Dependency Tree

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttest
AnnotationArnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C.

Select a sentence

Showing 105 - 204 of 301 • previousnext

s-105 Og hon kendi málið á Pæturi, læt hon fyri gleði ikki útdyrnar upp, men fór rennandi innar og segði frá, at Pætur stóð uttanfyri.
s-106 Men tey sögdu við hana: ' hevur mist vitið!'
s-107 Men hon helt fast við sítt, at tað var soleiðis.
s-108 Tey sögdu : ' Tað er eingil hansara.'
s-109 Men Pætur helt á at banka; og tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin.
s-110 Men hann gjördi tekin til teirra við hondini at tiga, og greiddi teimum frá, hvussu Harrin fördi hann út úr fangahúsinum.
s-111 Og hann segði: ' Sigið Jákupi og bröðrunum frá hesum.'
s-112 Og hann gekk út og fór burtur í annan stað.
s-113 Men dagur kom, varð ikki lítil gangur á hermonnunum av , hvat var vorðið av Pæturi.
s-114 Men Heródes læt leita eftir honum og ikki fann hann, helt hann rannsókn yvir varðmonnunum og beyð, at teir skuldu verða dripnir.
s-115 Og hann fór úr Júdeu oman til Kesareu og varð verandi har.
s-116 Men hann var ógvuliga grammur við Týringar og Sidoningar.
s-117 Men teir komu samráddir til hansara og fingu Blastus, sum var hirðmaður kongsins, í lið við sær, og bóðu um frið, av at land teirra fekk innlögur úr landi kongsins.
s-118 Men ein dagstevndan dag klæddist Heródes í kongaskrúð og settist í hásætið og helt röðu til teirra.
s-119 Og fólkið rópaði til hansara: ' Hetta er Guðs rödd og ikki mans rödd!'
s-120 Men í sama sló eingil Harrans hann, av teirri sök at hann ikki gav Guði æruna, og hann varð etin upp av möðkum og andaðist.
s-121 Men Guðs orð mentist og útbreiddist.
s-122 Og Barnabas og Saul komu aftur úr Jerúsalem, teir hövdu útrættað örindi síni, og tóku við sær Jóhannes, sum kallast við tilnavninum Markus.
s-123 Men í Antiokíu, í kirkjuliðinum har, vóru nakrir profetar og lærarar, Barnabas og Símun, sum kallast Niger, og Lukíus frá Kýrene og Manaen, fosturbróðir Heródesar fjórðingshövdinga, og Saul.
s-124 Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: ' Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!'
s-125 fastaðu teir og hildu bön og lögdu hendurnar á teir og lótu teir fara.
s-126 teir soleiðis vóru sendir út av heilagum anda, fóru teir oman til Selevkíu og sigldu haðan til Kýpern.
s-127 Og komnir til Salamis boðaðu teir Guðs orð í samkomuhúsunum hjá Jödum; og teir hövdu eisini Jóhannes við til hjálpar.
s-128 Og teir hövdu farið um alla oynna til Pafos, hittu teir ein gandakall, ein svikaprofet, ein Jöda, Bar-Jesus at navni.
s-129 Hann var hjá landshövdinganum Sergiusi Paulusi, einum skilamanni.
s-130 Hann kallaði Barnabas og Saul á sín fund og hevði hug at hoyra Guðs orð.
s-131 Men Elymas, gandakallurin, at so er navn hansara útlagt, stóð ímóti teimum og royndi at venda landshövdinganum burtur frá trúnni.
s-132 Men Saul, sum eisini verður kallaður Paulus, varð fyltur av heilagum anda og hugdi hvassliga upp á hann og segði: ' O, sum ert fullur av öllum sviki og alskyns illskapi, títt djevuls barn, fíggindi av öllum rættlæti, vilt ikki lata av at snúgva beinu vegum Harrans?
s-133 Og , , hond Harrans er yvir tær, og skalt verða blindur og ikki síggja sólina eina tíð.'
s-134 Og í stundini fell yvir hann toka og myrkur, og hann gekk umkring og trilvaði og leitaði eftir fólki at leiða seg.
s-135 tók landshövdingin við trúgv, hann henda tilburð, og hann undraðist stórliga á læru Harrans.
s-136 Men teir Paulus sigldu so frá Pafos, og komu til Perge í Pamfýliu.
s-137 Men Jóhannes skildist frá teimum og vendi aftur til Jerúsalem.
s-138 Men teir hildu ferðini fram frá Perge og komu til Antiokíu í Pisidiu og fóru inn í samkomuhúsið hvíludagin og settust niður.
s-139 Men eftir upplesturin av lógini og profetunum, sendu fyristöðumenninir fyri samkomuhúsinum boð til teirra og sögdu: ' Góðu menn og bröður, um so er at tit hava okkurt áminningarorð til fólkið, so talið!'
s-140 reistist Paulus og gav tekin til ljóðs við hondini og mælti: ' Tit Ísraels menn og tit, sum óttast Guð, lýðið á!
s-141 Guð at hesum fólki, at Ísrael, valdi út fedrar okkara; og hann hevjaði upp fólkið í útlegdini í Egyptalandi og síðan fördi hann tey út haðan við upprættum armi.
s-142 Og um fjöruti ár föddi og fostraði hann tey í oyðimörkini.
s-143 Og hann oyddi út sjey tjóðir í Kánáanlandi og býtti land teirra sundur í arv millum teirra, okkurt um fýra hundrað og fimmti ár.
s-144 Og eftir hetta gav hann teimum dómarar líka til Sámuel profet.
s-145 Og síðan bóðu tey um kong, og Guð gav teimum Saul, son Kis, mann av Benjamins ætt, í fjöruti ár.
s-146 Men hann hevði avsett hann, reisti hann teimum Dávid upp til kongs, sum hann eisini vitnaði um og segði: ' Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir mínum hjarta, sum gera skal allan vilja mín.'
s-147 Av hansara ætt læt Guð, samsvarandi fyrijáttanini, Ísrael fáa ein frelsara, Jesus, eftir tað at Jóhannes undan komu hansara hevði boðað öllum Ísraels fólki umvendingar dóp.
s-148 Men Jóhannes var um at enda skeið sítt, segði hann: ' Hvat halda tit meg vera?
s-149 Eg eri tað ikki; men , aftan á meg kemur ein annar, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.'
s-150 Góðu menn og bröður, ættarmenn Ábrahams, og teir tykkara millum, sum óttast Guð, okkum er orðið um hesa frelsu sent. at teir, sum búgva í Jerúsalem, og ráðsharrar teirra kendu hann ikki, og við tað at teir dömdu hann, uppfyltu teir tey profetaorðini, sum hvönn hvíludag verða lisin upp.
s-151 Og at teir onga deyðasök funnu hjá honum, bóðu teir Pilatus um, at hann skuldi verða dipin.
s-152 Men teir hövdu fullfört alt tað, sum er skrivað um hann, tóku teir hann niður av trænum og lögdu hann í gröv.
s-153 Men Guð reisti hann upp frá deyðum; og hann varð sæddur nógvar dagar av teimum, sum hövdu gingið við honum frá Galileu niðan til Jerúsalem, teir sum eru vitni hansara fyri fólkinum.
s-154 Og vit boða tykkum gleðiboðskapin um ta fyrijáttan, sum fedrunum varð givin, at Guð hevur uppfylt hana fyri okkum, börnum teirra, hann reisti upp Jesus; soleiðis sum eisini er skrivað í öðrum sálminum: ' ert sonur mín, í dag havi eg fött teg.'
s-155 Men um tað, at hann hevur reist hann upp frá deyðum, so at hann ikki meira skal venda aftur til rot, hevur hann talað soleiðis:
s-156 ' Eg vil geva tykkum hinar heilagu og ósvikaligu fyrijáttanir Dávids.'
s-157 sigur hann eisini í einum öðrum sálmi: ' Ikki skalt lata tín heilaga fáa at kenna rot.' at Dávid sovnaði burtur, eftir tað at hann í síni egnu ætt hevði tænað Guðs ráði, og varð lagdur at fedrum sínum og fekk at kenna rot; men tann, sum Guð reisti upp, fekk ikki at kenna rot.
s-158 Tað veri tykkum vituligt, bröður mínir, at í honum er syndafyrigeving boðað tykkum; og frá öllum , sum tit ikki kundu verða rættvísgjördir frá við Móselóg, verður hvör tann, sum trýr, rættvísgjördur í honum.
s-159 Síggið til, at tað ikki skal koma yvir tykkum, sum sagt er hjá profetunum: ' Síggið, tykkara háðarar, og undrist og verðið til einkis, at eitt verk geri eg á dögum tykkara, verk sum tit als ikki vildu trúð, um onkur hevði sagt tykkum frá .''
s-160 Men teir fóru út, bóðu teir um, at hesi orð máttu verða talað til teirra næsta hvíludag.
s-161 Og samkoman var endað, fylgdu mangir av Jödum og av proselýtum, sum óttaðust Guð, við Paulusi og Barnabasi; og teir talaðu til teirra og ámintu teir um at halda fast við náði Guðs.
s-162 Men næsta hvíludagin kom at kalla öll bygdin saman at hoyra Harrans orð.
s-163 Men Jödarnir sóu mannamúgvurnar, fyltust teir av ágrýtni og mæltu ímóti , sum Paulus talaði, ja, bæði mótmæltu og spottaðu.
s-164 tóku Paulus og Barnabas til orða og sögdu beint fram: ' Tað var neyðugt, at Guðs orð fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað burtur frá tykkum og ikki meta tykkum sjálvar verdar til hitt æviga lívið, , venda vit okkum til heidningarnar. at soleiðis hevur Harrin boðið okkum: ' Eg havi sett teg at vera ljós hjá heidningum, at skalt vera til frelsu heilt út til ytstu endar jarðarinnar.''
s-165 Men heidningarnir hoyrdu hetta, gleddust teir og hálovaðu orði Harrans, og teir tóku við trúgv so mangir, sum vóru ætlaðir til ævigt lív.
s-166 Og orð Harrans breiddist út um alt landið.
s-167 Men Jödarnir östu upp hinar ættstóru kvinnurnar, sum óttaðust Guð, og oddamenninar í staðinum, og birtu í eina atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni.
s-168 Men teir ristu dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium.
s-169 Men lærusveinarnir fyltust av gleði og heilagum anda.
s-170 Men tað bar so til í Ikonium, at teir saman fóru inn í samkomuhúsið hjá Jödum og talaðu so, at stór fjöld bæði av Jödum og Grikkum tóku við trúgv.
s-171 Men Jödarnir, sum vóru vantrúnir, östu upp heidningarnar og settu ilt í hugan á teimum móti bröðrunum.
s-172 Teir dvaldust har eina langa tíð og talaðu við góðum treysti í Harranum, sum gav orðinum um náði sína vitnisburð, við tað at hann læt tekin og undur henda við hondum teirra.
s-173 Men fjöldin av fólkinum í bygdini býtti seg sundur í tveir partar, og summi hildu við Jödunum, summi við ápostlunum.
s-174 Men gjördist árend bæði av heidningunum og Jödunum og av yvirmonnum teirra við, fyri at fara vanvirðisliga við teimum og steina teir, flýddu teir, teir komust eftir , til bygdirnar Lýstru og Derbe í Lýkaóniu og landið har um vegir; og har boðaðu teir gleðiboðskapin.
s-175 Og í Lýstru sat ein maður, sum var maktarleysur í fótunum, haltur frá móðurlívi, sum aldri hevði gingið.
s-176 Hann hoyrdi Paulus tala; og hesin festi eygað á hann og , at hann hevði trúgv til tess, at hann kundi verða hjálptur, segði hann við harðari rödd: ' Statt upprættur á fötur tínar!'
s-177 Og hann sprakk upp og gekk.
s-178 Men mannamúgvurnar sóu, hvat Paulus gjördi, hevjaðu tey upp reyst sína og sögdu á lýkaóniskum máli: ' Gudarnir eru í mannalíki stignir niður til okkara!'
s-179 Og tey kallaðu Barnabas Zeus, men Paulus Hermes, av at tað var hann, sum fördi orðið.
s-180 Og presturin fyri tað Zeustemplið, sum var uttan fyri staðin, kom við oksum og kransum at portrunum og ætlaði at ofra, og mannamúgvurnar við honum.
s-181 Men ápostlarnir, Barnabas og Paulus, hoyrdu hetta, skræddu teir klæði síni sundur og lupu inn í mannamúgvuna og rópaðu og sögdu: ' Menn, hví gera tit hetta?
s-182 Vit eru eisini menniskjur, undir somu korum sum tit, og vit boða tykkum gleðiboðskapin um, at tit skulu venda tykkum frá hesum fáfongdu lutum til hin livandi Guð, sum gjört hevur himmalin og jörðina og havið og alt, sum í teimum er; hann sum í fornum tíðum læt öll heiðin fólk ganga teirra egnu vegir; at hann ikki læt seg sjálvan uttan vitnisburð, við tað at hann gjördi gott og gav tykkum regn og gróðurríkar tíðir av himni, og mettaði hjörtu tykkara við föði og fagnaði.'
s-183 Og við at siga hetta var tað so, at teir fingu múgvurnar til at lata vera at ofra til teirra.
s-184 Men so komu Jödar hagar frá Antiokíu og Ikonium, og teir fingu fólkið til at halda við sær, og tey steinaðu Paulus og drógu hann út úr bygdini og hildu hann vera deyðan.
s-185 Men meðan lærusveinarnir stóðu rundan um hann, reistist hann upp og gekk inn í bygdina; og dagin eftir fór hann við Barnabasi haðan til Derbe.
s-186 Og teir hövdu boðað gleðiboðskapin har í bygdini og fingið nógv at vera lærusveinar, vendu teir aftur til Lýstru og Ikonium og Antiokíu.
s-187 Og teir styrktu sálir lærusveinanna og ámintu teir um at vera fastar í trúnni, og sögdu teimum, at vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjögnum mangar trongdir.
s-188 Men teir fyri hvört kirkjulið sær hövdu valt teimum elstar, lótu teir tey við föstu og bönagerð upp í hendur Harrans, sum tey trúðu á.
s-189 Og teir fóru um Pisidiu og komu til Pamfýliu.
s-190 Og teir hövdu talað orðið í Perge, fóru teir oman til Attaliu, og haðan sigldu teir til Antiokíu, haðan sum teir hövdu verið fingnir náði Guðs til tess at inna tann gerning, sum teir hövdu fullfört.
s-191 Og teir vóru komnir hagar og hövdu stevnt kirkjuliðinum saman, sögdu teir frá, hvörji stór verk Guð hevði gjört við teimum, og at hann hevði latið upp trúar dyr fyri heidningunum.
s-192 Og teir dvaldust har ikki so stutta tíð hjá lærusveinunum.
s-193 Og nakrir komu oman frá Júdeu og lærdu bröðurnar hetta:
s-194 ' Um tit ikki verða umskornir eftir Móse siði, kunnu tit ikki verða frelstir.'
s-195 Men kom stríð upp, og tað varð ikki lítil orðadráttur millum Paulusar og Barnabasar og teirra, ráddu teir av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara niðan til Jerúsalem og hitta ápostlarnar og hinar elstu um henda spurningin.
s-196 Kirkjuliðið fylgdi teimum nakað á veg, og teir fóru um Fönikíu og Sámáriu og sögdu frá umvending heidninganna, og teir gjördu öllum bröðrunum stóra gleði.
s-197 Og teir vóru komnir til Jerúsalem, vórðu teir væl fagnaðir av kirkjuliðinum og ápostlunum og hinum elstu; og teir sögdu frá, hvörji stór verk Guð hevði gjört við teimum.
s-198 Men nakrir úr Fariseara flokkinum, sum hövdu tikið við trúgv, reistust og sögdu: ' Teir eiga at verða umskornir og at fáa boð um at halda Móselóg.'
s-199 Men ápostlarnir og hinir elstu komu saman at samráðast um hetta mál.
s-200 Men mikil orðadráttur hevði verið um tað, reistist Pætur og segði við teir: ' Góðu menn og bröður, tit vita, at fyri langt síðan ráddi Guð av tykkara millum, at heidningarnir av munni mínum skuldu hoyra orð gleðiboðskaparins og taka við trúgv.
s-201 Og Guð, sum hjörtuni kennir, bar teimum vitnisburð, hann gav teimum hin heilaga andan eins og okkum; og ongan mun gjördi hann millum okkara og teirra, við tað at hann við trúnni reinsaði hjörtu teirra.
s-202 Hví freista tit Guð við at leggja eitt ok á nakkan á lærusveinunum, sum hvörki fedrar okkara ella vit orkaðu at bera?
s-203 Men vit trúgva, at vit verða frelstir við Harrans Jesu náði á sama hátt sum teir.'
s-204 tagdi öll mannamúgvan, og tey lýddu á Barnabas og Paulus, sum sögdu frá, hvussu stór tekin og undur Guð hevði gjört heidninganna millum við teimum.

Text viewDownload CoNNL-U