s-103
| Og tá ið hann hevði summað seg, kom hann at húsinum hjá Mariu, móður Jóhannesar, sum kallast við tilnavninum Markus, har sum nógv vóru saman komin og hildu bön. |
s-104
| Men tá ið hann bankaði á hurðina við útdyrnar, kom ein arbeiðiskona, sum æt Rode, út at vita, hvör ið tað kundi vera. |
s-105
| Og tá ið hon kendi málið á Pæturi, læt hon fyri gleði ikki útdyrnar upp, men fór rennandi innar og segði frá, at Pætur stóð uttanfyri. |
s-106
| Men tey sögdu við hana: ' Tú hevur mist vitið!' |
s-107
| Men hon helt fast við sítt, at tað var soleiðis. |
s-108
| Tey sögdu tá: ' Tað er eingil hansara.' |
s-109
| Men Pætur helt á at banka; og tá ið tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin. |
s-110
| Men hann gjördi tekin til teirra við hondini at tiga, og greiddi teimum frá, hvussu Harrin fördi hann út úr fangahúsinum. |
s-111
| Og hann segði: ' Sigið Jákupi og bröðrunum frá hesum.' |
s-112
| Og hann gekk út og fór burtur í annan stað. |
s-113
| Men tá ið dagur kom, varð ikki lítil gangur á hermonnunum av tí, hvat ið var vorðið av Pæturi. |
s-114
| Men tá ið Heródes læt leita eftir honum og ikki fann hann, helt hann rannsókn yvir varðmonnunum og beyð, at teir skuldu verða dripnir. |
s-115
| Og hann fór úr Júdeu oman til Kesareu og varð verandi har. |
s-116
| Men hann var ógvuliga grammur við Týringar og Sidoningar. |
s-117
| Men teir komu samráddir til hansara og fingu Blastus, sum var hirðmaður kongsins, í lið við sær, og bóðu um frið, av tí at land teirra fekk innlögur úr landi kongsins. |
s-118
| Men ein dagstevndan dag klæddist Heródes í kongaskrúð og settist í hásætið og helt röðu til teirra. |
s-119
| Og fólkið rópaði til hansara: ' Hetta er Guðs rödd og ikki mans rödd!' |
s-120
| Men í tí sama sló eingil Harrans hann, av teirri sök at hann ikki gav Guði æruna, og hann varð etin upp av möðkum og andaðist. |
s-121
| Men Guðs orð mentist og útbreiddist. |
s-122
| Og Barnabas og Saul komu aftur úr Jerúsalem, tá ið teir hövdu útrættað örindi síni, og tóku við sær Jóhannes, sum kallast við tilnavninum Markus. |
s-123
| Men í Antiokíu, í kirkjuliðinum har, vóru nakrir profetar og lærarar, Barnabas og Símun, sum kallast Niger, og Lukíus frá Kýrene og Manaen, fosturbróðir Heródesar fjórðingshövdinga, og Saul. |
s-124
| Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: ' Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!' |
s-125
| Tá fastaðu teir og hildu bön og lögdu hendurnar á teir og lótu teir fara. |
s-126
| Tá ið teir nú soleiðis vóru sendir út av heilagum anda, fóru teir oman til Selevkíu og sigldu haðan til Kýpern. |
s-127
| Og komnir til Salamis boðaðu teir Guðs orð í samkomuhúsunum hjá Jödum; og teir hövdu eisini Jóhannes við til hjálpar. |
s-128
| Og tá ið teir hövdu farið um alla oynna til Pafos, hittu teir ein gandakall, ein svikaprofet, ein Jöda, Bar-Jesus at navni. |
s-129
| Hann var hjá landshövdinganum Sergiusi Paulusi, einum skilamanni. |
s-130
| Hann kallaði Barnabas og Saul á sín fund og hevði hug at hoyra Guðs orð. |
s-131
| Men Elymas, gandakallurin, tí at so er navn hansara útlagt, stóð ímóti teimum og royndi at venda landshövdinganum burtur frá trúnni. |
s-132
| Men Saul, sum eisini verður kallaður Paulus, varð fyltur av heilagum anda og hugdi hvassliga upp á hann og segði: ' O, tú sum ert fullur av öllum sviki og alskyns illskapi, títt djevuls barn, fíggindi av öllum rættlæti, vilt tú ikki lata av at snúgva beinu vegum Harrans? |
s-133
| Og nú, sí, hond Harrans er yvir tær, og tú skalt verða blindur og ikki síggja sólina eina tíð.' |
s-134
| Og í stundini fell yvir hann toka og myrkur, og hann gekk umkring og trilvaði og leitaði eftir fólki at leiða seg. |
s-135
| Tá tók landshövdingin við trúgv, tá ið hann sá henda tilburð, og hann undraðist stórliga á læru Harrans. |
s-136
| Men teir Paulus sigldu so frá Pafos, og komu til Perge í Pamfýliu. |
s-137
| Men Jóhannes skildist frá teimum og vendi aftur til Jerúsalem. |
s-138
| Men teir hildu ferðini fram frá Perge og komu til Antiokíu í Pisidiu og fóru inn í samkomuhúsið hvíludagin og settust niður. |
s-139
| Men eftir upplesturin av lógini og profetunum, sendu fyristöðumenninir fyri samkomuhúsinum boð til teirra og sögdu: ' Góðu menn og bröður, um so er at tit hava okkurt áminningarorð til fólkið, so talið!' |
s-140
| Tá reistist Paulus og gav tekin til ljóðs við hondini og mælti: ' Tit Ísraels menn og tit, sum óttast Guð, lýðið á! |
s-141
| Guð at hesum fólki, at Ísrael, valdi út fedrar okkara; og hann hevjaði upp fólkið í útlegdini í Egyptalandi og síðan fördi hann tey út haðan við upprættum armi. |
s-142
| Og um fjöruti ár föddi og fostraði hann tey í oyðimörkini. |
s-143
| Og hann oyddi út sjey tjóðir í Kánáanlandi og býtti land teirra sundur í arv millum teirra, okkurt um fýra hundrað og fimmti ár. |
s-144
| Og eftir hetta gav hann teimum dómarar líka til Sámuel profet. |
s-145
| Og síðan bóðu tey um kong, og Guð gav teimum Saul, son Kis, mann av Benjamins ætt, í fjöruti ár. |
s-146
| Men tá ið hann hevði avsett hann, reisti hann teimum Dávid upp til kongs, sum hann eisini vitnaði um og segði: ' Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir mínum hjarta, sum gera skal allan vilja mín.' |
s-147
| Av hansara ætt læt Guð, samsvarandi fyrijáttanini, Ísrael fáa ein frelsara, Jesus, eftir tað at Jóhannes undan komu hansara hevði boðað öllum Ísraels fólki umvendingar dóp. |
s-148
| Men tá ið Jóhannes var um at enda skeið sítt, segði hann: ' Hvat halda tit meg vera? |
s-149
| Eg eri tað ikki; men sí, aftan á meg kemur ein annar, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.' |
s-150
| Góðu menn og bröður, ættarmenn Ábrahams, og teir tykkara millum, sum óttast Guð, okkum er orðið um hesa frelsu sent. Tí at teir, sum búgva í Jerúsalem, og ráðsharrar teirra kendu hann ikki, og við tað at teir dömdu hann, uppfyltu teir tey profetaorðini, sum hvönn hvíludag verða lisin upp. |
s-151
| Og tó at teir onga deyðasök funnu hjá honum, bóðu teir Pilatus um, at hann skuldi verða dipin. |
s-152
| Men tá ið teir hövdu fullfört alt tað, sum er skrivað um hann, tóku teir hann niður av trænum og lögdu hann í gröv. |
s-153
| Men Guð reisti hann upp frá deyðum; og hann varð sæddur nógvar dagar av teimum, sum hövdu gingið við honum frá Galileu niðan til Jerúsalem, teir sum nú eru vitni hansara fyri fólkinum. |
s-154
| Og vit boða tykkum gleðiboðskapin um ta fyrijáttan, sum fedrunum varð givin, at Guð hevur uppfylt hana fyri okkum, börnum teirra, tá ið hann reisti upp Jesus; soleiðis sum eisini er skrivað í öðrum sálminum: ' Tú ert sonur mín, í dag havi eg fött teg.' |
s-155
| Men um tað, at hann hevur reist hann upp frá deyðum, so at hann ikki meira skal venda aftur til rot, hevur hann talað soleiðis: |
s-156
| ' Eg vil geva tykkum hinar heilagu og ósvikaligu fyrijáttanir Dávids.' |
s-157
| Tí sigur hann eisini í einum öðrum sálmi: ' Ikki skalt tú lata tín heilaga fáa at kenna rot.' Tí at Dávid sovnaði burtur, eftir tað at hann í síni egnu ætt hevði tænað Guðs ráði, og varð lagdur at fedrum sínum og fekk at kenna rot; men tann, sum Guð reisti upp, fekk ikki at kenna rot. |
s-158
| Tað veri tí tykkum vituligt, bröður mínir, at í honum er syndafyrigeving boðað tykkum; og frá öllum tí, sum tit ikki kundu verða rættvísgjördir frá við Móselóg, verður hvör tann, sum trýr, rættvísgjördur í honum. |
s-159
| Síggið tí til, at tað ikki skal koma yvir tykkum, sum sagt er hjá profetunum: ' Síggið, tykkara háðarar, og undrist og verðið til einkis, tí at eitt verk geri eg á dögum tykkara, verk sum tit als ikki vildu trúð, um onkur hevði sagt tykkum frá tí.'' |
s-160
| Men tá ið teir fóru út, bóðu teir um, at hesi orð máttu verða talað til teirra næsta hvíludag. |
s-161
| Og tá ið samkoman var endað, fylgdu mangir av Jödum og av proselýtum, sum óttaðust Guð, við Paulusi og Barnabasi; og teir talaðu til teirra og ámintu teir um at halda fast við náði Guðs. |
s-162
| Men næsta hvíludagin kom at kalla öll bygdin saman at hoyra Harrans orð. |
s-163
| Men tá ið Jödarnir sóu mannamúgvurnar, fyltust teir av ágrýtni og mæltu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði mótmæltu og spottaðu. |
s-164
| Tá tóku Paulus og Barnabas til orða og sögdu beint fram: ' Tað var neyðugt, at Guðs orð fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað burtur frá tykkum og ikki meta tykkum sjálvar verdar til hitt æviga lívið, sí, tá venda vit okkum til heidningarnar. Tí at soleiðis hevur Harrin boðið okkum: ' Eg havi sett teg at vera ljós hjá heidningum, at tú skalt vera til frelsu heilt út til ytstu endar jarðarinnar.'' |
s-165
| Men tá ið heidningarnir hoyrdu hetta, gleddust teir og hálovaðu orði Harrans, og teir tóku við trúgv so mangir, sum vóru ætlaðir til ævigt lív. |
s-166
| Og orð Harrans breiddist út um alt landið. |
s-167
| Men Jödarnir östu upp hinar ættstóru kvinnurnar, sum óttaðust Guð, og oddamenninar í staðinum, og birtu í eina atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni. |
s-168
| Men teir ristu dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium. |
s-169
| Men lærusveinarnir fyltust av gleði og heilagum anda. |
s-170
| Men tað bar so til í Ikonium, at teir saman fóru inn í samkomuhúsið hjá Jödum og talaðu so, at stór fjöld bæði av Jödum og Grikkum tóku við trúgv. |
s-171
| Men Jödarnir, sum vóru vantrúnir, östu upp heidningarnar og settu ilt í hugan á teimum móti bröðrunum. |
s-172
| Teir dvaldust tá har eina langa tíð og talaðu við góðum treysti í Harranum, sum gav orðinum um náði sína vitnisburð, við tað at hann læt tekin og undur henda við hondum teirra. |
s-173
| Men fjöldin av fólkinum í bygdini býtti seg sundur í tveir partar, og summi hildu við Jödunum, summi við ápostlunum. |
s-174
| Men tá ið nú gjördist árend bæði av heidningunum og Jödunum og av yvirmonnum teirra við, fyri at fara vanvirðisliga við teimum og steina teir, tá flýddu teir, tá ið teir komust eftir tí, til bygdirnar Lýstru og Derbe í Lýkaóniu og landið har um vegir; og har boðaðu teir gleðiboðskapin. |
s-175
| Og í Lýstru sat ein maður, sum var maktarleysur í fótunum, haltur frá móðurlívi, sum aldri hevði gingið. |
s-176
| Hann hoyrdi Paulus tala; og tá ið hesin festi eygað á hann og sá, at hann hevði trúgv til tess, at hann kundi verða hjálptur, segði hann við harðari rödd: ' Statt upprættur á fötur tínar!' |
s-177
| Og hann sprakk upp og gekk. |
s-178
| Men tá ið mannamúgvurnar sóu, hvat ið Paulus gjördi, hevjaðu tey upp reyst sína og sögdu á lýkaóniskum máli: ' Gudarnir eru í mannalíki stignir niður til okkara!' |
s-179
| Og tey kallaðu Barnabas Zeus, men Paulus Hermes, av tí at tað var hann, sum fördi orðið. |
s-180
| Og presturin fyri tað Zeustemplið, sum var uttan fyri staðin, kom við oksum og kransum at portrunum og ætlaði at ofra, og mannamúgvurnar við honum. |
s-181
| Men tá ið ápostlarnir, Barnabas og Paulus, hoyrdu hetta, skræddu teir klæði síni sundur og lupu inn í mannamúgvuna og rópaðu og sögdu: ' Menn, hví gera tit hetta? |
s-182
| Vit eru eisini menniskjur, undir somu korum sum tit, og vit boða tykkum gleðiboðskapin um, at tit skulu venda tykkum frá hesum fáfongdu lutum til hin livandi Guð, sum gjört hevur himmalin og jörðina og havið og alt, sum í teimum er; hann sum í fornum tíðum læt öll heiðin fólk ganga teirra egnu vegir; tó at hann ikki læt seg sjálvan uttan vitnisburð, við tað at hann gjördi gott og gav tykkum regn og gróðurríkar tíðir av himni, og mettaði hjörtu tykkara við föði og fagnaði.' |
s-183
| Og við at siga hetta var tað so, at teir fingu múgvurnar til at lata vera at ofra til teirra. |
s-184
| Men so komu Jödar hagar frá Antiokíu og Ikonium, og teir fingu fólkið til at halda við sær, og tey steinaðu Paulus og drógu hann út úr bygdini og hildu hann vera deyðan. |
s-185
| Men meðan lærusveinarnir stóðu rundan um hann, reistist hann upp og gekk inn í bygdina; og dagin eftir fór hann við Barnabasi haðan til Derbe. |
s-186
| Og tá ið teir hövdu boðað gleðiboðskapin har í bygdini og fingið nógv at vera lærusveinar, vendu teir aftur til Lýstru og Ikonium og Antiokíu. |
s-187
| Og teir styrktu sálir lærusveinanna og ámintu teir um at vera fastar í trúnni, og sögdu teimum, at vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjögnum mangar trongdir. |
s-188
| Men tá ið teir fyri hvört kirkjulið sær hövdu valt teimum elstar, lótu teir tey við föstu og bönagerð upp í hendur Harrans, sum tey trúðu á. |
s-189
| Og teir fóru um Pisidiu og komu til Pamfýliu. |
s-190
| Og tá ið teir hövdu talað orðið í Perge, fóru teir oman til Attaliu, og haðan sigldu teir til Antiokíu, haðan sum teir hövdu verið fingnir náði Guðs til tess at inna tann gerning, sum teir nú hövdu fullfört. |
s-191
| Og tá ið teir vóru komnir hagar og hövdu stevnt kirkjuliðinum saman, sögdu teir frá, hvörji stór verk Guð hevði gjört við teimum, og at hann hevði latið upp trúar dyr fyri heidningunum. |
s-192
| Og teir dvaldust har ikki so stutta tíð hjá lærusveinunum. |
s-193
| Og nakrir komu oman frá Júdeu og lærdu bröðurnar hetta: |
s-194
| ' Um tit ikki verða umskornir eftir Móse siði, tá kunnu tit ikki verða frelstir.' |
s-195
| Men tá ið nú kom stríð upp, og tað varð ikki lítil orðadráttur millum Paulusar og Barnabasar og teirra, tá ráddu teir av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara niðan til Jerúsalem og hitta ápostlarnar og hinar elstu um henda spurningin. |
s-196
| Kirkjuliðið fylgdi teimum nakað á veg, og teir fóru um Fönikíu og Sámáriu og sögdu frá umvending heidninganna, og teir gjördu öllum bröðrunum stóra gleði. |
s-197
| Og tá ið teir vóru komnir til Jerúsalem, vórðu teir væl fagnaðir av kirkjuliðinum og ápostlunum og hinum elstu; og teir sögdu frá, hvörji stór verk Guð hevði gjört við teimum. |
s-198
| Men nakrir úr Fariseara flokkinum, sum hövdu tikið við trúgv, reistust og sögdu: ' Teir eiga at verða umskornir og at fáa boð um at halda Móselóg.' |
s-199
| Men ápostlarnir og hinir elstu komu saman at samráðast um hetta mál. |
s-200
| Men tá ið mikil orðadráttur hevði verið um tað, reistist Pætur og segði við teir: ' Góðu menn og bröður, tit vita, at fyri langt síðan ráddi Guð av tykkara millum, at heidningarnir av munni mínum skuldu hoyra orð gleðiboðskaparins og taka við trúgv. |
s-201
| Og Guð, sum hjörtuni kennir, bar teimum vitnisburð, tá ið hann gav teimum hin heilaga andan eins og okkum; og ongan mun gjördi hann millum okkara og teirra, við tað at hann við trúnni reinsaði hjörtu teirra. |
s-202
| Hví freista tit tá nú Guð við at leggja eitt ok á nakkan á lærusveinunum, sum hvörki fedrar okkara ella vit orkaðu at bera? |