fo-farpahc-train
Universal Dependencies - Faroese - FarPaHC
Language | Faroese |
---|
Project | FarPaHC |
---|
Corpus Part | train |
---|
View options
Tags:
Javascript seems to be turned off, or there was a communication error. Turn on Javascript for more display options.
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Hesin kom til vitnisburðar, til tess at hann skuldi vitna um ljósið, fyri at allir skuldu trúgva við honum. Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvörja menniskju, var við at koma í heimin. Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki. Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs börn, teimum, sum trúgva á navn hansara, sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði. Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. Jóhannes vitnar um hann og rópar og sigur: ' Hetta var hann, sum eg segði um: Tann, sum kemur aftan á meg, er komin undan mær; tí at hann var fyrr enn eg.' Tí at av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði; tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi. Eingin hevur á nökrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjört hann. Og hetta er vitnisburður Jóhannesar, tá ið Jödarnir sendu prestar og Levitar frá Jerúsalem til tess at spyrja hann: ' Hvör ert tú?'
Download XML • Download text
• Sentence view • Dependency trees