s-101
| Og við miklari kraft bóru ápostlarnir vitni um Harrans Jesu Krists uppreisn, og stór náði var yvir teimum öllum. Tí at ikki heldur var nakar törvandi millum teirra; tí at allir, sum áttu jörð ella hús, seldu tey og komu við peningavirðinum fyri tað, sum teir hövdu selt, og lögdu tað fyri föturnar á ápostlunum; og tað varð sundurbýtt til ein og hvönn, eftir sum honum var törvur á. |
s-102
| Men Jósef, sum kallaður varð av ápostlunum við tilnavninum Barnabas, tað er útlagt: ugganar sonur, ein Levitur, ættaður frá Kýpern, sum átti eitt jarðarstykki, seldi tað og kom við peningunum og legði teir fyri föturnar á ápostlunum. |
s-103
| Men ein maður, Ánanias at navni, saman við Saffiru konu síni, seldi ein eigindóm, og tók nakað av virðinum burtur av, so kona hansara visti tað, og kom við einum parti av tí og legði fyri föturnar á ápostlunum. |
s-104
| Men Pætur mælti: ' Ánanias, hví hevur Sátan fylt hjarta títt, so at tú hevur logið fyri hinum heilaga anda og hevur tikið burtur av peningavirðinum fyri jörðina? |
s-105
| Var hon ikki tín, meðan hon var í tíni ogn, og hevði tú ikki ræði á söluvirðinum? |
s-106
| Hví hevur tú tá í hjarta tínum sett tær hesa gerð fyri? |
s-107
| Tú hevur ikki logið fyri menniskjum men fyri Guði.' |
s-108
| Men tá ið Ánanias hoyrdi hesi orð, fell hann niður og gav upp andan. |
s-109
| Og mikil ótti kom á öll tey, sum hetta hoyrdu. |
s-110
| Men teir ungu menninir stóðu upp og vældu um hann og bóru hann út og jarðaðu hann. |
s-111
| Og okkurt um tríggjar tímar seinni bar tað so til, at kona hansara, sum einki visti um tað, ið hent hevði, kom inn. |
s-112
| Og Pætur segði tá við hana: ' Sig mær, seldu tit jörðina fyri hetta virðið?' |
s-113
| Men hon segði: ' Ja, fyri hetta virðið.' |
s-114
| Tá segði Pætur við hana: ' Hví hava tit verið samsint um at freista anda Harrans? |
s-115
| Sí, fötur teirra, sum jarðaðu mann tín, eru við dyrnar, og teir skulu bera teg út.' |
s-116
| Men hon fell í stundini niður fyri föturnar á honum og gav upp andan; og tá ið teir ungu menninir komu inn, funnu teir hana deyða, og teir bóru hana út og jarðaðu hana hjá manni hennara. |
s-117
| Og mikil ótti kom á alt kirkjuliðið og á öll tey, sum hetta hoyrdu. |
s-118
| Men fyri hondunum á ápostlunum hendu mong tekin og undur millum fólkið, og teir vóru allir samhugaðir í súlnagong Sálomons. |
s-119
| Men av hinum tordi eingin at fara í felag við teir, men fólkið prísaði teir hátt. |
s-120
| Og fleiri og fleiri, sum trúðu, lögdust til hjá Harranum, ein fjöld bæði av monnum og kvinnum, so at tey eisini bóru sjúk fólk út á göturnar og lögdu tey á sengur og legubeinkir, fyri at, um tað so ikki var meira enn skuggin av Pæturi, tá ið hann kom, skuldi skugga á einhvönn av teimum. |
s-121
| Ja, um tað so var úr bygdunum uttan um Jerúsalem, so kom haðan ein mongd saman, og tey hövdu við sær sjúk fólk og slík, sum vóru plágað av óreinum andum; og tey fingu öll heilsuna aftur. |
s-122
| Men hövuðspresturin reistist og allir teir, sum vóru í parti við honum, tað var Saddukearaflokkurin, og teir vórðu fullir av ágrýtni; og teir lögdu hendur á ápostlarnar og settu teir í hitt almenna varðhaldið. |
s-123
| Men eingil Harrans opnaði um náttina dyrnar á fangahúsinum og leiddi teir út og segði: ' Farið og stígið fram og talið í halgidóminum öll hesi lívsins orð til fólkið!' |
s-124
| Og tá ið teir hövdu hoyrt hetta, fóru teir í lýsingini inn í halgidómin og lærdu. |
s-125
| Men tá ið so hövuðspresturin kom og teir, sum vóru í parti við honum, kallaðu teir saman ráðið og allar hinar elstu hjá Ísraels börnum og sendu boð í fangahúsið, at teir skuldu koma við teimum. |
s-126
| Men tá ið tænararnir komu hagar, funnu teir teir ikki í fangahúsinum; og teir komu aftur og sögdu frá hesum og mæltu: ' Fangahúsið funnu vit stongt bæði væl og virðiliga og vaktarmenninar standandi fyri durunum; men tá ið vit lótu upp, funnu vit ongan inni.' |
s-127
| Men tá ið teir hoyrdu hesi orð, bæði hövuðsmaðurin fyri halgidóminum og hövuðsprestarnir, vórðu teir ráðvillir um teir, hvat ið mundi fara at verða úr hesum. |
s-128
| Men tá kom ein maður og bar teimum tey tíðindini: |
s-129
| ' Sí, menninir, sum tit settu í varðhald, teir standa í halgidóminum og læra fólkið.' |
s-130
| Tá fór hövuðsmaðurin avstað við tænarunum eftir teimum og heimtaði teir, men ikki við makt; tí at teir óttaðust fyri fólkinum, at teir skuldu verða steinaðir. |
s-131
| Men tá ið teir vóru komnir við teimum, leiddu teir teir inn fyri ráðið. |
s-132
| Og hövuðspresturin spurdi teir og segði: ' Strangliga buðu vit tykkum ikki at læra í hesum navni, og sí, tit hava fylt Jerúsalem við læru tykkara, og tit vilja föra yvir okkum blóðið av hesum manni.' |
s-133
| Men Pætur og ápostlarnir svaraðu og sögdu: ' Guði er meir at vera lýðin enn monnum. |
s-134
| Guð fedra vára hevur reist upp Jesus, sum tit hongdu upp á træ og tóku av lívi; henda hevur Guð hevjað upp við síni högru hond til hövdinga og frelsara til at veita Ísrael umvending og syndafyrigeving. |
s-135
| Og vit eru vitni um hesar lutir, og heilagi andin, sum Guð hevur givið teimum, sum eru honum lýðin.' |
s-136
| Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teir í hjartað, og teir ráðlögdu um at drepa teir. |
s-137
| Men í ráðinum reistist tá ein Fariseari, Gamaliel at navni, ein lóglærari, sum var í miklum metum hjá öllum fólkinum, og hann beyð, at teir skuldu lata menninar fara útum eina lítla lötu. |
s-138
| Og hann segði við teir: ' Tit Ísraels menn, hyggið tykkum væl fyri, hvat tit ætla at gera við hesar menninar! Tí at nakað herfyri hendi tað, at Tevdas steig fram, sum segði seg sjálvan at vera nakað; og ein flokkur av okkurt um fýra hundrað mans fóru í hóslag við hann; men hann varð dipin, og allir teir, sum góvu seg undir hann, spjaddust og vórðu fyri ongum. |
s-139
| Aftan á hann reis upp Judas frá Galileu, í teirri tíðini, tá ið skattaútskrivingin var, og fekk fólk í fylgi við sær. |
s-140
| Hann læt eisini lív, og allir teir, sum góvu seg undir hann, vórðu drivnir hvör frá öðrum. |
s-141
| Og nú sigi eg tykkum: ' Latið hesar menn vera og sleppið teimum; tí at um hetta ráð ella hetta verk er av monnum, tá verður tað fyri ongum; men um tað er av Guði, tá eru tit ikki mentir at gera tað til einkis. |
s-142
| Latið ikki tað verða, at tit eru slíkir, sum stríðast móti Guði!'' |
s-143
| Og teir góvu honum viðhald og kallaðu ápostlarnar inn aftur og húðflettu teir og buðu teimum ikki at tala í Jesu navni og lótu teir sleppa. |
s-144
| Teir fóru tá burtur frá ráðinum, glaðir um at teir hövdu verið hildnir verdir at líða vanvirðing fyri navnsins skuld; og teir lótu ikki av at læra hvönn dag í halgidóminum og heima og at boða gleðiboðskapin um Krist Jesus. |
s-145
| Men í hesum dögunum, tá ið talið á lærusveinunum vaks, kom upp eitt illmæli millum Hellenistar mót Hebrearum um tað, at einkjur teirra vórðu misbýttar við hina dagligu útbýtingina. |
s-146
| Og teir tólv kallaðu tá lærusveinaflokkin saman og sögdu: ' Tað sömir seg ikki, at vit skulu geva Guðs orð yvir fyri at tæna við borðini. |
s-147
| Hyggið tykkum tí, bröður, um eftir sjey monnum tykkara millum, sum hava gott orð á sær og eru fullir av heilagum anda og vísdómi, teir vilja vit so seta yvir hesum starvi. |
s-148
| Men vit vilja halda trúliga á í bönini og í tænastu orðsins.' |
s-149
| Og hetta orðið líkaði allari samkomuni væl, og tey valdu Stefan, ein mann fullan av trúgv og heilagum anda, og Filippus og Prokorus og Nikanor og Timon og Parmenas og Nikolaus frá Antiokíu, sum tikið hevði við Jöda trúgv. |
s-150
| Og tey leiddu teir fram fyri ápostlarnar, og teir hildu bön og lögdu hendurnar á teir. |
s-151
| Og Guðs orð vann fram og talið á lærusveinunum í Jerúsalem öktist í stórum, og ein stórur hópur av prestunum gjördist lýðin móti trúnni. |
s-152
| Men Stefan gjördi, fullur av náði og kraft, undur og stór tekin millum fólkið. |
s-153
| Men tá stigu upp nakrir menn frá tí samkomuhúsinum, sum er kallað eftir Libertinum og Kýreneingum og Aleksandriumonnum, og nakrir av teimum frá Kilikíu og Ásiu og hövdu orðadrátt við Stefan. |
s-154
| Og teir kundu ikki standa móti tí vísdómi og tí anda, sum hann talaði av. |
s-155
| Tá fingu teir loyniliga nakrar menn til at siga: ' Vit hava hoyrt hann tala spottorð móti Mósesi og móti Guði.' |
s-156
| Og teir östu upp fólkið og hinar elstu og hinar skriftlærdu, og teir fóru eftir honum og tóku hann og fóru við honum til ráðið. |
s-157
| Og teir fördu fram lygivitni, sum sögdu: ' Hesin maður heldur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini; tí at vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nasaret skal bróta niður henda staðin og broyta teir siðir, sum Móses hevur fingið okkum.' |
s-158
| Og allir, sum sótu í ráðinum, stardu upp á hann, og teimum tóktist ásjón hansara vera á at líta eins og eingils ásjón. |
s-159
| Men hövuðspresturin segði: ' Er hetta so?' |
s-160
| Men hann segði: ' Hoyrið meg, bröður og fedrar! |
s-161
| Dýrdarinnar Guð birtist fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotámiu, áðrenn hann búsettist í Káran, og segði við hann: ' Far tú burtur úr landi tínum og frá skyldfólki tínum og far til landið, sum eg vil vísa tær á.' |
s-162
| Tá fór hann avstað úr Kaldealandinum og búsettist í Káran. |
s-163
| Og eftir at faðir hansara var deyður, læt Guð hann flyta haðan og higar í hetta landið, sum tit nú búgva í. |
s-164
| Og ikki gav hann honum arvalut í landinum, ikki so mikið sum eitt fótmál; men hann lovaði at geva honum tað í ogn og avkomi hansara eftir hann, tó at hann einki barn átti. |
s-165
| Og Guð talaði soleiðis: ' Avkom hansara skal búgva sum útlendingar í fremmandum landi, og menn skulu trælka teir og fara illa við teimum í fýra hundrað ár. |
s-166
| Og fólkið sum teir træla undir, skal eg döma,' segði Guð. |
s-167
| ' Og eftir tað skulu teir fara avstað og tæna mær á hesum staði.' |
s-168
| Og hann gav honum umskeringarsáttmálan. |
s-169
| Og so gat hann Ísak og umskar hann áttanda dagin, og Ísakur Jákup og Jákup teir tólv ættarfedrarnar. |
s-170
| Og ættarfedrarnir övundaðu Jósef og seldu hann til Egyptalands; men Guð var við honum og bjargaði honum út úr öllum trongdum hansara og gav honum náði og vísdóm frammi fyri Fárao, Egyptalandskonginum, og hann setti hann at vera hövdinga yvir Egyptalandi og öllum húsi sínum. |
s-171
| Men hungur kom um alt Egyptaland og Kánáan og stór trongd, og fedrar okkara fingu ikki föðslu. |
s-172
| Men tá ið Jákup hoyrdi, at korn var til í Egyptalandi, sendi hann fedrar okkara avstað fyrru ferðina. |
s-173
| Og aðra ferðina varð Jósef kendur aftur av bröðrum sínum, og Fárao fekk at kenna ætt Jósefs. |
s-174
| Men Jósef sendi boð eftir Jákupi, faðir sínum, og öllum ættarfólki sínum, sjúti og fimm sálum. |
s-175
| Og Jákup fór suður til Egyptalands og hann andaðist, hann og fedrar okkara. |
s-176
| Og teir vórðu fluttir haðan til Sikem og lagdir í grövina, sum Ábraham hevði keypt fyri silvur av sonum Hemors í Sikem. |
s-177
| Men so hvört sum tíðin nærkaðist fyri teirri fyrijáttan, sum Guð hevði lovað Ábrahami, vaks fólkið og tók til í Egyptalandi, inntil ein annar kongur tók við ræði yvir Egyptalandi, sum einki visti um Jósef. |
s-178
| Hann nýtti svikaráð móti ætt okkara og fór so illa við fedrum okkara, at teir noyddust at bera út smábörn síni, at tey ikki skuldu sleppa at liva. |
s-179
| Um tað mundið varð Móses föddur, og hann var yndisligur fyri Guði. |
s-180
| Og hann varð fostraður í húsinum hjá faðir sínum í tríggjar mánaðir. |
s-181
| Men tá ið hann varð útborin, tók dóttir Fáraos hann upp og fostraði hann sum sín egna son. |
s-182
| Og Móses varð upplærdur í öllum vísdómi hjá Egyptum, og hann var megnaður í orðum sínum og verkum. |
s-183
| Men tá ið hann hevði fylt fjöruti ár, fekk hann tað í huga at finna bröður sínar, Ísraels menn. |
s-184
| Og tá ið hann sá ein teirra verða órættaðan, kom hann honum til hjálpar og hevndi tann, sum varð illa viðfarin, og drap Egyptan. |
s-185
| Hann hugsaði, at bröður hansara mundu skilja, at Guð gav teimum frelsu við hansara hond; men teir skildu tað ikki. |
s-186
| Og dagin eftir kom hann til teirra, sum teir klandraðust, og vildi fáa teir til at halda frið og segði: ' Góðu menn, tit eru bröður, hví gera tit hvör öðrum órætt?' |
s-187
| Men tann, sum órættaði næsta sín, koyrdi hann frá sær og segði: ' Hvör hevur sett teg til hövdinga og dómara yvir okkum? |
s-188
| Manst tú ætla at drepa meg, soleiðis sum tú drapst Egyptan í gjár?' |
s-189
| Við hetta orðið flýddi Móses og gjördist útlendingur í Midianslandi, har sum hann gat tveir synir. |
s-190
| Og tá ið fjöruti ár vóru umliðin, birtist ein eingil fyri honum í oyðimörkini við Sinaifjallið í eldsloga í einum tornarunni. |
s-191
| Og tá ið Móses sá tað, undraðist hann á hesa sjón; og tá ið hann fór hagar fyri at hyggja at, ljóðaði rödd Harrans: |
s-192
| ' Eg eri Guð fedra tína, Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups.' |
s-193
| Men Móses skalv av ræðslu og tordi ikki at hyggja at. |
s-194
| Men Harrin segði við hann: ' Loys skógvarnar av fótunum, tí at staðurin, sum tú stendur á, er heilag jörð. |
s-195
| Skilliga havi eg sæð ta ringu viðgerð, sum fólk mítt fær í Egyptalandi, og hoyrt havi eg stynjan teirra, og eg eri nú komin oman at frelsa tey. |
s-196
| Og kom nú, lat meg senda teg til Egyptalands.' |
s-197
| Henda sama Móses, sum teir avnoktaðu, tá ið teir sögdu: ' Hvör hevur sett teg til hövdinga og dómara,' hann sendi Guð bæði til hövdinga og loysnara við hendi tess eingils, sum birtist fyri honum í tornarunninum. |
s-198
| Hesin maður fördi tey út, meðan hann gjördi undur og tekin í Egyptalandi og í Reyðahavinum og í oyðimörkini í fjöruti ár. |
s-199
| Hetta er tann Móses, sum segði við Ísraelsmenn: ' Ein profet, tílíkan sum meg, skal Guð reisa tykkum upp av bröðrum tykkara.' |
s-200
| Hetta er tann, sum í kirkjuliðinum í oyðimörkini var við einglinum, sum talaði til hansara á Sinaifjalli, og við fedrum okkara; hann sum tók móti livandi orðum at geva okkum. |