Dependency Tree

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttrain

Select a sentence

Showing 202 - 301 of 1020 • previousnext

s-202 Eg kann als einki gera av mær sjálvum; eins og eg hoyri, soleiðis dömi eg, og dómur mín er rættvísur, at eg söki ikki vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.
s-203 Um eg vitni um meg sjálvan, er vitnisburður mín ikki sannur.
s-204 Annar er, sum vitnar um meg, og eg veit, at tann vitnisburður er sannur, sum hann vitnar um meg.
s-205 Tit hava sent boð til Jóhannesar, og hann bar sannleikanum vitnisburð.
s-206 Men eg taki ikki móti vitnisburði av menniskju; men hetta sigi eg, fyri at tit mega verða frelstir.
s-207 Hann var hin brennandi og skínandi lampan, og tit vildu fegnir gleðast um stund í ljósi hansara.
s-208 Men eg havi tann vitnisburð, sum er störri enn Jóhannesar; at teir gerningar, sum faðirin hevur givið mær at fullföra, sjálvir teir gerningar, sum eg geri, vitna um meg, at faðirin hevur sent meg.
s-209 Og faðirin, sum sendi meg, hann hevur vitnað um meg.
s-210 Hvörki hava tit á nökrum sinni hoyrt rödd hansara ella sæð ásjón hansara.
s-211 Og orð hansara hava tit ikki verðandi í tykkum; at , sum hann sendi, honum trúgva tit ikki.
s-212 Tit rannsaka skriftirnar, at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg; og kortini vilja tit ikki koma til mín, til tess at tit mega hava lív.
s-213 Eg taki ikki ímóti heiðuri av monnum; men eg kenni tykkum, at tit hava ikki Guðs kærleika í tykkum.
s-214 Eg eri komin í navni faðirs míns, og tit taka ikki ímóti mær; kemur onkur annar í sínum egna navni, honum vilja tit taka ímót.
s-215 Hvussu kunnu tit trúgva, tit sum taka ímót heiðuri hvör av öðrum, og sökja ikki tann heiður, sum kemur frá hinum einasta Guði!
s-216 Hugsið ikki, at eg skal klaga tykkum fyri faðirinum; tann er, sum klagar tykkum, Móses, sum tit hava sett vón tykkara til. at trúðu tit Mósesi, trúðu tit mær; at hann hevur skrivað um meg.
s-217 Men trúgva tit ikki skriftum hansara, hvussu skulu tit trúgva orðum mínum!'
s-218 Eftir hetta fór Jesus avstað til ökið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið.
s-219 Og stór mannamúgva fylgdi honum, at tey sóu tey tekin, sum hann gjördi á hinum sjúku.
s-220 Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum.
s-221 Men páskir, hátíðin hjá Jödum, vóru í nánd.
s-222 Jesus lyfti upp eygum sínum og , at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: ' Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?'
s-223 Men hetta segði hann fyri at royna hann; at sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at gera.
s-224 Filippus svaraði honum: ' Breyð fyri tvey hundrað denarar rökkur ikki til hjá teimum, so at hvör teirra kann fáa eitt lítið sindur.'
s-225 Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann: ' Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?'
s-226 Jesus segði: ' Latið fólkið setast niður!'
s-227 Men har var nógv gras á staðinum.
s-228 settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali.
s-229 Jesus tók breyðini, og hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava.
s-230 Men teir vóru mettir, sigur hann við lærusveinar sínar: ' Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!'
s-231 Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum hövdu etið.
s-232 fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjört, sögdu tey: ' Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.'
s-233 Jesus skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi.
s-234 Men komið var at kvöldi, fóru lærusveinar hansara oman at vatninum, og teir fóru í ein bát og ætlaðu at fara yvir um vatnið til Kapernaum.
s-235 Og tað var longu vorðið myrkt, og Jesus var enn ikki komin til teirra.
s-236 Og tað vóru stórar aldur á vatninum, við tað at vindurin var nógvur.
s-237 teir hövdu róð okkurt um fimm og tjúgu ella tríati stádiur, síggja teir Jesus koma gangandi eftir vatninum og nærkast bátinum, og teir ræddust.
s-238 Men hann sigur við teir: ' Tað eri eg, ræðist ikki!'
s-239 Teir vildu taka hann inn í bátin, og straks var báturin komin at landinum, sum teir hildu ímót.
s-240 Dagin eftir mannamúgvan, sum stóð hinumegin vatnið, at har ikki hevði verið meira enn ein bátur og at Jesus ikki var farin inn í bátin saman við lærusveinum sínum, men at lærusveinar hansara vóru farnir avstað einsamallir; men har vóru komnir bátar frá Tiberias nær til tann staðin, har sum teir ótu breyðið, aftan á at Harrin hevði gjört takkargerð.
s-241 mannamúgvan , at Jesus ikki var har, ikki heldur lærusveinar hansara, fóru tey í bátarnar og komu til Kapernaum fyri at leita eftir Jesusi.
s-242 Og tey funnu hann hinumegin vatnið, sögdu tey við hann: ' Rabbi, nær komst higar?'
s-243 Jesus svaraði teimum og segði: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit leita eftir mær, ikki at tit sóu tekin, men at tit ótu av breyðunum og vórðu mett.
s-244 Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.'
s-245 Teir sögdu við hann: ' Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna Guðs gerningar?'
s-246 Jesus svaraði og segði við teir: ' Hetta er Guðs gerningur, at tit skulu trúgva á hann, sum hann sendi.'
s-247 Teir sögdu við hann: ' Hvat tekin gert , til tess at vit mega síggja og trúgva tær?
s-248 Hvat arbeiði gert ?
s-249 Fedrar okkara ótu manna í oyðimörkini, soleiðis sum skrivað er: Breyð av himni gav hann teimum at eta.'
s-250 segði Jesus við teir: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki Móses gav tykkum breyðið av himni; men faðir mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av himni. at Guðs breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív.'
s-251 sögdu teir við hann: ' Harri, gev okkum altíð hetta breyðið!'
s-252 Jesus segði við teir: ' Eg eri lívsins breyð.
s-253 Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.
s-254 Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva ikki.
s-255 Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.
s-256 Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av öllum , sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi. at hetta er vilji faðirs míns, at hvör tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.'
s-257 ilskaðust Jödarnir á hann, at hann segði: ' Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.'
s-258 Og teir sögdu: ' Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at?
s-259 Hvussu kann hann siga: ' Eg eri komin niður av himni?''
s-260 Jesus svaraði og segði við teir: ' Ilskist ikki tykkara millum!
s-261 Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.
s-262 Skrivað er hjá profetunum: ' Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.'
s-263 Ein og hvör, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín.
s-264 Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin.
s-265 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív.
s-266 Eg eri lívsins breyð.
s-267 Fedrar tykkara ótu manna í oyðimörkini og doyðu.
s-268 Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja.
s-269 Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.'
s-270 trættu Jödarnir sín ámillum og sögdu: ' Hvussu kann hann geva okkum hold sítt at eta?'
s-271 Jesus segði við teir: ' Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, hava tit ikki lív í tykkum.
s-272 Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. at hold mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur.
s-273 Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær og eg í honum.
s-274 Eins og hin livandi faðirin sendi meg, og eg livi vegna faðirsins, soleiðis skal tann, sum etur meg, liva vegna mín.
s-275 Hetta er breyðið, sum er komið niður av himni; tað er ikki sum hjá fedrunum, sum ótu og doyðu; tann, sum etur hetta breyðið, skal liva allar ævir.'
s-276 Hetta segði hann, meðan hann lærdi í einum samkomuhúsi í Kapernaum.
s-277 Mangir av lærusveinum hansara sögdu, teir hoyrdu tað: ' Hetta er hörð tala, hvör orkar at lýða á hann?'
s-278 Men Jesus visti við sær sjálvum, at lærusveinar hansara ilskaðust um hetta, og hann segði við teir: ' Taka tit tykkum meinboga av hesum?
s-279 Hvat , um tit fáa at síggja menniskjusonin fara upp hagar, sum hann var áður?
s-280 Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki.
s-281 Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
s-282 Men tað eru summir av tykkum, sum ikki trúgva.'
s-283 at Jesus visti frá fyrstu stund, hvörjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvör tann var, sum skuldi svíkja hann.
s-284 Og hann segði: ' Tess vegna havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan at tað er honum givið av faðirinum.'
s-285 Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum.
s-286 Jesus segði við teir tólv: ' Vilja tit eisini fara burtur?'
s-287 Símun Pætur svaraði honum: ' Harri, hvönn skulu vit fara til?
s-288 hevur orð hins æviga lívs; og vit hava trúð og vita, at ert hin heilagi Guðs.'
s-289 Jesus svaraði teimum: ' Havi eg ikki útvalt mær tykkum tólv?
s-290 Og ein tykkara er ein djevul.'
s-291 Men hetta meinti hann við Judas, son Símunar Iskarjot; at tað var hann, sum síðan skuldi svíkja hann, ein av teimum tólv.
s-292 Og eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galileu; at hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, við tað at Jödarnir lógu eftir honum og vildu drepa hann.
s-293 Men tann hátíðin hjá Jödum, sum kallast leyvsalahátíðin, var í nánd.
s-294 sögdu bröður hansara við hann: ' Flyt burtur hiðani og far til Júdeu, til tess at eisini lærusveinar tínir kunnu fáa at síggja gerningar tínar, sum gert. at eingin, sum vil verða alkendur, ger nakað í loyndum.
s-295 gert hetta, so sýn teg sjálvan fyri heiminum!' at bröður hansara trúðu ikki heldur á hann.
s-296 sigur Jesus við teir: ' Tíð mín er ikki komin enn; men hjá tykkum er tíðin altíð lagalig.
s-297 Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir.
s-298 Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina; at tíð mín er enn ikki fullkomin.'
s-299 Hetta segði hann við teir og varð verandi í Galileu.
s-300 Men bröður hansara vóru farnir niðan til hátíðina, fór hann eisini sjálvur niðan, ikki opinlýst, men loyniliga.
s-301 Jödarnir leitaðu eftir honum á hátíðini og sögdu: ' Hvar er hann?'

Text viewDownload CoNNL-U