s-202
| Hví freista tit tá nú Guð við at leggja eitt ok á nakkan á lærusveinunum, sum hvörki fedrar okkara ella vit orkaðu at bera? |
s-203
| Men vit trúgva, at vit verða frelstir við Harrans Jesu náði á sama hátt sum teir.' |
s-204
| Tá tagdi öll mannamúgvan, og tey lýddu á Barnabas og Paulus, sum sögdu frá, hvussu stór tekin og undur Guð hevði gjört heidninganna millum við teimum. |
s-205
| Og tá ið teir vóru lidnir at tala, tók Jákup til orða og segði: ' Góðu menn og bröður, hoyrið meg! |
s-206
| Símun hevur greitt frá, hvussu Guð í fyrstuni hevði umhugsan um at taka navni sínum eitt fólk millum heidninganna; og við hetta samsvara orð profetanna, soleiðis sum skrivað stendur: |
s-207
| ' Eftir hetta skal eg venda aftur og endurreisa hina falnu tjaldbúð Dávids, og tað, sum er niðurrivið av henni, skal eg byggja upp aftur og seta upp av nýggjum, so at teir, sum eftir eru av monnum, mega leita til Harrans, og öll heiðin fólk, sum navn mítt er nevnt yvir,' sigur Harrin, sum hetta ger, sum kunnigt er frá upphavi. |
s-208
| Tí haldi eg, at ikki eigur at verða tyngt um hjá teimum, sum av heidningunum venda um til Guðs; men at tað eigur at verða skrivað til teirra, at teir skulu halda seg frá allari óreinsan av skurðgudum og frá hordómi og frá tí, sum er kvalt, og frá blóði; tí at Móses hevur frá fornum tíðum í hvörji bygd teir, sum prædika hann, við tað at hann verður lisin upp í samkomuhúsunum hvönn hvíludag.' |
s-209
| Tá samtyktu ápostlarnir og hinir elstu saman við öllum kirkjuliðinum at senda menn, sum til tess vórðu valdir teirra millum, til Antiokíu saman við Paulusi og Barnabasi og vóru tað Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas, nógv virdir menn bröðranna millum. |
s-210
| Og teir skrivaðu hetta við teimum: ' Ápostlarnir og hinir elstu, bröðurnir, senda bröðrunum í Antiokíu og Sýriulandi og Kilikíu, sum áður vóru heidnir, heilsan sína. |
s-211
| Av tí at vit hava hoyrt, at nakrir, sum eru komnir frá okkum, hava loypt ekka á tykkum við orðum sínum og hava órógvað sálir tykkara, uttan at vit hava givið teimum nakað í umboð, so hava vit á einum máli samtykt at senda menn, sum til tess eru valdir, til tykkara saman við okkara elskuligu Barnabasi og Paulusi, teimum monnum, sum hava sett lív sítt í váða fyri várs Harra Jesu Krists navns skuld. |
s-212
| Vit hava tí sent Judas og Silas, og teir skulu eisini munnliga boða tykkum tað sama; tí at heilagi andin og vit hava samtykt ikki at leggja aðra byrði á tykkum uttan hetta, sum neyðturvuligt er: at tit halda tykkum frá skurðgudaofrum og frá blóði og frá kvaldum og frá hordómi. |
s-213
| Um tit varnast hetta, skal tykkum gangast væl. |
s-214
| Heilir og sælir!' |
s-215
| Teir vórðu tá latnir avstað og komu oman til Antiokíu, og teir kallaðu alt fólkið saman og fingu teimum brævið. |
s-216
| Men tá ið tey lósu tað, vórðu tey glað um hesa ugganina. |
s-217
| Og Judas og Silas, sum sjálvir eisini vóru profetar, ámintu bröðurnar við mongum orðum og styrktu teir. |
s-218
| Og tá ið teir hövdu verið har eina tíð, lótu bröðurnir teir fara avstað aftur í friði til teirra, sum hövdu sent teir. |
s-219
| Men Silas setti sær fyri at verða verandi har. |
s-220
| Men Paulus og Barnabas steðgaðu í Antiokíu og lærdu og boðaðu saman við mongum öðrum orð Harrans. |
s-221
| Men tá ið nakrir dagar vóru lidnir, segði Paulus við Barnabas: ' Latum okkum fara avstað aftur og vitja bröðurnar í hvörji bygd, har sum vit boðaðu orð Harrans, fyri at vita, hvussu teimum veit við.' |
s-222
| Men Barnabas vildi eisini taka Jóhannes, sum kallaðist Markus, við. |
s-223
| Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum skildist frá teimum í Pamfýliu og ikki fylgdist við teimum í arbeiðið. |
s-224
| Har varð tá skarpur tvídráttur, so at teir skildust hvör frá öðrum, og Barnabas tók Markus við sær og sigldi til Kýpern. |
s-225
| Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, givin upp í Harrans náði av bröðrunum. |
s-226
| Og hann fór um Sýriuland og Kilikíu og styrkti kirkjuliðini. |
s-227
| Og hann kom líka til Derbe og Lýstru, og sí, har var ein lærusveinur, Timoteus at navni, sonur av eini trúgvandi kvinnu av Jödaætt, men faðirin var grikskur. |
s-228
| Hann hevði gott ummæli hjá bröðrunum í Lýstru og Ikonium. |
s-229
| Hann vildi Paulus hava við í ferðini við sær, og hann tók og umskar hann fyri Jödanna skuld, sum vóru har á teimum stöðunum; tí at teir vistu allir, at faðir hansara var Grikki. |
s-230
| Men sum teir ferðaðust um bygdirnar, lögdu teir fram fyri tey at halda tey boðini, sum samtykt vóru av ápostlunum og hinum elstu í Jerúsalem. |
s-231
| So vórðu nú kirkjuliðini styrkt í trúnni, og tey tóku til í tali dag frá degi. |
s-232
| Og teir fóru um Frýgíu og Galataland, av tí at teir av heilaga andanum vórðu hildnir frá at tala orðið í Ásiu. |
s-233
| Og tá ið teir vóru komnir at Mýsiu, royndu teir at fara til Betýniu, og Jesu andi loyvdi teimum tað ikki. |
s-234
| Og teir fóru tá fram við Mýsiu og komu oman til Troas. |
s-235
| Og um náttina birtist ein sjón fyri Paulusi: |
s-236
| ein makedóniskur maður stóð hjá honum og bað hann og segði: ' Kom yvirum til Makedóniu og hjálp okkum!' |
s-237
| Og alt fyri eitt sum hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit at sleppa avstað til Makedóniu, tí at vit fingu tað burtur úr tí, at Guð hevði kallað okkum til at boða teimum gleðiboðskapin. |
s-238
| Vit lögdu so út frá Troas og sigldu beina leiðina til Samotrake, og dagin eftir til Neapolis; og haðan til Filippi, sum er fyrsta bygdin í tí partinum av Makedóniu, og er ein nýbygd. |
s-239
| Í hesi bygdini dvaldu vit nakrar dagar. |
s-240
| Og hvíludagin fóru vit út um bygdarliðið, fram við eini á, har sum vit hugsaðu, at ein bönahaldsstaður mundi vera, og vit settust niður og talaðu við kvinnurnar, sum har komu saman. |
s-241
| Og ein kona, Lýdia, at navni, sum handlaði við purpuri, úr bygdini Týatiru, ein kona, sum óttaðist Guð, lýddi á, og Harrin opnaði hjarta hennara, so at hon gav gætur eftir tí, sum Paulus talaði. |
s-242
| Og tá ið hon var doypt og hús hennara, bað hon og segði: ' Um tit halda meg vera Harranum trúgva, tá komið inn í hús mítt og verðið har.' |
s-243
| Og hon noyddi okkum. |
s-244
| Men tað bar so til, tá vit gingu út á bönahaldsstaðin, at okkum mötti ein genta, sum hevði spádómsanda og sum veitti húsbóndum sínum stóran vinning við at spáa. |
s-245
| Hon elti Paulus og okkum og rópaði og segði: ' Hesir menninir eru tænarar hins hægsta Guðs, og teir boða tykkum frelsuvegin!' |
s-246
| Hetta gjördi hon fleiri dagar. |
s-247
| Men Paulusi líkaði hetta illa, og hann vendi sær við og segði við andan: ' Eg bjóði tær í navni Jesu Krists at fara út úr henni!' |
s-248
| Og hann fór út í stundini. |
s-249
| Men tá ið húsböndur hennara sóu, at vón teirra um vinning var farin, tóku teir hendur á Paulus og Silas og drógu teir fram á torgið fyri yvirmenninar. |
s-250
| Og teir fóru við teimum til stýrismenninar og sögdu: ' Hesir menninir loypa heilt röring í bygd okkara; teir eru Jödar og boða siðir, sum tað ikki loyvist okkum, sum eru Rómverjar, hvörki at taka við ella fylgja.' |
s-251
| Og mannamúgvan reistist móti teimum, og stýrismenninir skræddu klæðini av teimum og buðu, at teir skuldu verða bardir við stövum. |
s-252
| Og tá ið teir hövdu sligið teir nógv slög, kastaðu teir teir í fangahús og lögdu fangavaktaranum dýran við at ansa væl eftir teimum. |
s-253
| Og tá ið hann hevði fingið slík boð, kastaði hann teir í hitt innara fangahúsið og setti fötur teirra fastar í stokkin. |
s-254
| Men um miðju nátt hildu Paulus og Silas bön og sungu Guði lovsangir, og fangarnir lýddu á teir. |
s-255
| Tá kom knappliga ein stórur landskjálvti, so at grundvöllurin í fangahúsinum ristist, og alt fyri eitt opnaðust allar dyr, og leinkjurnar fullu av öllum. |
s-256
| Men fangavaktarin stakk upp úr svövni, og tá ið hann sá fangahúsdyrnar opnar, dró hann svörðið og ætlaði at drepa seg sjálvan, av tí at hann hugsaði, at fangarnir vóru rýmdir. |
s-257
| Men Paulus rópaði við harðari rödd og segði: ' Ger ikki tær sjálvum nakað mein; tí at vit eru her allir!' |
s-258
| Og hann bað um ljós og leyp inn, og ræðslusligin fell hann Paulusi og Silasi til fóta; og hann leiddi teir út og segði: ' Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?' |
s-259
| Men teir sögdu: ' Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.' |
s-260
| Og teir talaðu Harrans orð fyri honum og fyri öllum í húsi hansara. |
s-261
| Og hann tók teir til sín hesa somu náttarstundina og vaskaði sár teirra eftir slögini, og hann varð sjálvur doyptur og öll hansara tá við tað sama. |
s-262
| Og hann fór við teimum niðan í hús sítt og læt borðreiða fyri teimum og gleddist, tí at hann við öllum húsi sínum hevði tikið við trúgv á Guð. |
s-263
| Men tá ið dagur kom, sendu stýrismenninir sveinarnar og sögdu: ' Sleppið hasum monnunum leysum!' |
s-264
| Fangavaktarin bar Paulusi hesi orðini: |
s-265
| ' Stýrismenninir hava sent boð um, at tit skulu verða sleptir leysir; gangið tí nú út og farið í friði!' |
s-266
| Men Paulus segði við teir: ' Teir hava fyri alra manna eygum bart okkum, tó at vit eru rómverskir menn, og kastað okkum í fangahús; og nú ætla teir at reka okkum burtur í loyndum. |
s-267
| Nei, ikki skal tað vera so, men komi teir sjálvir og föri okkum út!' |
s-268
| Men sveinarnir bóru stýrismonnunum hesi orðini. |
s-269
| Og ótti kom á teir, tá ið teir hoyrdu, at teir vóru rómverskir menn. |
s-270
| Og teir komu og talaðu blídliga við teir og fördu teir út og bóðu teir fara burtur úr bygdini. |
s-271
| Og tá ið teir vóru komnir út úr fangahúsinum, fóru teir heim til Lýdiu; og tá ið teir hövdu hitt bröðurnar og givið teimum áminningar, fóru teir avstað. |
s-272
| Men tá ið teir hövdu ferðast gjögnum Amfipolis og Appollóniu, komu teir til Tessalóniku, har sum Jödar hövdu samkomuhús. |
s-273
| Og soleiðis sum hann var vanur, fór Paulus inn til teirra, og tríggjar hvíludagar upp í slag talaði hann við teir út av skriftunum, og týddi og greiddi fyri teimum, at Kristus átti at líða og rísa upp frá deyðum, og, segði hann: ' Hesin Jesus, sum eg boði tykkum, hann er Kristus.' |
s-274
| Og nakrir av teimum vórðu sannfördir og fóru í felag við Paulusi og Silasi, og eisini ein stórur flokkur av teimum Grikkum, sum óttaðust Guð, og ikki fáar av teimum hábornastu kvinnunum. |
s-275
| Men yvri kom í Jödarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandaligar menn av teimum, sum ganga og rekast á torgunum, og gjördu uppstig og loyptu staðin í röring; og teir hildu at húsinum hjá Jasoni og sóknaðust eftir teimum fyri at föra teir út til fólkið. |
s-276
| Men tá ið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar bröður fram fyri býarstýrið og rópaðu: ' Menninir, sum hava sett allan mannaheimin í uppreist, teir eru nú eisini komnir higar. |
s-277
| Og Jason hevur tikið móti teimum, og allir hesir menn gera beint móti boðum keisarans, við tað at teir siga, at ein annar er kongur, og tað er Jesus.' |
s-278
| Og teir loyptu ræðslu á mannamúgvuna og býarstýrið, sum hoyrdi hetta. |
s-279
| Og tá ið teir hövdu tikið veður fyri Jason og hinar, lótu teir teir sleppa. |
s-280
| Og við tað sama sendu bröðurnir Paulus og Silas avstað um náttina til Beröu, og tá ið teir vóru komnir hagar, fóru teir inn í samkomuhúsið hjá Jödum. |
s-281
| Men hesir vóru meira góðviljaðir enn teir í Tessalóniku, og teir tóku móti orðinum við sera góðum huga og rannsakaðu dagliga skriftirnar, um hetta var soleiðis. |
s-282
| Mangir av teimum tóku tá við trúgv og ikki fá av hábornum grikskum kvinnum og monnum. |
s-283
| Men tá ið Jödarnir í Tessalóniku fingu at frætta, at eisini í Beröu varð Guðs orð boðað av Paulusi, komu teir og loyptu eisini her röring og ösing í mannamúgvurnar. |
s-284
| Men alt fyri eitt sendu tá bröðurnir Paulus avstað, at hann skuldi halda leiðini líka at havinum; men bæði Silas og Timoteus vórðu verandi eftir har. |
s-285
| Men teir, sum fluttu Paulus, fördu hann líka til Aten, og tá ið teir hövdu fingið boð við aftur til Silasar og Timoteusar, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara, fóru teir avstað. |
s-286
| Men meðan nú Paulus bíðaði eftir teimum í Aten, gramdist andi hansara so sáran í honum, tá ið hann sá, at staðurin var fullur av skurðgudum. |
s-287
| Hann talaði tí í samkomuhúsinum við Jödarnar og við teir, sum óttaðust Guð, og á torginum hvönn dag við teir, sum hann har hitti við. |
s-288
| Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir sögdu: ' Hvat man hasin geiparin hava at siga?' |
s-289
| og aðrir hildu fyri: |
s-290
| ' Hann tykist at vera boðari um ókendar gudar;' av tí at hann boðaði gleðiboðskapin um Jesus og uppreisnina. |
s-291
| Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og sögdu: ' Kunnu vit fáa at vita, hvat ið hetta er fyri ein nýggj læra, sum tú talar um? Tí at tað er nakað undarligt, sum tú letur koma fyri oyruni á okkum; tí vilja vit fáa at vita, hvat ið hetta hevur at týða.' |
s-292
| Men allir Atenmenn og fremmandir, sum búðu har, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra okkurt nýtt. |
s-293
| Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: ' Atenmenn, eg síggi, at tit í öllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara. Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: ' Ókunnum gudi.' |
s-294
| Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum: |
s-295
| Guð, sum gjördi heimin og alt, sum í honum er, hann sum er harri himins og jarðar, býr ikki í templum, gjördum við hondum; ikki heldur verður honum tænað av mannahondum, sum at honum skuldi verið törvur á nökrum, tí at hann sjálvur gevur öllum lív og anda og allar lutir. |
s-296
| Og hann hevur latið öll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra, so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nökrum einasta av okkum; tí at í honum liva vit og rörast vit og eru vit; soleiðis sum eisini nökur av skaldunum hjá tykkum hava sagt: ' Tí at vit eru eisini hans ætt.' |
s-297
| Men við tað at vit eru Guðs ætt, tá mega vit ikki halda, at guddómurin er líkur gulli ella silvuri ella steini, eini mynd, gjördari av manna hegni og hugsan. |
s-298
| Tá ið nú Guð hevur havt tol við hinum vankunnu tíðunum, so boðar hann nú menniskjunum, at tey öll allar staðir skulu venda um, við tað at hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil döma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjört fullvíst fyri öllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum.' |
s-299
| Men tá ið teir hoyrdu um uppreisn av deyðum, spottaðu summir, men summir sögdu: ' Vit vilja hoyra frá tær um hetta eina ferð enn.' |
s-300
| So statt fór Paulus burtur frá teimum. |
s-301
| Men nakrir menn, sum hildu sær til hansara, tóku trúgv; teirra millum var eisini Dionýsius, ein av ráðsmonnunum á Areopagos, og ein kona, Damaris at navni, og onnur við teimum. |