s-201
| Honum vildu fedrar okkara ikki vera lýdnir, men teir koyrdu hann frá sær og vendu sær í hjörtum sínum til Egyptalands og sögdu við Áron: ' Ger okkum gudar, sum kunnu ganga undan okkum, tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum Mósesi, sum fördi okkum út úr Egyptalandi. |
s-202
| Og í teimum dögunum gjördu teir ein kálv og bóru skurðgudinum offur, og vóru fegnir uppi yvir handaverkum sínum. |
s-203
| Men Guð vendi sær frá teimum og læt teir fara at tæna herliði himmalsins, soleiðis sum skrivað stendur í profetabókini: |
s-204
| ' Fördu tit mær, Ísraels hús, sláturoffur og onnur offur í fjöruti ár í oyðimörkini? |
s-205
| Og tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjörnu Remfans guds, tær myndirnar, sum tit gjördu fyri at tilbiðja tær. |
s-206
| Og eg skal flyta tykkum burtur eystur um Bábylon.' |
s-207
| Vitnisburðar-tjaldið hövdu fedrar okkara í oyðimörkini, soleiðis sum hann, ið talaði til Móses, hevði skipað fyri at gera tað eftir teirri fyrimynd, sum hann hevði sæð. |
s-208
| Hetta tóku eisini fedrar okkara í arv og fluttu tað við Jósva inn í landið, sum heidningarnir sótu við, teir sum Guð rak út undan fedrum okkara, líka til Dávids dagar. |
s-209
| Hann fann náði hjá Guði og bað um, at hann mátti finna ein bústað fyri Guði Jákups. |
s-210
| Men Sálomon bygdi honum hús. |
s-211
| Men ikki býr hin hægsti í tí, sum er gjört við hondum, soleiðis sum profeturin sigur: |
s-212
| ' Himmalin er hásæti mítt, og jörðin er skammul undir fótum mínum. |
s-213
| Hvat hús vilja tit byggja mær? sigur Harrin, ella hvör er hvíldarstaður mín? |
s-214
| Hevur ikki hond mín gjört alt hetta?' |
s-215
| Tykkara harðu svírar og óumskornu í hjörtum og á oyrum, tit standa altíð móti heilagum anda, tit eins og fedrar tykkara! |
s-216
| Hvör var tann av profetunum, sum fedrar tykkara ikki söktu at? |
s-217
| Og teir drópu teir, sum frammanundan boðaðu um komu hins rættvísa, og svíkjarar og banamenn hansara eru tit nú vorðnir, tit sum hava fingið lógina við umboði av einglum, og tó ikki hava hildið hana!' |
s-218
| Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teimum at hjarta, og teir bitu á kampi móti honum. |
s-219
| Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við högru hond Guðs. |
s-220
| Og hann segði: ' Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við högru hond Guðs!' |
s-221
| Men teir skóru í eitt hart róp og hildu fyri oyruni á sær og lupu á hann allir sum ein; og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann. |
s-222
| Og vitnini lögdu klæði síni niður við föturnar á einum ungum manni, sum æt Saul. |
s-223
| Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: ' Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!' |
s-224
| Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rödd: ' Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!' |
s-225
| Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur. |
s-226
| Og Saul hevði góðan hugnað í lívláti hansara. |
s-227
| Men tann dagin kom í ein stór atsókn móti kirkjuliðinum í Jerúsalem; og öll vórðu spjödd út um bygdir í Júdeu og Sámáriu, uttan ápostlarnir. |
s-228
| Men nakrir menn, sum óttaðust Guð, gróvu Stefan og hildu mikla harmaklagu yvir honum. |
s-229
| Men Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór hús úr húsi og dró haðan bæði menn og konur og koyrdi tey í fangahús. |
s-230
| Men tey, sum nú spjödd vóru umkring, fóru víða hvar og boðaðu orð gleðiboðskaparins. |
s-231
| Men Filippus kom tá oman í bygdina í Sámáriu og prædikaði Krist fyri teimum. |
s-232
| Og samhugað gav fólkið gætur eftir orðum Filippusar, tá ið tey hoyrdu tey og sóu tey tekin, sum hann gjördi; tí at tað vóru mong, sum hövdu óreinar andar; teir fóru út úr teimum, rópandi við harðari rödd, og mong lamin og vanför vórðu lekt. |
s-233
| Og har varð stór gleði í teirri bygdini. |
s-234
| Men ein maður, Símun at navni, var frammanundan har í bygdini; hann hevði gand fyri og gjördi fólkið í Sámáriu bilsið, við tað at hann segði seg sjálvan vera nakað stórt. |
s-235
| Öll góvu sær far um hann, bæði smá og stór, og sögdu: ' Hesin maður er tann Guðs kraft, sum kallast mikil.' |
s-236
| Men tey góvu sær far um hann av teirri orsök, at hann í langa tíð hevði gjört tey bilsin við sínum gandakunstum. |
s-237
| Men tá ið tey nú trúðu Filippusi, sum boðaði teimum gleðiboðskapin um Guðs ríki og Jesu Krists navn, lótu tey seg doypa bæði menn og konur. |
s-238
| Men Símun trúði eisini sjálvur við, og tá ið hann var doyptur, helt hann seg stöðugt aftur at Filippusi; og tá ið hann sá tey tekin og tær stóru kraftargerðir, sum gjörd vórðu, undraðist hann. |
s-239
| Men tá ið ápostlarnir, teir sum vóru í Jerúsalem, hoyrdu, at Sámária hevði tikið við Guðs orði, sendu teir til teirra Pætur og Jóhannes. |
s-240
| Teir fóru oman hagar og bóðu fyri teimum um, at tey máttu fáa heilagan anda; tí at enn var hann ikki fallin á nakran teirra, men tey vóru eina doypt til navns Harrans Jesu. |
s-241
| Síðan lögdu teir hendurnar á tey, og tey fingu heilagan anda. |
s-242
| Men tá ið Símun sá, at heilagi andin varð givin, í tí at hendur ápostlanna vórðu álagdar, bar hann teimum pening og segði: ' Gevið eisini mær handa mátt, so at hvör tann, sum eg leggi hendurnar á, kann fáa heilagan anda!' |
s-243
| Men Pætur segði við hann: ' Illa veri silvuri tínum úr og tær sjálvum tillíka, av tí at tú hugsaði at kunna vinna Guðs gávu fyri pening! |
s-244
| Tú hevur hvörki part ella lut í hesum orði; tí at hjarta títt er ikki rætt fyri Guði. |
s-245
| Vend tí huga tínum frá hesum illskapi tínum, og bið Harran um, at hjartans ætlan tín kortini má verða tær fyrigivin; tí at eg síggi, at tú ert staddur í beiskleikagalli og órættvísifjötri.' |
s-246
| Men Símun svaraði og segði: ' Biðið tit fyri mær til Harrans, fyri at einki skal koma yvir meg av tí, sum tit hava sagt!' |
s-247
| Tá ið teir nú hövdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir avstað aftur til Jerúsalem og boðaðu gleðiboðskapin í nógvum bygdum hjá Sámáriubúgvum. |
s-248
| Men eingil Harrans talaði til Filippusar og segði: ' Statt upp og far suður eftir og gakk eftir tí veginum, sum gongur oman frá Jerúsalem til Gasa!' |
s-249
| Tað er ein oyðivegur. |
s-250
| Og hann stóð upp og fór. |
s-251
| Og sí, har var ein maður úr Etiópiu, hirðmaður og hövdingi hjá Kandake, drotning Etiópiumanna, sum hevði allar dýrgripir hennara í varðveitslu; hann var komin til Jerúsalem at halda bön. |
s-252
| Og hann var nú á heimferðini og sat í vagni sínum og las Jesaja profet. |
s-253
| Men andin segði við Filippus: ' Far og halt teg aftur at hesum vagni!' |
s-254
| Men Filippus fór rennandi hagar og hoyrdi hann lesa Jesaja profet; og hann segði: ' Skilir tú tað, sum tú lesur?' |
s-255
| Men hann segði: ' Hvussu skal eg kunna tað, uttan at onkur leiðbeinir meg?' |
s-256
| Og hann bað Filippus stíga upp og seta seg hjá sær. |
s-257
| Men tað stykkið av skriftini, sum hann var við at lesa, var hetta: |
s-258
| ' Sum ein seyður varð hann leiddur til skurðar, og eins og lamb er tigandi móti tí, sum klippir tað, soleiðis letur hann ikki upp munn sín. |
s-259
| Í neyðarstandinum varð dómur hansara avtikin; hvör kann siga frá ætt hansara, við tað at lív hansara er tikið burtur av jörðini?' |
s-260
| Men hirðmaðurin tók til orða og segði við Filippus: ' Sig mær, um hvönn sigur profeturin hetta? |
s-261
| um seg sjálvan ella um onkran annan?' |
s-262
| Og Filippus læt upp munn sín, og í tí hann tók undir við hesum skriftorði, fór hann at boða honum gleðiboðskapin um Jesus. |
s-263
| Og sum teir fóru fram eftir veginum, komu teir at nökrum vatni, og hirðmaðurin segði: ' Hygg, her er vatn; hvat forðar mær at verða doyptur?' |
s-264
| Og Filippus segði: ' Trýrt tú av öllum hjarta tínum, so kann tað verða.' |
s-265
| Men hann svaraði og segði: ' Eg trúgvi, at Jesus Kristus er sonur Guðs.' |
s-266
| Og hann beyð, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, bæði Filippus og hirðmaðurin, og hann doypti hann. |
s-267
| Men tá ið teir komu upp úr aftur vatninum, rykti andi Harrans Filippus burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki meira; tí at glaður fór hann veg sín. |
s-268
| Men Filippus varð funnin í Asdod, og hann ferðaðist um og boðaði gleðiboðskapin í öllum bygdunum, líka til hann kom til Kesareu. |
s-269
| Men Saul, sum enn froysti hóttir og manndráp móti lærusveinum Harrans, fór til hövuðsprestin og bað hann um bræv til Damaskus, til samkomuhúsið har, fyri at hann, um hann hitti nökur, sum hoyrdu til' vegin', menn ella konur, kundi föra tey í bondum til Jerúsalem. |
s-270
| Men tá ið hann á ferðini var komin nær til Damaskus, ljómaði knappliga eitt ljós av himni um hann; og hann fell til jarðar og hoyrdi eina rödd siga við seg: ' Saul, Saul, hví sökir tú at mær?' |
s-271
| Men hann segði: ' Hvör ert tú, Harri?' |
s-272
| Og hann svaraði: ' Eg eri Jesus, sum tú sökir at. |
s-273
| Men statt upp og far inn í staðin, og har skal tær verða sagt, hvat tú eigur at gera.' |
s-274
| Men menninir, sum vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir; teir hoyrdu fullvæl röddina, men sóu ongan. |
s-275
| Og Saul reistist upp av jörðini; men tá ið hann læt eyguni upp, sá hann einki, og teir leiddu hann við hondunum og fóru við honum inn í Damaskus. |
s-276
| Og tríggjar dagar sá hann einki, og hann hvörki át ella drakk. |
s-277
| Men í Damaskus var ein lærusveinur, sum æt Ánanias, og Harrin segði við hann í eini sjón: ' Ánanias!' |
s-278
| Og hann segði: ' Sí, her eri eg, Harri!' |
s-279
| Men Harrin segði við hann: ' Statt upp og far ta götuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsinum hjá Judasi eftir einum manni frá Tarsus, sum eitur Saul; tí, sí, hann biður. |
s-280
| Og hann hevur í eini sjón sæð ein mann, sum eitur Ánanias, koma til sín og leggja hendurnar á seg, so at hann kundi fáa sjónina aftur!' |
s-281
| Men Ánanias svaraði: ' Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjört tínum heilagu í Jerúsalem. |
s-282
| Og her hevur hann í umboði frá hövuðsprestunum at binda öll tey, sum ákalla navn títt.' |
s-283
| Men Harrin segði við hann: ' Far tú, tí at hesin maður er mær eitt útvalt ílat til at bera navn mítt fram fyri heidningar og kongar og Ísraels börn; tí at eg vil sýna honum, hvussu mikið hann eigur at líða fyri navns míns sakir.' |
s-284
| Og Ánanias fór tá avstað og kom inn í húsið og legði hendurnar á hann og segði: ' Saul, bróðir, Harrin hevur sent meg, Jesus, tann sum birtist fyri tær á veginum, sum tú komst, til tess at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur við heilagum anda.' |
s-285
| Og alt fyri eitt fell tað eins og sköl fra eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur. |
s-286
| Og hann fekk sær mat og styrknaði. |
s-287
| Men hann varð nakrar dagar hjá lærusveinunum í Damaskus. |
s-288
| Og við tað sama fór hann at prædika í samkomuhúsunum um Jesus, at hann er sonur Guðs. |
s-289
| Men öll, sum hoyrdu tað, gjördust stórliga bilsin og sögdu: ' Er hetta ikki tann maðurin, sum í Jerúsalem oyddi tey, sum ákallaðu hetta navnið, og var komin higar fyri at föra tey bundin til hövuðsprestarnar?' |
s-290
| Men Saul styrknaði enn meira og hann tepti Jödarnar, sum búðu í Damaskus, við tað at hann prógvaði, at hesin er Kristus. |
s-291
| Men tá ið nógvir dagar vóru lidnir, samráddust Jödarnir um at taka hann av lívi. |
s-292
| Men Saul fekk at vita um svikaráð teirra. |
s-293
| Teir hildu eisini vakt um staðarliðini bæði nátt og dag, fyri at teir kundu taka hann av lívi. |
s-294
| Men lærusveinarnir tóku hann á náttartíð og sleptu honum út um múrin, við tað at teir lestu hann niður í eini kurv. |
s-295
| Og tá ið hann kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærusveinarnar; men öll ræddust hann, av tí at tey ikki trúðu, at hann var lærusveinur. |
s-296
| Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar, og hann segði teimum frá, hvussu hann á veginum hevði sæð Harran, og at hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði talað frímóðiga í Jesu navni. |
s-297
| Og hann gekk út og inn hjá teimum í Jerúsalem og talaði frímóðiga í Harrans navni. |
s-298
| Og hann bæði talaði og hevði orðadrátt við Hellenistarnar; og teir hövdu í umbúna at taka hann av dögum. |
s-299
| Men tá ið bröðurnir fingu hetta at vita, fördu teir hann oman til Kesareu og sendu hann haðan til Tarsus. |
s-300
| So hevði nú kirkjuliðið frið um alla Júdeu og Galileu og Sámáriu og varð uppbygt og gekk fram í Harrans ótta og tók til við áminning heilaga andans. |