Dependency Tree

Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC

LanguageFaroese
ProjectFarPaHC
Corpus Parttrain
AnnotationArnardóttir, Þórunn; Hafsteinsson, Hinrik; Sigurðsson, Einar Freyr; Ingason, Anton Karl; Rögnvaldsson, Eiríkur; Wallenberg, Joel C.

Select a sentence

Showing 504 - 603 of 1020 • previousnext

s-504 varð aftur tvídráttur millum Jödanna út av hesum orðum.
s-505 Og mangir teirra sögdu: ' Hann hevur illan anda og er óður!
s-506 Hví lurta tit eftir honum?'
s-507 Aðrir sögdu: ' Hetta eru ikki orð av manni, sum hevur illan anda.
s-508 Kann illur andi lata upp eyguni á blindum?'
s-509 So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem.
s-510 Tað var vetur.
s-511 Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons.
s-512 umringaðu Jödarnir hann og sögdu við hann: ' Hvussu leingi vilt halda sál okkara í óvissu?
s-513 Ert Kristus, sig okkum tað beint fram!'
s-514 Jesus svaraði teimum: ' Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki.
s-515 Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; men tit trúgva ikki, at tit eru ikki av mínum seyðum.
s-516 Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.
s-517 Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er störri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins.
s-518 Eg og faðirin eru eitt.'
s-519 Uppaftur tóku Jödarnir steinar at steina hann.
s-520 Jesus tók til orða og segði við teir: ' Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvönn av hesum gerningum steina tit meg?'
s-521 Jödarnir svaraðu honum: ' Fyri góðan gerning steina vit teg ikki, men fyri gudsspottan og fyri tað, at , sum ert ein menniskja, gert teg sjálvan til Guð.'
s-522 Jesus svaraði teimum: ' Er ikki skrivað í lóg tykkara: Eg havi sagt: Tit eru gudar!
s-523 hann kallar teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ikki vikast, siga tit við tann, sum faðirin halgaði og sendi í heimin: spottar Guð, at eg segði: eg eri sonur Guðs!
s-524 Geri eg ikki gerningar faðirs míns, trúgvið mær ikki.
s-525 Men geri eg teir, trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.'
s-526 royndu teir aftur at taka hann; men hann komst undan úr hondum teirra.
s-527 Og hann fór aftur yvir um Jórdan, á tann staðin, har sum Jóhannes av fyrstu tíð doypti, og hann varð verandi har.
s-528 Og mangir komu til hansara, og teir sögdu: ' Jóhannes gjördi víst einki tekin; men alt tað, sum Jóhannes segði um henda var satt.'
s-529 Og mangir trúðu á hann har.
s-530 Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í.
s-531 Men Maria var tann, sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði fötur hansara við hári sínum, og tað var bróðir hennara, Lázarus, sum var sjúkur.
s-532 Systrarnar sendu boð til hansara og lótu siga við hann: ' Harri, , tann sum elskar, er sjúkur.'
s-533 Men Jesus hoyrdi tað, segði hann: ' Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni.'
s-534 Men Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lázarus.
s-535 hann hevði hoyrt, at hann var sjúkur, varð hann enn verandi tveir dagar á staði, har sum hann var.
s-536 Síðan sigur hann eftir hetta við lærusveinarnar: ' Latum okkum fara aftur til Júdeu!'
s-537 Lærusveinarnir siga við hann: ' Rabbi, nýliga ætlaðu Jödarnir at steina teg, og fert hagar aftur!'
s-538 Jesus svaraði: ' Eru ikki tólv tímar í deginum?
s-539 Ferðast nakar á degi, snávar hann ikki, at hann sær ljósið í hesum heimi; men ferðast nakar á nátt, snávar hann, at ljósið er ikki í honum.'
s-540 Hetta talaði hann, og eftir tað sigur hann við teir: ' Lázarus, vinur okkara, er sovnaður; men eg fari at vekja hann.'
s-541 Lærusveinarnir sögdu við hann: ' Harri, er hann sovnaður, verður hann frískur.'
s-542 Men Jesus hevði talað um deyða hansara; men teir hildu, at hann talaði um svövnhvíldina.
s-543 segði Jesus teimum beint fram: ' Lázarus er deyður!
s-544 Og fyri tykkara skuld eri eg glaður, at eg ikki var har, fyri at tit skulu trúgva.
s-545 Men latum okkum fara til hansara!'
s-546 segði Tummas, sum kallaður er Didymos tað merkir: tvíburður við samlærusveinar sínar: ' Latum eisini okkum fara, so at vit kunnu doyggja saman við honum!'
s-547 Jesus kom, fekk hann at vita, at hann longu hevði ligið fýra dagar í grövini.
s-548 Men Betánia var nær við Jerúsalem, okkurt um fimtan stádiur haðani.
s-549 Men mangir av Jödunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin.
s-550 Marta hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima.
s-551 Marta segði við Jesus: ' Harri, hevði verið her, var bróðir mín ikki deyður.
s-552 Men eisini veit eg, at hvat so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.'
s-553 Jesus sigur við hana: ' Bróðir tín skal rísa upp.'
s-554 Marta sigur við hann: ' Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.'
s-555 Jesus segði við hana: ' Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvör tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt hesum?'
s-556 Hon sigur við hann: ' Ja, Harri, eg havi trúð, at ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.'
s-557 Og hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: ' Meistarin er her og rópar teg.'
s-558 hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara.
s-559 Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á staði, har sum Marta hevði mött honum.
s-560 Jödarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av at teir hugsaðu, at hon fór út til grövina at gráta har.
s-561 Men Maria kom hagar, sum Jesus var, og hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: ' Harri, hevði verið her, var bróðir mín ikki deyður.'
s-562 Jesus hana gráta og Jödarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjördist ógvuliga sinnisrördur og segði: ' Hvar hava tit lagt hann?'
s-563 Teir siga við hann: ' Harri, kom og síggj!'
s-564 Jesus feldi tár.
s-565 sögdu Jödarnir: ' , hvussu hann elskaði hann!'
s-566 Men summir teirra sögdu: ' Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjört tað, at eisini hesin ikki var deyður?'
s-567 Jesus varð aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grövina; men hon var eitt helli, og steinur fyri .
s-568 Jesus sigur: ' Takið steinin frá!'
s-569 Marta, systir hins deyða, sigur við hann: ' Harri, hann dampar longu; at hann hevur ligið har fýra dagar.'
s-570 Jesus sigur við hana: ' Segði eg tær ikki, at um trýrt, skalt síggja dýrd Guðs?'
s-571 Teir tóku steinin frá.
s-572 Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: ' Faðir, eg takki tær fyri tað, at hevur hoyrt meg.
s-573 Eg visti fullvæl, at altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at hevur sent meg.'
s-574 Og hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rödd: ' Lázarus, kom út higar!'
s-575 Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum.
s-576 Jesus segði við teir: ' Loysið hann og latið hann fara!'
s-577 Mangir av Jödunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og hövdu sæð tað, sum hann gjördi, trúðu á hann.
s-578 Men nakrir av teimum fóru til Farisearanna og sögdu teimum, hvat Jesus hevði gjört.
s-579 Hövuðsprestarnir og Fariseararnir savnaðu ráðið saman og sögdu: ' Hvat skulu vit gera, at hesin maðurin ger mong tekin?
s-580 Lata vit hann halda fram á henda hátt, vilja allir trúgva á hann, og Rómverjar munnu koma og taka bæði land okkara og fólk.'
s-581 Men ein av teimum, Kajfas, sum var hövuðsprestur tað árið, segði við teir: ' Tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at öll tjóðin fer til grundar.'
s-582 Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum; men hann var hövuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið; og ikki bert fyri fólkið, men eisini til tess at savna í ein flokk Guðs sundurspjaddu börn.
s-583 Eftir tann dag hildu teir ráð saman um at drepa hann.
s-584 Jesus gekk ikki longur opinlýst umkring millum Jödanna, men fór avstað haðan út á landsbygdina nær við oyðimörkina í eina bygd, sum kallast Efraim, og har varð hann verandi saman við lærusveinunum.
s-585 Men páskir hjá Jödum vóru í nánd, og mangir fóru av landsbygdini niðan til Jerúsalem fyri páskir til at reinsa seg.
s-586 Teir leitaðu eftir Jesusi og sögdu sín ámillum, har sum teir stóðu í halgidóminum: ' Hvat halda tit?
s-587 Man hann ikki fara at koma til hátíðina?'
s-588 Men hövuðsprestarnir og Fariseararnir hövdu givið boð, at um onkur visti, hvar hann var, skuldi hann siga frá, so at teir kundu taka hann.
s-589 Seks dagar fyri páskir kom Jesus til Betániu, har sum Lázarus var, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum.
s-590 Tey gjördu har eina kvöldmáltíð fyri honum, og Marta gekk fyri borðum, og Lázarus var ein teirra, sum sótu til borðs við honum.
s-591 tók Maria eitt pund av óblandaðum, sera dýrum nardussmyrsli og salvaði föturnar á Jesusi og turkaði fötur hansara við hári sínum.
s-592 Og húsið varð fult av anganum av smyrslinum.
s-593 Sigur Judas Iskarjot, ein av lærusveinum hansara, sum seinni skuldi svíkja hann: ' Hví var hetta smyrslið ikki selt fyri trý hundrað denarar og givið fátækum?'
s-594 Men hetta segði hann ikki, at hann hevði umsorgan fyri teimum fátæku, men at hann var tjóvur; og við tað at hann hevði pungin, tók hann tað, sum varð lagt í hann.
s-595 segði Jesus: ' Lat hana fáa frið!
s-596 Hon hevur goymt hetta til jarðarferðardag mín; at fátæk hava tit altíð hjá tykkum; men meg hava tit ikki altíð.'
s-597 fekk ein stórur skari av Jödunum at vita, at hann var har, og tey komu, ikki bert fyri Jesu skuld, men eisini fyri at síggja Lázarus, sum hann hevði vakt upp frá deyðum.
s-598 Men hövuðsprestarnir lögdu upp ráð um at drepa Lázarus við, at fyri hansara skuld mangir av Jödunum fóru og trúðu á Jesus.
s-599 Dagin eftir, hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerúsalem, tóku tey pálmagreinar og fóru út at möta honum, og tey rópaðu: ' Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.'
s-600 Men Jesus fann ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: ' Óttast ikki, Sions dóttir, , kongur tín kemur, á asnafyli hann situr!'
s-601 Hetta skildu lærusveinar hansara ikki í fyrstuni; men Jesus var vorðin dýrmettur, mintust teir til, at hetta var skrivað um hann og at teir hövdu gjört hetta fyri honum.
s-602 Skarin, sum var við honum, vitnaði , at hann hevði kallað Lázarus út úr grövini og vakt hann upp frá deyðum.
s-603 Tess vegna fór eisini skarin út ímóti honum, at tey hövdu hoyrt, at hann hevði gjört hetta tekin.

Text viewDownload CoNNL-U