Hina fyrru frásögnina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir bæði at gera og læra, líka til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin, eftir tað at hann hevði givið ápostlunum, sum hann hevði valt, boð við heilagum anda; teimum, sum hann eisini sýndi seg fyri livandi aftan á pínslu sína við mongum prógvum, við tað at hann læt teir síggja seg í fjöruti dagar og talaði um tað, sum hoyrir Guðs ríki til.
Og meðan hann var saman við teimum, beyð hann teimum ikki at fara burtur úr Jerúsalem, men at bíða eftir fyrijáttan faðirsins,' sum tit,' segði hann,' hava hoyrt um av mær; tí at Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda ikki mangar dagar hereftir.'
Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jörðini.'
Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir sögdu: ' Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals?
Og tá ið teir vóru inn komnir, fóru teir upp í ta loftsstovuna, har sum teir vóru vanir at vera, Pætur og Jóhannes og Jákup og Andrias, Filippus og Tummas, Bartolomeus og Matteus, Jákup sonur Alfeusar og Símun Zelotes og Judas sonur Jákups.
Og í hesum dögum stóð Pætur upp millum bröðranna og segði og har var komin saman ein flokkur av monnum okkurt um stórt hundrað í tali: ' Góðu menn og bröður! Tað skriftarorðið átti at ganga út, sum heilagur andi hevði talað frammanundan við munni Dávids um Judas, sum gjördist leiðbeinari hjá teimum, ið tóku Jesus; tí at hann var taldur við millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu.
Og tað varð kunnigt fyri öllum teimum, sum búgva í Jerúsalem, so at tað jarðarstykkið er kallað á teirra egna máli Hakeldama, tað er: blóðjörðin. Tí at skrivað stendur í sálmabókini: ' Bústaður hans skal oyðin verða, og eingin skal í honum búgva'
Tí eigur onkur av teimum monnum, sum hava verið við okkum alla ta tíð, tá ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út ímillum okkara, líka frá dópi Jóhannesar og til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin frá okkum, at verða vitni um uppreisn hansara saman við okkum.'
Og teir hildu bön og sögdu: ' Tú, Harri, sum kennir hjörtuni á öllum, sýn okkum, hvönn av hesum tveimum tú hevur valt til at taka lut í hesi tænastu og ápostladömi, sum Judas gav frá sær fyri at fara til sín egna stað.'
Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvönn teirra; og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á öðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla.
Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pontus og Ásiu, í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jödar og proselýtar; Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guðs?'
Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, hevði upp rödd sína og mælti til teirra: ' Tit, Jödar, og allir tit, sum búgva í Jerúsalem, hetta veri tykkum vituligt, og gevið orðum mínum ljóð! Tí at ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð.
' Og tað skal verða á hinum evstu dögunum, sigur Guð, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold; og synir tykkara og dötur tykkara skulu profetera, og ungmenni tykkara skulu síggja sjónir, og gamalmenni tykkara skulu droyma dreymar.
Jesus úr Nasaret, ein mann, sum av Guði var sannaður fyri tykkum við kraftargerningum og undurum og teknum, sum Guð læt hann gera tykkara millum, so sum tit sjálvir vita, hann, sum eftir Guðs fyriskipaða ráði og fyrivitan var vorðin givin upp, hava tit krossfest við vándra manna hondum og tikið av lívi; men hann reisti Guð upp, í tí hann lætti av deyðans ríðum, við tað at tað ikki var möguligt, at hann skuldi verða hildin av honum; tí at Dávid sigur viðvíkjandi honum: ' Altíð hevði eg Harran fyri eygum mínum; tí at hann er við högru hond mína, til tess at eg ikki skal vikast.
Harfyri gleddist hjarta mítt, og tunga mín fegnaðist; ja, enntá meira skal eisini likam mítt hvíla í vón; tí at ikki vilt tú lata sál mína verða eftir í helheimi, og ikki heldur vilt tú lata tín heilaga síggja rot.
Góðu menn og bröður! Eg kann tala beint fram til tykkara um ættarfaðirin Dávid, at hann er bæði deyður og grivin, og leiði hansara er til hjá okkum líka til dagin í dag.
Tá ið hann nú var ein profetur og visti, at Guð við eiði hevði svorið honum at seta ein av fruktini úr lendum hansara í hásæti hansara, so talaði hann, av tí at hann sá hetta frammanundan, um uppreisn Krists, at hvörki varð hann latin eftir í helheimi og ikki heldur sá likam hansara rot.
Tá ið hann nú er hevjaður upp við Guðs högru hond og hevur av faðirinum fingið fyrijáttan um heilagan anda, hevur hann úthelt hann, sum tit bæði síggja og hoyra. Tí at Dávid fór ikki upp til himna, men hann sigur sjálvur: ' Harrin segði við harra mín: Set teg við högru hond mína, til eg leggi fíggindar tínar sum eina fótskör fyri fötur tínar.'
Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað, og teir sögdu við Pætur og hinar ápostlarnar: ' Hvat eiga vit at gera, góðu menn og bröður?'
Men Pætur segði við teir: ' Vendið um, og ein og hvör tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans. Tí at tykkum er fyrijáttanin ætlað og börnum tykkara og öllum teimum, sum eru langt burtur, so mongum sum Harrin Guð vár vil kalla til sín.'
Men öll tey, sum trúðu, hildu saman og hövdu alt í felagi; og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum öll, eftir tí sum ein og hvör trongdi.
Og hvönn dag hildu tey sær samhugað stöðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu föði sína við gleði og í hjartans einfaldi, og tey lovaðu Guði og hövdu yndi hjá öllum fólkinum.
Og ein maður, sum var haltur frá móðurlívi, varð borin hagar; hann lögdu tey hvönn dag við tær dyrnar á halgidóminum, sum kallast Fögrudyr, so at hann kundi biðja olmussu av teimum, sum gingu inn í halgidómin.
Men í stundini vórðu fötur hansara og öklar sterkir, og hann sprakk upp og stóð og gekk, og fór við teimum inn í halgidómin og gekk umkring og leyp og lovaði Guði.
Og tey komust við hann, at tað var hann, sum hevði sitið við Fögrudyr á halgidóminum fyri at fáa olmussu; og tey vórðu full av undran og ræðslu um tað, sum hent var honum.
Men tá ið hann helt seg aftur at Pæturi og Jóhannesi, flokkaðist alt fólkið um teir í teirri súlnagongini, sum er kallað eftir Sálomoni, og tey vóru heilt óttafull.
Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups, og Guð fedra vára hevur dýrmætan gjört tænara sín, Jesus, sum tit góvu upp og avnoktaðu frammi fyri Pilatusi, tá ið hann dömdi, at hann skuldi sleppa leysur.
Men tit avnoktaðu hin heilaga og rættvísa, og bóðu um, at ein manndrápari skuldi verða tykkum givin; men lívsins hövdinga tóku tit av lívi, sum Guð reisti upp frá deyðum, og um tað eru vit vitni.
Og við trúnni á navn hansara hevur navn hansara styrkt henda mann, sum tit síggja og kenna; og trúgvin, sum elvdist av honum, hevur givið hesum manni hansara fulla förleika, so tit öll somul síggja.
Fáið tí eitt annað sinnalag og vendið um, fyri at syndir tykkara mega verða strikaðar, so at sálarbótar tíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, og hann kann senda tann Krist, sum tykkum er tilætlaður, Jesus, sum himmalin eigur at taka ímóti, líka til endurreisnartíðin fyri öllum lutum er komin, sum Guð hevur talað um við munninum á sínum heilagu profetum frá fyrndartíðum. Tí at Móses segði: ' Ein profet skal Harrin Guð tykkara reisa tykkum upp av bröðrum tykkara eins og meg; á hann skulu tit lýða í öllum tí, sum hann talar til tykkara.
Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, sum Guð gjördi við fedrar tykkara, tá ið hann segði við Ábraham: ' Og av avkomi tínum skulu allar ættir á jörðini fáa signing.'
Fyri tykkum hevur Guð fyrst reist upp tænara sín, og hevur sent hann at vælsigna tykkum, við tað at ein og hvör tykkara vendir sær frá illskapi sínum.'
Men meðan teir talaðu til fólkið, komu prestarnir og hövuðsmaðurin fyri halgidóminum og Saddukeararnir á teir, av tí at teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi boðaðu uppreisn frá deyðum.
Morgunin eftir hendi so tað, at ráðharrar teirra og hinir elstu og hinir skriftlærdu komu saman í Jerúsalem, og eisini Annas, og hövuðspresturin, og Kajfas og Jóhannes og Aleksander og allir, sum vóru av hövuðspresta ætt.
Tá segði Pætur við teir, fyltur av heilagum anda: ' Tit, ráðharrar fólksins og elstu! Tá ið vit í dag verða rannsóktir fyri eina góðgerð móti einum vanförum manni, um hvat hann er vorðin heilskapaður við, so skal tað vera öllum tykkum og öllum Ísraels fólki kunnigt, at í navni Jesu Krists úr Nasaret, sum tit krossfestu og Guð reisti upp frá deyðum, fyri hansara navns skuld stendur hesin maður frískur og ferðugur her fyri eygum tykkara.
Men teir buðu teimum at fara út frá ráðinum, og teir samráddust sín ámillum og sögdu: ' Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at eitt skilligt tekin er hent av teirra ávum, tað er öllum teimum kunnigt, sum búgva í Jerúsalem, og vit kunnu ikki nokta fyri tí.
Men fyri at tað ikki skal verða borið longur út millum manna, tá latum okkum hótta teir harðliga, at teir ikki meira mega tala til nakað menniskja í hesum navni.'
Men Pætur og Jóhannes svaraðu og sögdu við teir: ' Dömið sjálvir, um tað er rætt fyri Guðs eygum at vera tykkum lýðin heldur enn Guði. Tí at vit kunnu ikki annað enn.'
Men teir hóttu teir tá enn meira, og sleptu teimum, tí at teir vistu sær eingi ráð at revsa teir, fyri fólksins skuld; tí at öll lovaðu Guði fyri tað, sum hent var. Tí at maðurin var yvir fjöruti ára gamal, sum hetta heilsubótartekinið hevði verið fyri.
Tá ið tey hoyrdu tað, hevjaðu tey samhugað reyst sína til Guðs og sögdu: ' Harri, tú ert tann, sum gjört hevur himmalin og jörðina og havið og alt, sum í teimum er, tú sum við heilagum anda hevur sagt gjögnum munn Dávids, faðirs várs, tænara tíns: ' Hví leikaðu heidningarnir óðir og hövdu fólk fáfongt í ráði?
Heimsins kongar risu upp og hövdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða hansara. Tí av sonnum tóku teir seg saman í hesum staði móti hinum heilaga tænara tínum, Jesusi, sum tú salvaði, bæði Heródes og Pontius Pilatus tillíka við heidningunum og Ísraels fólkum, at gera alt tað, sum hond tín og ráð títt frammanundan hövdu fyriskipað skuldi hendast.
Og nú, Harri, lít at hóttum teirra, og gev tænarum tínum við öllum dirvi at tala orð títt, við tað at tú rættir út hond tína til heilsubótar, og tekin og undur henda við navn heilaga tænara tíns, Jesu.'
Men allur flokkurin av teimum, sum tikið hövdu við trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál, og ikki ein teirra segði nakað vera sítt av tí, hann átti, men alt var samogn hjá teimum.