum niðan í hús sítt og læt borðreiða fyri teimum og gleddist, at hann við öllum húsi sínum hevði tikið við trúgv á Guð.
s-263 Men dagur kom, sendu stýrismenninir sveinarnar og sögdu: ' Sleppið hasum monnunum leysum!'
s-264 Fangavaktarin bar Paulusi hesi orðini:
s-265 ' Stýrismenninir hava sent boð um, at tit skulu verða sleptir leysir; gangið út og farið í friði!'
s-266 Men Paulus segði við teir: ' Teir hava fyri alra manna eygum bart okkum, at vit eru rómverskir menn, og kastað okkum í fangahús; og ætla teir at reka okkum burtur í loyndum.
s-267 Nei, ikki skal tað vera so, men komi teir sjálvir og föri okkum út!'
s-268 Men sveinarnir bóru stýrismonnunum hesi orðini.
s-269 Og ótti kom á teir, teir hoyrdu, at teir vóru rómverskir menn.
s-270 Og teir komu og talaðu blídliga við teir og fördu teir út og bóðu teir fara burtur úr bygdini.
s-271 Og teir vóru komnir út úr fangahúsinum, fóru teir heim til Lýdiu; og teir hövdu hitt bröðurnar og givið teimum áminningar, fóru teir avstað.
s-272 Men teir hövdu ferðast gjögnum Amfipolis og Appollóniu, komu teir til Tessalóniku, har sum Jödar hövdu samkomuhús.
s-273 Og soleiðis sum hann var vanur, fór Paulus inn til teirra, og tríggjar hvíludagar upp í slag talaði hann við teir út av skriftunum, og týddi og greiddi fyri teimum, at Kristus átti at líða og rísa upp frá deyðum, og, segði hann: ' Hesin Jesus, sum eg boði tykkum, hann er Kristus.'
s-274 Og nakrir av teimum vórðu sannfördir og fóru í felag við Paulusi og Silasi, og eisini ein stórur flokkur av teimum Grikkum, sum óttaðust Guð, og ikki fáar av teimum hábornastu kvinnunum.
s-275 Men yvri kom í Jödarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandaligar menn av teimum, sum ganga og rekast á torgunum, og gjördu uppstig og loyptu staðin í röring; og teir hildu at húsinum hjá Jasoni og sóknaðust eftir teimum fyri at föra teir út til fólkið.
s-276 Men teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar bröður fram fyri býarstýrið og rópaðu: ' Menninir, sum hava sett allan mannaheimin í uppreist, teir eru eisini komnir higar.
s-277 Og Jason hevur tikið móti teimum, og allir hesir menn gera beint móti boðum keisarans, við tað at teir siga, at ein annar er kongur, og tað er Jesus.'
s-278 Og teir loyptu ræðslu á mannamúgvuna og býarstýrið, sum hoyrdi hetta.
s-279 Og teir hövdu tikið veður fyri Jason og hinar, lótu teir teir sleppa.
s-280 Og við tað sama sendu bröðurnir Paulus og Silas avstað um náttina til Beröu, og teir vóru komnir hagar, fóru teir inn í samkomuhúsið hjá Jödum.
s-281 Men hesir vóru meira góðviljaðir enn teir í Tessalóniku, og teir tóku móti orðinum við sera góðum huga og rannsakaðu dagliga skriftirnar, um hetta var soleiðis.
s-282 Mangir av teimum tóku við trúgv og ikki av hábornum grikskum kvinnum og monnum.
s-283 Men Jödarnir í Tessalóniku fingu at frætta, at eisini í Beröu varð Guðs orð boðað av Paulusi, komu teir og loyptu eisini her röring og ösing í mannamúgvurnar.
s-284 Men alt fyri eitt sendu bröðurnir Paulus avstað, at hann skuldi halda leiðini líka at havinum; men bæði Silas og Timoteus vórðu verandi eftir har.
s-285 Men teir, sum fluttu Paulus, fördu hann líka til Aten, og teir hövdu fingið boð við aftur til Silasar og Timoteusar, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara, fóru teir avstað.
s-286 Men meðan Paulus bíðaði eftir teimum í Aten, gramdist andi hansara so sáran í honum, hann , at staðurin var fullur av skurðgudum.
s-287 Hann talaði í samkomuhúsinum við Jödarnar og við teir, sum óttaðust Guð, og á torginum hvönn dag við teir, sum hann har hitti við.
s-288 Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir sögdu: ' Hvat man hasin geiparin hava at siga?'
s-289 og aðrir hildu fyri:
s-290 ' Hann tykist at vera boðari um ókendar gudar;' av at hann boðaði gleðiboðskapin um Jesus og uppreisnina.
s-291 Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og sögdu: ' Kunnu vit fáa at vita, hvat hetta er fyri ein nýggj læra, sum talar um? at tað er nakað undarligt, sum letur koma fyri oyruni á okkum; vilja vit fáa at vita, hvat hetta hevur at týða.'
s-292 Men allir Atenmenn og fremmandir, sum búðu har, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra okkurt nýtt.
s-293 Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: ' Atenmenn, eg síggi, at tit í öllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara. at eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: ' Ókunnum gudi.'
s-294 Tað sum tit dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum:
s-295 Guð, sum gjördi heimin og alt, sum í honum er, hann sum er harri himins og jarðar, býr ikki í templum, gjördum við hondum; ikki heldur verður honum tænað av mannahondum, sum at honum skuldi verið törvur á nökrum, at hann sjálvur gevur öllum lív og anda og allar lutir.
s-296 Og hann hevur latið öll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra, so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, at hann kortini ikki er langt burtur frá nökrum einasta av okkum; at í honum liva vit og rörast vit og eru vit; soleiðis sum eisini nökur av skaldunum hjá tykkum hava sagt: ' at vit eru eisini hans ætt.'
s-297 Men við tað at vit eru Guðs ætt, mega vit ikki halda, at guddómurin er líkur gulli ella silvuri ella steini, eini mynd, gjördari av manna hegni og hugsan.
s-298 Guð hevur havt tol við hinum vankunnu tíðunum, so boðar hann menniskjunum, at tey öll allar staðir skulu venda um, við tað at hann hevur ásett ein dag, hann vil döma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjört fullvíst fyri öllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum.'
s-299 Men teir hoyrdu um uppreisn av deyðum, spottaðu summir, men summir sögdu: ' Vit vilja hoyra frá tær um hetta eina ferð enn.'
s-300 So statt fór Paulus burtur frá teimum.
s-301 Men nakrir menn, sum hildu sær til hansara, tóku trúgv; teirra millum var eisini Dionýsius, ein av ráðsmonnunum á Areopagos, og ein kona, Damaris at navni, og onnur við teimum.

Text viewDownload CoNNL-U